Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.
Um stovnin
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum. Stovnurin
fevnir um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking,
orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort,
matrikul, tinglýsing, landsfólkayvirlit og vápnaskrá.
Umhvørvisstovan virkar fyri at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingi
og gera rættarbundnar staðfestingar. Við at vísa á okkara náttúruvirði og
upplýsa og kunna um náttúru og umhvørvi virkar Umhvørvisstovan fyri at
fremja umhvørvisvinarligan hugburð og stimbra burðardyggari menning.
Umhvørvisstovan virkar fyri at røkja tær altjóða avtalur, sum Føroyar
hava sett í gildi. Umhvørvisstovan tekur lut í norðurlendskum og altjóða
samstarvi.
Umhvørvisstovan miðar eftir at vera ein virkin fyrisiting við fremsta
serkunnleika innan tey ábyrgdarøki, sum stovnurin røkir. Stovnurin sær
tað, at kunna borgaran, myndugleikar og áhugabólkar, sum ein týðandi
lut í virksemi stovnsins.
Grønur innkeypspolitikkur
Umhvørvisstovan vil vera í fremstu røð, tá talan er um at keypa inn umhvørvisvinarligt, vera fyrimynd fyri aðrar almennar stovnar og eisini vera við til at eggja øðrum at keypa umhvørvisvinarligt.
Tá keypt verður vil Umhvørvisstovan ikki einans hyggja eftir kostnaði, men eisini eftir rakstrarkostnaði og livitíð hjá vørum.
Umhvørvisstovan vil, har tað er møguligt, keypa vørur framleiddar í Føroyum, um veitarar kunnu veita vøru, ið livir upp til umhvørviskrøvini Umhvørvisstovan setir.
Umhvørvisstovan vil við sínum umhvørvispolitikki, gera sítt til, at innkeyp av vørum verður gjørt á ein so umhvørvisvinaligan máta sum til ber.
Innkeypspolitikkurin er í fyrstu atløgu galdandi fyri fylgjandi vørubólkar:
• Bleytt pappír
• Kopi- og skrivipapír
• Vaski- og reingerðarevni
• Teldur
• Skermar
• Printarar
Tænastugjøld
Her er eitt yvirlit yvir kostnaðir fyri tænastur, ið Umhvørvisstovan veitir.
Starvsfólkayvirlit
Tað starvast umleið 70 fólk á Umhvørvisstovuni.
Leys størv
Einki leyst starv í løtuni.
Sjálvboðin umsókn
Umhvørvisstovan tekur ímóti sjálvbodnum umsóknum. Les meira og send eina sjálvbodna umsókn her.
Starvsvenjing og ritgerðir
Skalt tú skriva eina ritgerð ella í starvsvenjing? Umhvørvisstovan samstarvar fegin um starvsvenjing og ritgerðir. Ring til okkara ella send okkum ein teldupost.
Umhvørvisstovan
móttøka
Samband og upplatingartíðir
Skalt tú hava fatur á okkum? Um tú ikki veist, hvønn tú skalt tosað við, set teg so í samband við høvuðsskrivstovuna hjá okkum.
Høvuðsskrivstovan

Telefon: | +298 342400 |
Teldupostur: | us@us.fo |
Avgreiðslutíð: | mán. – frí. 10.00 – 15.00 |
Telefontíð: | mán. – frí. 10.00 – 15.00 |
Adressa: | Traðagøta 38, 165 Argir |
Postadressa: | Box 2048, FO-165 Argir |
V-tal: | 405388 |
GLN/EAN nr.: | 5797100000737 |
Landsfólkayvirlit

Telefon: | +298 358050 |
teldupostur: | lfy@us.fo |
Telefontíð: | mán. – frí. 10.00 – 12.00 |
Adressa: | Traðagøta 38, 165 Argir |
Postadressa: | Box 2048, FO-165 Argir |
Tinglýsing

Telefon: | +298 358020 |
e-mail: | us@us.fo |
Telefontíð: | mán. – frí. 10.00 – 12.00 |
Adressa: | Traðagøta 38, 165 Argir |
Postadressa: | Box 2048, FO-165 Argir |
Skógrøkt

Telefon: | +298 342400 |
Teldupostur: | us@us.fo |
Telefontíð: | mán. – frí. 10.00 – 15.00 |
Upplatingartíðir – Plantusølan | týs. – frí. 12.00 – 16.00 |
Bústaður | Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík |
Postadressa | Box 2048, FO-165 Argir |