Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sjókort

Her verður greitt frá ymsum innan sjókortøkið.

Á hesi síðu

Pappírs sjókort

Í dag finnast 8 pappírs sjókort yvir Føroyar, íroknað eitt altjóða sjókort (INT Chart).

Rættingar til sjókortini finnast her.

Pappírs sjókort kunnu keypast á netinum á heimasíðuni www.kobsokort.dk.

Í Føroyum kunnu sjókort keypast her: H. N. Jacobsens bókahandil

Teldutøk sjókort (ENC)

Tað finnast 10 teldutøk sjókort (ENC – Electronic Navigational Chart) yvir havleiðirnar kring Føroyar.

Teldutøk sjókort kunnu keypast á netinum.

Meir kunning fæst á ic-enc.org.

Dýpdardátur

Ókeypis dýpdardátur eru tøkar á heimasíðuni hjá European Marine Observation and Data Network, sum nevnist EMODnet. Hesar dátur liggja í lágari upploysn og verða sjáldan dagførdar.

Umhvørvisstovan hevur dýpdardátur av føroyskum sjóøki. Neyvleikin av dátunum er misjavnur, tí mátingarnar fevna um eitt langt áramál, gjørdar við tólum, sum hava ymiskan neyvleika.

Dýpdardátur, sum Umhvørvisstovan hevur, eru ofta ogn hjá øðrum, og tí má Umhvørvisstovan biðja um neyðugu loyvini, áðrenn dáturnar verða latnar. Haraftrat skal danska verjan trygdargóðkenna veitingina av dýpdardátunum, áðrenn tær verða latnar. Umhvørvisstovan skipar fyri at senda umsókn til donsku verjuna. Tó er ikki neyðugt við loyvi frá verjuni, um talan er um dýpdardátur fyri havnarløg.

Um tú ætlar at keypa dýpdardátur ella hevur spurningar um neyvleikan av dátunum, ber til at skriva til sjokort@us.fo.

Arbeiðið at lata dátur, verður gjørt eftir rokning.

Sjóuppmáting

Loyvi krevst fyri at gera sjóuppmátingar kring Føroyar.

Umsóknarskjal um loyvi at gera sjóuppmáting skal sendast Umhvørvisstovuni á teldupost: sjokort@us.fo saman við øðrum viðkomandi upplýsingum.

Tá allar viðkomandi upplýsingar eru móttiknar, sendir Umhvørvisstovan umsóknina til hoyring, og tí má roknast við eini málsviðgerðartíð á í minsta lagi 4 vikur.

Umsókn um loyvi at gera sjóuppmátingar

Sjóuppmáting í Føroyum er bert loyvd, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni. Ásetingar um sjóuppmátingar eru lýstar í ”Anordning nr. 189 af 12. februar 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information” og kann lesast her.

Tað er ikki neyðugt at søkja um loyvi til sjóuppmátingar í havnum frá Umhvørvisstovuni, tí hetta er ábyrgdarøki hjá havnamyndugleikanum.

Um havnin ynskir sjókort dagførd við sjóuppmátingum, so skal søkjast um loyvi, og dátur skulu sendast Umhvørvisstovuni til viðgerðar. Nýggj útgáva av sjókorti verður gjørt, tá Umhvørvisstovan metir tað verða neyðugt.

Treytir fyri Sjóuppmáting

Treytir skulu lúkast áðrenn, undir og eftir sjóuppmáting:

Dátur skulu sendast talgilt sum uppmáld minsta dýpið í xyz-formati saman við útfyltum metadatalista sum lýsir nýttu útgerð, kalibreringshátt v.m. Meira kunning sæst í ”skabelon for metadata” her.

Talgildu uppmátingardáturnar skulu sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir uppmátingina.

Tíðarfreist

Umsókn um sjóuppmáting skal sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi fýra vikur áðrenn sjóuppmátingin skal byrja.

Umsóknarmannagongd

Umsóknin skal sendast beinleiðis til Umhvørvisstovuna. Sí teldupost niðanfyri.

Dáturnar skulu sendast til teldupostin niðanfyri. Um dátufílurnar eru ov stórar, set teg í samband við okkum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Sjókort

Sjókortmyndugleiki

Sjókortrættingar

Á hesi síðu síggjast nýggjastu føroysku sjókortrættingarnar og áður útgivnar sjókortrættignar.

Sjókortrættingar í verandi ári: Sjókortrættingar 2024

Undanfarnar sjókortrættingar: 
Sjókortrættingar 2023
Sjókortrættingar 2022
Sjókortrættingar 2021

Sjókortrættingar fyri hvørt einstakt sjókort, síðan tað seinast varð prentað:

80 Sjóøkið við Føroyar
81 Føroyar
82 Føroyar, norðari partur
83 Føroyar, sunnari partur
84 Havnir akkerspláss, útnyrðingsøkið
85 Havnir akkerspláss, landnyrðingsøkið
86 Havnir akkerspláss, suðurøkið
F    Føroyar við havøkjum

SIGLINGARFRÁBOÐANIR – EFS

Galdandi siglingarfráboðanir (EfS) í Føroyum síggjast hjá Søfartsstyrelsen og ávaringar hjá Vørn.

UM SJÓKORTRÆTTINGAR

Tað er sera týdningarmikið fyri trygd á sjónum, at einans nýggj og dagførd  sjókort og siglingarrit verða nýtt.

Sjókort, sum verða keypt, eru bert dagførd til rætting sum sæst niðast í vinstra horni. Brúkarin má dagføra sjókortið við rættingum útgivnar eftir at sjókortið er prenta.

Til ber at skráseta seg til móttøku av teldubrævi frá Søfartsstyrelsen fyri at fáa galdandi siglingarfráboðanir, ávaringar og seinastu sjókortrættingar í Føroyum.

Krav um sjókort

Øll før skulu hava viðkomandi sjókort og neyðug siglifrøðilig rit til tað ætlaðu ferðina.

Á frítíðarførum skulu krøvini fylgjast, í tann mun tað er møguligt.

Á smáum frítíðarførum, so sum kajakk og siglingarfjøl, har tað ikki er møguligt at hava sjókort og siglifrøðilig rit vegna stødd og slag av frítíðarfari, skal skiparin vera kendur við siglingarøkið og allir vandar, reglur og siglingarávaringar, soleiðis at ferðin kann gerast trygt.

Áseting um krav at hava sjókort er í kunngerð um vaktarhald á skipum nr. 90 ár 2000

2.Partur / 5
Skiparin á einum og hvørjum skipi skal frammanundan hvørjari ferð tryggja sær, at tann ætlaða ferðin úr fráfaringarhavn til fyrsu komuhavn er løgt til rættis við at nýtt eru nøktandi og viðkomandi sjókort og onnur siglifrøðilig rit, ið eru neyðug til ta ætlaðu ferðina, og sum innihalda nágreiniligar, fullfíggjaðar og dagførdar upplýsingar viðvíkjandi siglingaravmarkingum og vandum, sum hava týdning fyri skipsins tryggu sigling.

3.Partur / 47
Nýtt skulu verða sjókort við størsta mátistokki yvir siglingarleiðina, sum eru umborð, og sum eru rættað sambært seinastu atkomiligu upplýsingum. Knøttstøðan skal kannast við stuttum millumbilum og á meiri enn ein hátt, tá umstøðurnar loyva tí.

Siglingarrit

Yvirlitið yvir siglifrøðilig rit, ið eru viðkomandi fyri sigling í Føroyum.

Søgulig sjókort

Á síðuni Historiske kort, ber til at síggja og taka niður umleið 200 søgulig føroysk sjókort. Sjókortini eru gomul, og mugu ikki brúkast at sigla eftir.

Samband

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.

Sjókort

Sjókortmyndugleiki