Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisvernd

Við støðið í umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini arbeiðir deildin Vernd við umhvørvismálum í breiðum høpi. Tú kanst lesa lógirnar her.

Endamálið er at verja umhvørvi móti dálking. Best er at fyribyrgja, men annars at minka mest møguliga um dálkingina.

Her kanst tú lesa meiri um arbeiðsøkini.

Á hesi síðu

Arbeiðsøkir

At klaga um umhvørvi

Er tú ónøgdur við umhvørvisviðurskifti, so skal tú klaga til kommununa ella Umhvørvisstovuna, alt eftir, hvør er umhvørvismyndugleiki. Út frá klaguni verður ein avgerð tikin, t.d. eini boð um at rudda upp ella eini forboð ímóti at brúka køst. Er avgerðin ikki tær til vildar, kann hon kærast.

Klagur til kommununa

Dømi um klagur, sum skulu sendast til kommununa:

Kommunan er umhvørvismyndugleiki á staðnum, og tað er tí har tú skal klaga. 

Ofta er best at senda eina skrivliga klagu, har tú greiðir frá trupulleikanum. Um tit eru fleiri, sum hava ampa av sama trupulleika, so er skilagott at gera vart við tað.

Klagur til Umhvørvisstovuna

Kommunur hava ikki eftirlit við virkjum, sum Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent, t.d. alifeløgum, brennistøðum, tyrvingarplássum o.a. Tá er Umhvørvisstovan eftirlitsmyndugleiki, og tú skal klaga til okkum.

Eisini ber til at klaga til Umhvørvisstovuna, um kommunan ikki loysir ein trupulleika, sum tú hevur klagað til kommununa um.

Umhvørvisstovan viðger tó einans klagur um kommunal viðurskifti, tá borgarin kann vísa á at hann sjálv/ur hevur roynt at gjørt kommununa varðuga við viðurskiftini, helst meira enn eina ferð, og bæði munnliga og skrivliga.

Klagur til Umhvørivsstovuna skulu helst vera skrivligar, og avrit av brævasamskiftinum við kommununa skal sendast saman við.

Um at kæra eina avgerð hjá Kommunustýrinum

Er tú ónøgd/ur við avgerð, sum kommunan hevur tikið um eitt umhvørvisverndmál, so ber til at kæra til Umhvørvisstovuna.

Kæran skal latast tí myndugleika, sum hevur tikið avgerðina, t.e. kommununi. Kommunan hevur skyldu til at vegleiða tær nærri um hvussu tú kanst kæra avgerðina.

Kommunustýrið skal síðani senda øll skjøl, sum hava týdning fyri viðgerðina av kæruni, til Umhvørvisstovuna.

Avgerðir, sum Umhvørvisstovan tekur, kunnu kærast til landsstýrisfólki við umhvørvismálum.

Um at kæra eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni

Avgerðir, sum Umhvørvisstovan tekur, kunnu kærast til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum. Til dømis treytir í eini umhvørvisgóðkenning ella eini boð um ikki at larma, dálka ella annað.

Kæran skal fyrst sendast til Umhvørvisstovuna, sum síðan sendir hana víðari til landsstýrisfólki við umhvørvismálum, saman við neyðugum skjølum.

Freistin fyri at kæra er fýra vikur frá tí degi, at avgerðin varð fráboðað ella varð almannakunngjørd.

Avgerðin, sum landsstýrisfólki tekur í kærumálinum er endalig, tvs. at hon ikki kann kærast til annan myndugleika. 

Hvør hevur kærurætt?
Kærurætt hevur í fyrsta lagið tann, sum varðar av avgerðini, t.e. tann, sum fær boð ella forboð frá einum myndugleika. Tað kann eisini vera ein, sum søkir um eitthvørt, t.e. umhvørvisgóðkenning.

Kærurætt hava eisini tey, hvørs viðurskifti verða beinleiðis ávirkað av avgerðini, t.e. viðvíkjandi arbeiðs- og inntøkumøguleikum, í sambandi við bústað o.s.fr.

Dømi um skriv

Fyri at gera tað lættari hjá kommunum at fara rætt fram fyrisitingarliga t.d. tá borgari skal fáa ætlanarskriv ella fáa boð um eitthvørt, hava vit her savnað nøkur dømi um skriv, sum kommunur kunnu brúkast sum dømi ella sum fyrimynd.

Ætlanarskriv – Ampi av royki frá brenning í ovni

Ætlanarskriv – boð um at taka hús niður

Ætlanarskriv – Bilvrak og annað órudd á ogn

Skriv um lívrunnið burturkast á ogn

Burturbeining av tøðum

Vegleiðingar og reglugerðir

Use and Discharge of Offshore Chemicals. Requirements for Documentation

Vegleiðandi virði fyri TKB í sjógvi

Báturin – ein rein gleði – Boating – a pure pleasure

Leiðreglur fyri endurnýtslu av spillivatnsevju

Vegleiðing 01/2009: Korttilfar í spillivatnsætlanum

Vegleiðing 03/2017: Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði

Vegleiðing 04/2010: Rætningslinjur fyri taðing við fiskasúrløgu

Vegleiðing 05/2010: Brenning av timbri o.a.

Vegleiðing 06/2010: Burturbeining av asbest

Vegleiðing 07/2010: Gamlir el-steyrar á spæliplássum

Vegleiðing 09/2010: Órudd og burturkast á almennum økjum

Vegleiðing 10/2010: Áheitan um boð ella forboð

Vegleiðing 12/2011: Umhvørvisárinsmeting av ætlanum við uppsetan av vindmyllum

Vegleiðing 13/2011: Vegleiðing um óljóð 

Vegleiðing 14/2012: Vegleiðing um niðurtøku av eldsløkkiskipanum við halóni

Vegleiðing 15/2015: Vegleiðing til virki, sum framleiða ella umvæla pakning, plattar o.a. úr innfluttum viðgjørdum viði

Vegleiðing 16/2016: Vegleiðing um góðkenning og umhvørvisárinsmeting av verkætlanum á sjónum og í sjóvarmálanum

Vegleiðing 17/2016: Vegleiðing um krøv til rottangar

Vegleiðing 19/2018: Umhvørviseftirlit við alivirksemi á sjónum

Guidance 19/2018: Environmental Monitoring of Fish Farming

Vegleiðing 20/2019: Fyribyrging og týning av rottu

Vegleiðing 21/2023: Umhvørviseftirlit við alivirksemi á sjónum

Starvsfólk á Vernd

Sigga Jacobsen

Deildarleiðari

Birita Fritleifsdottir Kjærbæk

Umhvørvismál

Fía Niclasen

Samskipari fyri Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi, NBM

Halla Weihe Reinert

Umhvørvisgranskari

Helena Davidsen

Náttúru- og umhvørvismál

Jóna Ólavsdóttir

Samskipari fyri norðurlendska programmið náttúruloysnir

JonaO@us.fo +298 234345

Cand.scient.adm.

Les meira

Katrin Haraldsdóttir Jensen

Umhvørvismál

Lise Helen Ofstad

Náttúru- og umhvørvisdátur

Katrin Hoydal

Umhvørvisgranskari

KatrinH@us.fo +298 342471

Lívfrøðingur, phd.

Les meira

Maria Gunnleivsdóttir Hansen

Umhvørvismál

MariaGH@us.fo +298 342443

Lívfrøðingur

Rakul Mortensen

Umhvørvismál

RakulM@us.fo +298 342474

Umhvørvisevnafrøðingur

Roar Olsen

Umhvørvismál

Rúna Hjelm

Umhvørvismál

Sjúrður Hammer

Náttúru-og umhvørvisgranskari

SjurdurH@us.fo +298 342448

Lívfrøðingur, phd.

Suni Petersen

Umhvørvismál

Theresa Jákupsdóttir

Náttúru- og umhvørvismál