Landsfólkayvirlit og navnamál
Lógin um Landsfólkayvirlit hevur til endamáls at tryggja, at øll, ið eru fødd í Føroyum, eru flutt til Føroya ella skulu skattaviðgerast í Føroyum hava eitt persónstal. Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal. Eisini er uppgávan at tryggja, at hvør einstakur verður skrásettur á tí bústaði, har hann veruliga býr ella heldur til. Harafturat er endamálið at tryggja, at upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum, ið hava heimilaðan áhuga í hesum.
Navnamál verða lutvíst umsitin av Umhvørvisstovuni. Umframt Umhvørvisstovuna umsita prestagjøldini, Navnanevndin og kommunurnar, sum vígslumyndugleiki, navnamál. Reglurnar um navngeving eru í Løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn. Lógin er einans galdandi fyri fólk búsitandi í Føroyum.
Á hesi síðu kanst tú lesa meira um innihald í Landsfólkaytvirlitinum, um navnamál, andlát og annað.
Andlát
Skiftirætturin er myndugleikin, sum talgilt skrásetur andlát í Landsfólkayvirlitinum.
Avvarðandi skulu boða frá andláti til kirkjubókførandi sóknarprestin í sóknini, har tann deyði búði. Deyðaváttanin frá lækna ella líkskoðarum skal fylgja við fráboðanini.
Í teimum førum, tá fólk doyggja á Landssjúkrahúsinum, er tað sjúkrahúsið, sum tekur sær av at boða myndugleikunum frá andlátinum.
Flyting
Øll, ið flyta, hava skyldu til í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting at boða kommununi, sum flutt verður til, frá flytingini. Fráboðanin kann eisini fevna um tey húsfólk, ið flyta við, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Flyting innan kommunumark skal somuleiðis fráboðast kommununi, og einans kommununi. Sí nærri kunning á heimasíðini ella á kommunuskrivstovuni hjá tíni kommunu.
Flytingar til Føroyar kunnu bara verða skrásettar í Landsfólkayvirlitinum, um persónurin skal vera í landinum í meira enn 3 mánaðir.
Flytingar til Føroyar kunnu bara verða skrásettar í Landsfólkayvirlitinum, um persónurin, óansæð hvar viðkomandi kemur frá, skal vera í landinum í meira enn 3 mánaðir.
Eitt undantak er tó, og tað er um ein persónur flytur úr einum Norðurlandi til Føroyar, so hevur viðkomandi skyldu at boða frá flyting, um viðkomandi skal vera í Føroyum í meira enn 6 mánaðir.
Tann, ið flytur, skal í seinasta lagi 5 dagar eftir tilflytingina, boða kommununi, hann flytur til, frá flytingini. Flytifráboðanin kann eisini fevna um tey av húsfólkunum, ið flyta við, og sum eisini lúka treytirnar fyri skráseting, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Flytingar til Føroyar kunnu bara verða skrásettar í Landsfólkayvirlitinum, um persónurin, óansæð hvar viðkomandi kemur frá, skal vera í landinum í meira enn 3 mánaðir.
Eitt undantak er tó, og tað er um ein persónur, flytur úr einum Norðurlandi, hevur skyldu at boða frá flyting, um viðkomandi skalu vera í Føroyum í meira enn 6 mánaðir.
Tann, ið flytur, skal í seinasta lagi 5 dagar eftir tilflytingina, boða kommununi, hann flytur til, frá flytingini. Flytifráboðanin kann eisini fevna um tey av húsfólkunum, ið flyta við, og sum eisini lúka treytirnar fyri skráseting, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Øll, ið uppihalda sær í øðrum Norðurlandi, skulu skrásetast at vera flutt úr Føroyum, um so er, at kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum boðar frá, at tey skulu skrásetast at vera flutt til tað landið. Fráboðan um flyting skal latast kommununi í tilflytingarlandinum.
Kommunan í Føroyum kann ikki skráseta persón, ið boðar frá flyting til annað Norðurland, sum fluttan úr Føroyum, fyrr enn kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum hevur boðað frá, at hann er skrásettur við bústaði har. Aðramáta skal persónurin framvegis verða skrásettur í teirri kommunu, har hann frammanundan var skrásettur, møguliga sum fluttur frá bústaðnum.
Varir uppihaldið uttanlands meira enn 6 mánaðir, skal altíð verða boðað frá flyting. Varir uppihaldið uttanlands 6 mánaðir ella styttri, og viðkomandi framvegis hevur fult ræði á bústaðnum, hann hevur havt higartil, hevur hann rætt til at biðja um framvegis at vera skrásettur við bústaði har.
Tann, ið flytur, skal boða bústaðarkommununi frá flytingini, áðrenn flutt verður. Varir uppihaldið uttanlands meira enn 6 mánaðir, skal altíð verða boðað frá flyting. Varir uppihaldið uttanlands 6 mánaðir ella styttri, og viðkomandi framvegis hevur fult ræði á bústaðnum, hann hevur havt higartil, hevur hann rætt til at biðja um framvegis at vera skrásettur við bústaði har.
Upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum
Hesar upplýsingar eru í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum sbrt. § 4.
1. Persónstal, sum er føðingardagur, -mánaður og –ár, umframt eitt raðtal og eitt eftirlitstal – raðtalið vísir í hvørjari øld ein persónur er føddur.
2. Navn:
Eftirnavn, millumnavn, fornavn, kallinavn (tað av fornøvnunum, sum persónurin verður nevndur) og føðieftirnavn (ættarnavn).
3. Bústaður:
Gøta, hjá-bústaður, postsmoga, húsanummar, bygd/býur, postnummar, land, bústaðarvernd og fyrrverandi bústaðir.
4. Føðiskráseting:
Føðingarstaður, føðingardagur, kyn.
5. Dópsdagur, -staður og –myndugleiki
6. Ríkisborgararættur
7. Kirkjustøða (upplýsing um persónur er limur í fólkakirkjuni)
8. Ættarsamband (hjá foreldrum: p-tal hjá børnum – hjá børnum: p-tal faðirs og móðurs)
9. Hjúnastøða og –dagfesting:
Upplýsing um persónurin er: ógiftur, giftur, fráskildur, einkja/einkjumaður ella sundurlisin
Upplýsing um, hvørt persónurin er deyður
Upplýsing um maka, undir hesum p-tal makans
10. Starv (møgulig upplýsing um starv, sum persónurin sjálvur hevur upplýst)
11. Sjálvræði (møgulig upplýsing um, at persónurin hevur mist sjálvræði)
12. Yvirlit yvir allar stovningar og broytingar í upplýsingunum, sum nevndar eru í nr. 1-11 (eisini søguligar upplýsingar).
Navngeving og navnabroyting
Løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn. Lógin er einans galdandi fyri fólk búsitandi í Føroyum. Lógin kann lesast her.
Niðanfyri verður greitt frá meginreglunum um navnagávu til børn, undir hesum navnaloyvi, og um navnabroyting.
Navngeving – børn
Hvørt barn skal við dópi ella navnagávu fáa navn, áðrenn tað er 6 mánaðir gamalt.
Eingin skal hava fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og eitt eftirnavn, sbr. tó § 2, stk. 4. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum við bindistriku.
Foreldur ella tann, ið foreldramyndugleikan hevur, skal boða frá navninum hjá skrásetingarmyndugleikanum. Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðurin býr, tá ið barnið verður borið í heim.
Børn skulu fáa navn, áðrenn tey eru 6 mánaðir gomul. Sambært navnalógini kann eingin hava fleiri enn 3 fornøvn, 1 millumnavn og 1 eftirnavn. Millumnavn og eftirnavn eru bæði at rokna sum ættarnavn, tó at reglurnar ikki eru heilt eins fyri hesi. Navn barnsins skal fráboðast skrásetingarmyndugleikanum, sum er kirkjubókarskrivandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðirin búði, tá ið hon átti barnið.
Fornøvn, sum eru góðkend
Tey fornøvn, sum longu eru góðkend, eru á einum navnalista, sum Navnanevndin stendur fyri. Skal barnið fáa eitt longu góðkent navn, er nóg mikið, at foreldrini skráseta navnið hjá kirkjubókarskrivandi prestinum í sóknini.
Fornøvn, sum ikki eru góðkend
Tá ið foreldur ætla at geva barninum eitt navn, sum ikki er á navnalistanum, skulu foreldrini venda sær til Navnanevndina, sum ger av, hvørt eitt tílíkt navn kann verða givið. Navnanevndin tekur avgerð um navnið kann góðkennast út frá galdandi navnalóg. Nevndin viðgerð eisini umsóknir um undantak frá lógarkravinum um, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini. Fæst góðkenning frá Navnanevndini, er hetta nóg mikið til at fáa navnið skrásett hjá kirkjubókarskrivandi prestinum í sóknini. Sýtir Navnanevndin, kunnu foreldrini kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna.
Foreldur av útlendskum uppruna
Er annað ella bæði foreldrini av útlendskum uppruna, og foreldrini ætla, at barn teirra skal fáa útlendskt navn eftir útlendskum navnasiði, skal umsókn sendast til Umhvørvisstovuna um loyvi at nýta útlendskan navnasið. Umsóknarblaði her tøkt her. Foreldrini mugu útvega váttan frá myndugleikunum í heimlandinum, ella avvarðandi sendistovu, sum váttar, at navnið er í samsvar við navnasiðin í heimlandinum. Váttanin skal vera á enskum, undirskrivað og stemplað av myndugleikanum.
Millumnøvn – børn
Meginreglan er, at millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt navn, sum barnið annars hevur rætt at fáa sum eftirnavn uttan umsókn, sí nærri um hetta undir ”Eftirnøvn”.
Loyvi til at fáa millumnavn, sum barnið hevði kunnað fingið sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til, kann fáast við at senda umsókn til Umhvørvisstovuna við hesum oyðiblaði. Umsóknarblaðið er tøkt her.
Eftirnøvn – børn
Eftirnavn kann vera ættarnavn faðirs ella móður ella ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.
Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins. Hetta kann avgreiðast hjá kirkjubókarskrivandi prestinum í sóknini. Legg til merkis, at er navn faðirs ella móður tvínevni, kann bert annað navnið nýtast.
Navnabroyting
Navnabroytingar fara fram við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan ella við loyvi frá Umhvørvisstovuni. Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har umsøkjarin upprunaliga er skrásettur.
Flestu navnabroytingar kunnu gerast við at venda sær til kirkjubókarskrivandi prestin í sóknini. Í serligum førum, har kirkjubókarskrivandi presturin ikki hevur heimild at avgreiða navnabroytingina, krevst, at umsókn um navnabroyting verður send Umhvørvisstovuni. Hetta er m.a. neyðugt, tá ið søkt verður um keypt eftirnavn, tá ið upprunanavnið er givið uttanlands ella tá ið eftirnavnið, sum viðkomandi vil hava strikað, er fingið við giftu uttanlands. Sí Umsóknarskjal, navnabroyting.pdf (dansk version) (english version).
Kann Umhvørvisstovan játta umsøkta navni, verður loyvið til broytingina givið við navnaprógvi. Er ivi um, hvørt navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, kann Umhvørvisstovan undir málsviðgerðini biðja um tilmæli frá Navnanevndini, áðrenn tílík loyvi verða givin.
Tá ið Umhvørvisstovan útskrivar navnaprógv, verður samstundis fráboðan send avvarðandi myndugleikum um, at navnið er broytt.
Hjún
Hjún kunnu við giftu taka millumnavnið og/ella eftirnavnið hjá hjúnafelaganum. Tað vil siga, at møguligt er at hava somu samanseting av millumnavnið og eftirnavnið, tó ikki, um navnið er fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við –son ella –dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá viðkomandi ella um navnið er fingið við aðrari giftu. Navnabroyting í sambandi við giftu verður gjørt hjá vígslumyndugleikanum – tað kann vera hjá kirkjubókarskrivandi prestinum í sóknini ella kommununi, tá ið hjúnalagið verður inngingið.
Kærumøguleikar
Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til Løgmálaráðið.
Avgerðir hjá navnanevndini kunnu kærast til Umhvørvisstovuna.
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til móttøkuna hjá høvuðsskrivstovuni.
Umhvørvisstovan
móttøka
Val
Tá ið val verður útskrivað, er tað uppgávan hjá Landsfólkayvirlitinum at fáa valkortini gjørd og send til borgarar við atkvøðurætti. Hetta verður gjørt umvegis skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum. Tá upplýsingar um persónar við atkvøðurætti eru staðfestir, verða valkort og vallistar send til prentingar á Elektron. Eftirfylgjandi verða vallistarnir sendir kommununum. Posta ber valkortini út. Fyrispurningar og upplýsingar um val annars skulu stílast til Løgmálaráðið.
Vangin
Á Vanganum fáa føroyingar nú atgongd til at síggja upplýsingar, ið eru skrásettar um teir. Á Vanganum ber eitt nú til at síggja, hvørjar upplýsingar Landsfólkayvirlitið hevur um teg. Á Vanganum kanst tú eisini taka hesar váttanir niður sum pdf-fíl: P-talsváttan, Bústaðarváttan og Bústaðayvirlit. Harafturat ber til at senda eina umbøn um rætting í Landsfólkayvirlitinum umvegis Vangan. Sjálvgreiðslan fevnir bara um rættingar av verandi skráseting og ikki um broytingar. Skjalprógv er altíð neyðugt í samband við rættingar í Landsfólkayvirlitinum. Tú kanst eisini boða frá tínum núverandi bústaði uttanlands. Tað er ikki ein løgfrøðiliga bindandi skráseting, men ein tænasta, vit kunnu veita. Tú kanst lesa meira um hetta og um treytirnar inni á Vanganum.
Vígsla
Borgarlig vígsla
Kommunurnar taka sær av borgaraligum vígslunum. Tey sum ætla at giftast borgaraliga, skulu venda sær til kommununa. Hetta er eisini galdandi fyri limir í teimum trúarsamkomum, sum hava fingið serligt loyvi at víga fólk.
Vanliga er tað borgarstjórin, sum fremur borgarliga vígslu. Í trúarsamkomunum er tað ein samkomuleiðari, sum vígir.
Kirkjulig vígsla
Tey, sum ætla sær at giftast í kirkju, skulu venda sær til prestin í tí kirkjuni, har ætlanin er at giftast.