Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Lendisnýtsla

Hesin parturin av uppgerðini er um útlát og upptøku av vakstrarhúsgassi frá/í lendi – ein sokallað ‘LULUCF-uppgerð’, sum er stytting fyri Land Use, Land-Use Change and Forestry.

LULUCF-uppgerðin fevnir um útlát og upptøku, sum er tongd at mannaskaptari nýtslu av lendi. Kjarnan í eini LULUCF-uppgerð eru hesi sløgini av lendi:

Við støði í topografisku kortunum frá 2016 hevur Umhvørvisstovan mett um víddina á hesum sløgum av lendi í Føroyum.

Í 2021 var LULUCF-uppgerðin á fyrsta sinni partur av føroysku uppgerðini. Tey tølini eru fyri árið 2020. Av tí at lendisnýtsla ikki broytist stórvegis millum einstøk ár, eru tølini fyri 2020 brúkt í uppgerðum fyri 2021-2025. Ætlanin er at dagføra LULUCF-tølini fimta til tíggjunda hvørt ár. Nærri upplýsingar um LULUCF-uppgerðina eru í frágreiðing frá Aarhus Universiteti.[1]


[1] https://dce2.au.dk/pub/SR518.pdf

Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá lendisnýtslu á leið 35 túsund tons í 2020, sum svarar til á leið 3 % av samlaða útlátinum í 2025. At kalla alt útlátið frá lendisnýtslu er CO2 frá drenaðum graslendi, drained organic soils. Sambært uppgerðini eru 4.650 hektarar av teimum íalt 97.807 hektarunum av graslendi, organisk graslendi (mólendi). T.v.s. graslendi við lutfalsliga nógvum kolevni. At grava veitir í mólendi, elvir til útlát av vakstrarhúsgassi. Orsøkin er, at veitirnar gera, at súrevni í luftini oksiderar tað lívrunnað tilfarið í mónum til CO2.

Trø taka ímóti og binda CO2. Sambært LULUCF-uppgerðini verða 1,4 tons av CO2 á hvørjum ári  bundin í viði í viðarlundum. Frá bygdum øki er útlátið 1,4 tons av CO2-eindum um árið. Hetta er útlát, sum stavar frá tá lendi, so sum bøur, verður grivið út.

Útlát frá dyrkaðum lendi ikki roknað. Hetta er tí, at víddin er sera lítil og útlátið tí avmarkað. Útlát frá vátlendum er heldur ikki gjørt upp. Vátlendi, sum eru drenað, elva til útlát av vakstrarhúsgassi, eins og mólendi. Av tí, at tøl fyri víddir av drenaðum vátlendi vanta, er útlátið ikki er roknað. Arbeitt verður við hesum.

Fyri at gera upp útlát og upptøku av vakstrarhúsgassi frá nýtslu av lendi – eina LULUCF-uppgerð – er tørvur á nógvum upplýsingum um lendi, sum ofta ikki eru tøkar. Útrokningarnar byggja ofta á metingar, sum eru gjørdar undir ávísum fyritreytum. Tølini í hesi fyrstu LULUCF-uppgerðini frá 2020, skulu tí takast við fyrivarni. So hvørt sum fleiri dátur um lendi o.a. verða tøkar, ber til at gera eina neyvari LULUCF-uppgerð.


[1] https://dce2.au.dk/pub/SR518.pdf

Vilt tú vita meira: les frágreiðingina um uppgerðin fyri 1990-2025

Kunngerðir