Góðkenning av umhvørvisárinsmeting
Við hesum verður gjørt kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 15. juni 2026, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni[1], hevur góðkent:
Umhvørvisárinsmeting í sambandi við vatntøku í Stórá í Bø til el-framleiðslu
Góðkenningingarskriv sæst her
Umhvørvisárinsmetingin sæst her
Henda avgerð kann kærast til Føroya Kærustovn. Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, sum sendir hana til kærustovnin við neyðugum skjølum. Kærufreistin er mánadagin 13. juli 2026.
[1] Løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012.

