Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vakstrarhúsgass

Vit hava her savnað saman tilfar um veðurlagsbroytingar og útlát av vakstrarhúsgassi, fyri at lýsa hesi evni nærri og vísa á hvørji árin CO2 útlát hevur á umhvørvið.

Útlát av vakstarhúsgassi og veðurlagsbroytingar, er ein av stóru alheims umhvørvistrupulleikunum. Keldurnar til útlát av vakstrarhúsgassi stava í stóran mun frá brenning av olju, koli og øðrum fossilum brennievnum. Øktu nøgdirnar av vakstrarhúsgassi í lofthavinum virka sum ein eyka bjálving av jørðini, við tað, at tær halda aftur hita, sum annars hevði farið út í rúmdina. Halda vit á at økja um útlátið av vakstrarhúsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og ymiskar broytingar í veðurlagum fara at merkjast.

Á hesi síðu

Hvat er vakstrarhúsgass?

Vakstrarhúsgass kunnu samanberast við glasið í einum vakstrarhúsi, tí tey, eins og glasið, forða fyri, at hitin, sum ljósið frá sólini skapar á jørðini, sleppur út aftur.
Jú størri nøgdin av vakstarhúsgassi er í luftini, jú minni av hita sleppur út í himmalrúmið, og jú meira økist hitin á jørðini. 

Natúrligu vakstrarhúsgassini fevna um vatndamp (H2O), koldioxid (CO2), metan (CH4) og láturgass (N2O). Hesi gass gera, at miðalhitin á jørðini er á leið 15°C og ikki minus 18°C, sum hitin hevði verið, um ongi vakstrarhúsgass vóru. Vatn, koldioxid og metan koma frá natúrligum tilgongdum, sum eisini høvdu farið fram, um eingi menniskju vóru á jørð.

Mannaskapt útlát av CO2, CH4, N2O og sokallaðu F-gassunum, elva til eina enn størri upphiting av jørðini. Orsakað av mannaskaptu útlátunum av vakstarhúsgassi, er miðalhitin á jørðini síðstu 100 árini øktur við umleið 0,7°C.

F-gassini, eru gass, sum innihalda fluor, t.d. perfluorcarbon (PFC), hydrofluorcarbon (HFC) og svávulhexafluorid (SF6). Útlát av hesum gassum stava fyrst og fremst frá ídnaðarligum tilgongdum og frá nýtslu av kølitólum og øðrum.

Fyri at kunna samanbera, hvussu stóra upphiting einstøku vakstrarhúsgassini hava, verður mátieindin GWP (Global Warming Potential ella upphitingarevni) brúkt. GWP sigur, hvussu stórt upphitingarevni eitt vakstrarhúsgass hevur, í mun til upphitingarevnið hjá CO2, í báðum førum í eitt 100 ár tíðarskeið. Upphitingarstyrkin hjá CO2 er sett til 1.

Eitt lítið útlát av einum gassi við høgum upphitingarevni, t.d. SF6, kann føra við sær størri upphiting, enn eitt stórt útlát av einum gassi við lítlum upphitingarevni, t.d. CO2.

CO2 – ikki bara gass!

Fyri nógv er CO2 okkurt, sum tey hava hoyrt um í skúlanum.  Men hvaðani stava tey 750.000 tonsini av CO2, sum vórðu leidd út í Føroyum í 2008?
Les her, um tú vil vita meira um CO2, brenning og útlát.

Brenning er ein tilgongd, sum kemur fyri nógva staðni. Til dømis er eisini talan um brenning tá livandi kyknur fáa orku úr matinum vit eta. Tí er CO2 eitt viðkomandi evni at læra um í skúlanum, bæði í evnafrøði og í lívfrøði. Niðanfyri verður komið nærri inn á tann meira tekniska og evnafrøðiliga partin við brenning.

Hvat er brenning?

Brenning er tað, sum hendir tá lívrunnið tilfar og ilt renna saman og “reagera”. Vit kunnu brúka bál sum dømi. Tá báli brennir, kemur ilt úr luftini og bindist til lívrunna tilfarið, t.d. træ, papír. Burturúr hesum kemur CO2 (umframt vatndampur) . Av tí at CO2 er ein lit- og luktleys gass, kann CO2 hvørki síggjast ella luktast. Er roykurin frá bálinum svartur, er tað sót.

Nógv dømi eru um brenningar. Tann størsta keldan til CO2 í Føroyum, er brenning av olju, t.d umborð á skipum ella í bilum. Tá olja verður brend, hendir ein “forbrenning” í motorinum, har ein neisti frá einum tendrirøri ger, at olja og ilt renna saman. Hervið skapast eitt trýst, sum í síðsta enda fær stemplini í motorinum at koyra og framdrift kemur á. Aftur er CO2, umframt vatndampur, úrslit av hesi tilgongd. Eins og við bálinum endar CO2 frá motorinum í luftini.  Nú er altso talan um útlát av CO2.

Fyri hvørt tons av olju, sum verður brent, fáa vit góð trý tons av CO2. Tað er tí, at hvørt mýl av CO2 vigar góðar tríggjar ferðir so nógv sum hvørt mýl av kolevni (C).

Olja kann brúkast til annað enn at skapa framdrift. Við at brenna olju fæst nevniliga eisini hiti. Oljan í oljutangunum, sum tey flestu enn hava heima við hús, verður brúkt til at halda hús heit og fjálg. Tað, sum hendir, tá oljan í oljutanganum verður tikin inn í oljufýrið, er eisini ein brenning. Nú er tað ikki trýstið, sum stavar frá samanrenningin millum olju og ilt, sum gagn verður fingið burturúr. Hinvegin er tað hitin frá brenningini, sum verður brúktur til at upphita vatn, sum er í tanganum í oljufýrinum. Heita vatnið verður síðani pumpað runt í radioatorunum í húsinum, har tað hitar luftina í rúmunum.  Meira vit skrúva frá, meira olja verður brend í oljufýrinum og meira CO2 verður latið út gjøgnum skorsteinin.

Útlát av CO2

Góð 750.000 tons av CO2 vórðu leidd út í Føroyum í 2008. Av hesum stavar nógv tann størsti parturin frá brenning av teimum umleið 220.000 tonsunum av olju, sum vórðu innfluttar til landið í 2008.

Ein góður fjórðingur av allari oljuni, á leið 63.000 tons, vórðu brúkt í motorum umborð á skipum, t.v.s. at oljan varð brúkt til at fáa orku til at sigla og at fáa veiðuna umborð.

Gott  30.000 tons av olju vórðu brúkt til at fáa hjólini at mæla á teimum út við 30.000 bilunum og akførunum, sum eru skrásett í Føroyum.  Aftur her er talan um, at brenning av olju, verður brúkt til at skapa framdrift.

Umframt bilar og akfør, verður olja eisini brend umborð á flogførum og tyrlum.

Til at hita upp hús og bygningar annars, fóru gott og væl 50.000 tons av olju. Burturúr hesum komu 165.000 tons av CO2.

Rørsluorka og hitaorka

At enda kann staðfestast, at av teimum 220.000 tonsunum av olju, sum vórðu brend í 2008, fóru út við 150.000 tons til at fáa kemisku orkuna í oljuni gjørda um til rørsluorku í bilum og umborð á skipum, flogførum og tyrlum og til at framleiða streym. Hini 70.000 tonsini av olju vórðu brend, fyri at fáa kemisku orkuna í oljuni gjørda um til hitaorku í húsum, bygningum og í ídnaðinum!

Oljan er syndarin!

At brenna olju er størsta keldan til útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum. Meiri enn 90 % av útlátinum stava beinleiðis frá orkunýtsluni í samfelagnum. Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi er tí í stóran mun tengt at oljunýtsluni. Økist oljunýtslan, veksur útlátið, og øvugt: fellur oljunýtslan, minkar útlátið. So einfalt er tað.

Tí er tað av stórum týdningi, at vit í Føroyum minka nýtsluna av oljuúrdráttum. Yvirskipað eru tveir mátar at minka um oljunýtsluna: Vit mugu økja orku frá varandi orkukeldum og vit mugu gagnnýta hana skilabetri. Tað er ikki smávegis minkingar av CO2-útlátinum, ið kunna spyrjast burtur úr munadyggari orkunýtslu. Og tað ber væl til hjá brúkarum at brúka orkuna skynsamari, og harvið minka um útlátið.

Umhvørvisliga eru avleiðingarnar av økta útlátinum av vakstarhúsgassi stórar, og broytingarnar í veðurlagnum fara at hava ógvulig árin á náttúruna. Eisini er tað ein stórur samfelagsligur trupulleiki, at vit eru so heft at oljuni. Sveiggj í oljuprísinum hava beinleiðis ávirkan á okkum øll. Vinnan, og serliga fiskiflotin, verður meint raktur av hækkandi oljuprísum, men eisini vanligi brúkarin fær trupulleikar, um oljuprísurin hækkar.

Tí er tað ein samfelagsligur fyrimunur, um føroyingar gerast minni heftir at oljuni. Og so gagnar tað eisini umhvørvinum.

Útlátshagtøl

Áhaldandi trýstið á heimsins lond um at minka um  CO2 útlátið, ger tað neyðugt at fylgja við, hvussu nógv verður leitt út á hvørjum ári. Tí er eitt av krøvunum í altjóða veðurlagssáttmálanum júst útlátsuppgerðir.

Fyrstu ferð vit í Føroyum gjørdu upp útlátið av vakstrarhúsgassi var í 2001, tá frágreiðingin “Útleiðing av veðurlagsgassi í Føroyum 1990-2001” varð givin út.

Í 2004 vórðu tølini dagførd, og ein dagførd frágreiðing “Útlát av veðurlagsgassi í Føroyum. Uppgerð dagførd fram til 2003”  varð gjørd. Síðani 2007 eru tølini gjørd upp árliga.

Trýst á knappin niðanfyri, fyri at síggja hagtøl um føroyska útlátið.

Útleiða føroyingar meira CO2 enn onnur?

Javnan hoyrist, at føroyingar dálka illa og at vit pr. íbúgva leiða út størstu mongdirnar av CO2. Er hetta veruliga soleiðis? Les nærri. 

Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv vakstrarhúsgass hvør føroyingur í miðal leiðir út um árið. Tað er bara at býta samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi við fólkatalinum í Føroyum.

Í 2020 var samlaða útlátið av vakstarhúsgassi í Føroyum 1,3 mió. tons av CO2 eindum, og við ársbyrjan í 2020 búðu 52.116 fólk í Føroyum. Hetta gevur eitt miðalútlát fyri hvønn føroying sum er 25 tons av CO2 eindum.

Um vit trekkja útlátið, sum stavar frá bunkringum hjá útlendskum fiskiskipum í Føroyum, frá, er samlaða útlátið 1,0 mió. tons av CO2 eindum. Tá verður miðalútlatið fyri hvønn føroying 19,4 tons av CO2 eindum.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógv tons av vakstrarhúsgassi hvør føroyingum í miðal leiddi út um árið, árini 1990-2020, ávíkavist tá útlendsk fiskiskip eru tald við og uttan útlendsku fiskiskipini.

Tað sæst, at útlátið av vakstrarhúsgassi fyri hvønn føroying er hækkað munandi seinnu árini.

Hvussu nógv CO2 útleiða onnur lond fyri hvønn íbúgva? Sí t.d. síðuna hjá Globalis.dk niðanfyri.

Co2 útlát fyri hvønn íbúgva

Men merkir hetta, at føroyingar, samanborið við aðrar tjóðir, dálka nógv við CO2? Einfalda svarið er ja, tí fakta er, at útroknaða talið er høgt.

Tó kann spurnartekn setast við, um tað er rímiligt at gera beinleiðis samanberingar millum útlátið hjá einum føroyingi við útlátið hjá einum norðmanni, týskara, indara, amerikumanni ella einum íslendingi. Viðurskiftini í teimum einstøku londunum eru sera ymisk landafrøðiliga og samfelagsliga, og eitt nú kann stórur munur vera á orkukeldum, vinnustrukturi og um tøkniligar fyritreytir eru til staðar fyri at leggja um til varandi orku.

Skjótt syftir seiðir og tunga takið

Í 2008 heitti Landsstýrið á Umhvørvisstovuna um at standa fyri arbeiðsbólki, ið skuldi tilevna eitt uppskot til virkisætlan um at minka útlátið av vaksttarhúsgassi.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum, sum bleiv mannaður við umboðum fyri avvarðandi aðalráð og stovnar, var at lýsa, greina og mæla til tiltøk, ið kunnu minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Skjótt syftir seiðir og tunga takið vísir, at eyðsýndir møguleikar eru at minka útlátið hjá flest øllum útlátsbólkum, og verða tiltøkini framd, kann samlaða CO2-útlátið skerjast við einari helvt. Fram til 2020 kann útlátið skerjast við umleið 35%.

Skjótt syftir seiðir eru átøk, sum kunnu fremjast lutfalsliga skjótt og lætt, og sum kunnu minka munandi um útlátið av vakstrahúsgassi. Tunga takið eru tiltøk, ið eru drúgvari at fremja.