Luft og veðurlag
Luftin á okkara leiðum er vanliga rein og góð. Men luftin kann verða dálkað, t.d. orsakað av nógvari bilferðslu, ella keldum í øðrum londum, t.d. har kol enn verður brúkt sum brennievni.
Vakstrarhúsgass
Útlát av vakstarhúsgassi og veðurlagsbroytingar, er ein av stóru alheims umhvørvistrupulleikunum. Keldurnar til útlát av vakstrarhúsgassi stava í stóran mun frá brenning av olju, koli og øðrum fossilum brennievnum. Øktu nøgdirnar av vakstrarhúsgassi í lofthavinum virka sum ein eyka bjálving av jørðini, við tað, at tær halda aftur hita, sum annars hevði farið út í rúmdina. Halda vit á at økja um útlátið av vakstrarhúsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og ymiskar broytingar í veðurlagum fara at merkjast.
Vit hava her savnað saman tilfar um veðurlagsbroytingar og útlát av vakstrarhúsgassi, fyri at lýsa hesi evni nærri og vísa á hvørji árin CO2 útlát hevur á umhvørvið.
CO2-roknarin
Endamálið við CO2 rokniamboðnum er at hjálpa fyritøkum, stovnum og øðrum við at útrokna og síðani minka sítt CO2 útlát fyri at ganga vísindaligum metingum á møti um at hálvera CO2 útlátið í 2030.
Her ber til at taka niður nýggja CO2-roknaran, sum er eitt nýtt amboð hjá fyritøkum, stovnum o.ø. at rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi.