Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tinglýsing

At tinglýsa avtalur gongur heilt aftur til víkingatíð. Tá tveir partar gjørdu eina týðandi avtalu, gjørdu teir tað á tingstaði, har vitni vóru, sum kundu vátta avtaluna seinni, um neyðugt.

Høvuðsendamálið við tinglýsing er at gera eina avtalu galdandi mótvegis einum triðjaparti. Møguligir keyparar, kreditorar ella onnur kunnu ikki siga, at tey ikki kendu til upplýsingar um eina ogn, um teir eru tinglýstir. Og hinvegin ber ikki til at gera galdandi rættindi viðvíkjandi eini ogn fyri einum møguligum keypara, um onki er at finna um rættindini í Tingbókini, sum er skjalayvirlitið hjá Tinglýsingini.

Tinglýsingin fyrisitur tingbókina, undir hesum akfarsbókin og persónbókin. Tingbókin er tann almenna skrásetingin og almanna-kunngeringin av rættindum yvir fastognum, akførum, leysafæi o.ø. í Føroyum.

Á hesi síðu

Soleiðis verður tinglýst

Tinglýsing av rættindum fer fram í tveimum stigum:

Fyrsta stig: Dagbók

Dagbókin er ein innanhýsis listi av skjølum av fráboðaðum rættindum yvir ávísum ognum til tinglýsingar. Fráboðaði rættindi skulu fyrst málsviðgerast av Tinglýsingini og síðani setast inn í tingbókina.
 

Næsta stig: Tingbók

Tá fráboðaði rættindi eru málsviðgjørd, verða tey sett inn í tingbókina, um einki er til hindurs fyri hesum. Tingbókin er sum omanfyri nevnt almenn. Her verða m.a. rættindi yvir fastogn skrásett, so sum eigarviðurskifti, byrðar, servituttir, veð og annars lóghald og úttøka, um sovorðin eru.

Hví kann vera umráðandi at tinglýsa

Rættindi yvir m.a. fastogn skulu tinglýsast fyri at vera galdandi móti avtalum og rættaratsókn um ognina. Hetta er eitt nú, um seljarin selur ognina tvær ferðir. Tað er tí umráðandi, at fyrsti keypari fær tinglýst sín rætt til ognina, so hesin rættur ikki verður mistur, um nú næsti keypari fær tinglýst sín rætt fyrst. Skjøl skulu sostatt tinglesast fyri at tryggja rættindi síni ímóti triðja fólki. Hetta kann bæði standast av, at sama ogn verður seld tvær ferðir ella onnur avtalað verður gjørd við annan persón.

Brúksrættur

Brúksrættur er avmarkaður rættur til at ráða yvir, eitt nú fastogn. Brúksrættur kann avtalast ella vera galdandi sum liður í almennum reglum. Dømi uppá brúksrætt er leiga av fastogn. Munurin á brúksrætti og ognarrætti er, at brúksrættur er avmarkaður í tíð og/ella vavi, meðan ognarrættur ikki er avmarkaður í tíð, men kann vera undirlagdur avmarkingar ella tílíkt við eini servitutt.
 

Servituttur

Ein servitutt gevur rætt til at ráða yvir eini fastogn í avmarkaðum vavi – tað kann vera sertreytir um hædd á runnagirðing og hegni, almennur ferðslurættur til eina gøtu á fastognini o.tl.
 

Hjúnasáttmáli

Ein hjúnasáttmáli er ein avtala millum hjúnafelagarnar um ognarviðurskiftini, ið skulu vera í hjúnabandinum. Um hjúnasáttmáli ikki verður gjørdur er alt felags ogn. Tað vil siga, at øll ogn verður deild við deyða ella hjúnaskilnaði. Hjúnafelagarnir kunnu við hjúnasáttmála avtala, at tað skal vera serogn í hjúnabandinum. Tær ognirnar, ið eru undir serognini, verða ikki deildar við deyða ella hjúnaskilnaði.

Tinglysing.fo

Tinglysing.fo bleiv alment atkomilig á internetinum 21. juni 2021. Tinglysing.fo almannakunnger m.a. rættindi í fastognum. Tinglýsingarupplýsingar hava altíð verið almennar, men tinglysing.fo er eitt stórt frambrot innan talgilding í Føroyum og er ein av størstu talgildu tænastunum, sum nýtir samleikan sum innritan. Endamálið er at gera tinglýsingarupplýsingar og skjøl lættari atkomilig og tøk. Tænastan kann nýtast ókeypis.

Aktirnar innihalda øll skjøl, sum vóru í aktini, tá aktin varð skannað. Áðrenn skjalasavnið varð skannað, vóru strikaði rættindi, t.d. byrðar, veðbrøv, og skeytir hjá fyrrverandi ognarum, tikin úr aktunum. Byrðar og skeytir vórðu send Landsskjalasavninum, meðan veðbrøv, sum eru meir enn 3 ára gomul, eru beind burtur. Eftir at savnið varð skannað, eru skjøl ikki tikin úr aktunum. Skjøl, sum ikki longur hava rættarvirknað, tí tey eru strikaði, kunnu sostatt enn síggjast í aktini.

Skjøl, sum eru eldri enn 1967, eru á Landsskjalasavninum.

Um ein heldur ynskir at fáa pappírsváttan o.tl. ber hetta framvegis til. Fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi er kostnaðurin kr. 50,- fyri hvørt avrit o.s.fr.

Kæra

Tað eru 4 kærumyndugleikar, tá ræður um kæru av avgerðum frá Tinglýsingini.

Tá fráboðað(i) skjøl fáa rættarviðmerking ella verða burturvíst og harvið ikki tinglýst, ber til at kæra avgerðina um rættarviðmerking ella burturvísing til Føroya Kærustovn. Tá kært verður til Føroya Kærustovn skal kærast innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Avgerðir um tinglýsingargjald skulu kærast til avvarðandi ráð, sum í løtuni er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sí tó § 16 í Løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og sbr. § 6 Kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn.

Avgerðir um tinglýsingaravgjald skulu kærast til avvarðandi ráð, sum í løtuni er Fíggjarmálaráðið, sí tó § 16 í Løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og sbr. § 6 Kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn.

Avgerðir sambært lóg um at keypa fastogn í Føroyum skulu kærast til Løgmálaráðið.

Viðmerking um kæru verður beinanvegin førd inn í dag- ella tingbókina.

Tørvar tær hjálp at tinglýsa

Skjøl fráboðaði til tinglýsingar verða viðgjørd í tí raðfylgju tey koma í dagbókina. Við fráboðan til tinglýsing verður bert hugt eftir, um skjølini eru formliga í lagi, t.e. sovorðið sum telefonnummar hjá tilmeldara, men hugt verður ikki eftir, um skjølini annars innihaldsliga eru í lagi ella ikki og heldur ikki, um nakað manglar, tvs. tað er eingin undanviðgerð av skjølum.

Tinglýsingin kann sum myndugleiki ikki veita løgfrøðiliga ráðgeving. Um tú ert í iva um, hvørt tú kanst fáa rættindi tinglýst, verður víst til at seta seg í samband við ein serkønan ráðgeva, t.d. ein advokat.

Málsviðgerðartíð

Longdin á viðgerðartíðini er skiftandi og broytist eftir, hvussu nógv virksemi er í samfelagnum og eru hetta viðurskifti Tinglýsingin ikki hevur ávirkan á. Men við tilrættisleggjan av arbeiðnum verður miða eftir at avgreiða tinglýsing av skjølum soleiðis, at hesi verða avgreidd seinast 10 dagar eftir teirra tilmelding til dagbókina.

Oyðubløð

Skjøl skulu latast inn í seinasta lagi kl. 12.00 gerandisdagar fyri at vera roknað sum fráboðaði tann dagin.

Øll skjøl, sum skulu tinglýsast, verða at senda til Umhvørvisstovuna og samstundis skal peningur fylgja við ella kvittan frá peningastovni. Móttøkan á Umhvørvisstovuni tekur ímóti Visa korti.

Kontonnummar, sum peningur kann flytast á

P/F Betri Banki         9181 – 1752911
P/F Bank Nordik       6460 – 1725221

Tinglýsingargjøld

Tinglýsingargjald1.000 krónur
Keyp og søla av føst ogn1% av keypsprísinum (+ tinglýsingargjald).
Veð1% av veðtryggjaðu upphæddini (+ tinglýsingargjald).
Ognarfyrivarni1% av upphæddini (+ tinglýsingargjald).
Váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit o.l.50 krónur

Tinglýsingargjaldið (1000 krónur) er heimilað í Løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015.

Tinglýsingar avgjaldið (1% av keypsprísi, veðtryggjaðari upphædd ella av upphæddini) umframt gjald fyri váttanir, avskriftir o.l. er heimilað í Løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020.

Keyp av fastogn – fyri útlendingar

Sambært Løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 um at keypa fastogn í Føroyum kunnu: 

  1. Persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum ella áður hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, og
  2. ríkisborgarar, sum hava búð í ríkinum í samanlagt 5 ár,

keypa fasta ogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrismanninum.

Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, sum hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu á sama hátt keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum.

Øll ognarheimildarskjøl, t.e. skeytir, ognarbrøv, skiftirættarváttanir skulu innihalda eina av hesum váttanum.

Fyri vanligar persónar skal hesin teksturin standa frammanfyri undirskriftirnar: 

“Við mínari undirskrift vátti eg við trú og heiður, og undir revsiábyrgd sambært § 161 í revsilógini, at eg lúki eina av treytunum í løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 fyri at kunna keypa ella á annan hátt ogna mær fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum, við tað:

 at eg havi fastan bústað í Føroyum.

 at eg áður havi búð í Føroyum í samanlagt 5 ár.

 at eg eri ríkisborgari og áður havi búð í ríkinum í samanlagt 5 ár.

 at fastognin er ognað sambært § 3 í løgtingslógini.”

Váttanin skal innihalda eina av omanfyristandandi fortreytum.


Er talan um feløg ella aðrar løgfrøðiligar persónar, skal teksturin áðrenn undirskriftirnar verða hesin: 

“Við mínari undirskrift vátti eg vegna felagið/løgfrøðiliga persónin við trú og heiður, og undir revsiábyrgd sambært § 161 revsilógini, at felagið/løgfrøðiligi persónurin lýkur eina av treytunum í løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 fyri at kunna keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn uttan loyvi frá landsstýrismanninum, við tað:

 at felagið/løgfrøðiligi persónurin hevur høvuðssæti í Føroyum.

 at fastognin er ognað sambært § 3 í løgtingslógini.”

Váttanin skal innihalda eina av omanfyristandandi fortreytum.

Gevið gætur! Um váttanin, sum víst er omanfyri, ikki stendur skrivað í ognarheimildarskjalinum, so verður tað burturvíst.