Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útlát av vakstrarhúsgassi

Sambært veðurlagssáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava tikið undir við, skulu øll limalond á hvørjum ári gera uppgerð og boða frá útláti av vakstrarhúsgassi til millumtjóða veðurlagsráðið hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change, IPCC

Umhvørvisstovan ger uppgerð yvir útlátið av vakstrarhúsgassi. Í seinastu frágreiðingini verður tikið saman um uppgerðina tíðarskeiðið 1990-2025. Tølini í hesi frágreiðing verða fráboðað ST í apríl 2027.

Á hesi síðu vísa vit einans høvuðsúrslitini í frágreiðingini.


Samlaða útlátið – høvuðstølini

Uppgerðin vísir, at samlaða føroyska útlátið av vakstrarhús­gassi í 2025 var á leið 954 mió. tons. Roknað í CO2 eindum, var samlaða føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi í 2025 1,1 mió. tons CO2e. Meginparturin av útlátinum var koltvíilta (CO2). Hini vakstrar­hús­gassini eru metan (CH4), láturgass (N2O), og F-gassini hydroflourocarbon (HFC) og svávulhexaflourid (SF6).

Á myndini niðanfyri sæst yvirskipaða gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi. Myndin vísir útlátið við og uttan útlendsk fiskiskip. Tað sæst, at í báðum førum var samlaða útlátið rættiliga støðugt frá 2001 til 2016. Frá 2016 og fram til 2021 vaks útlátið á hvørjum ári. Á fyrsta sinni í 10 ár minkaði samlaða útlátið brádliga og við heili 14 % niður á 1,147 mió. tons av CO2 eindum. Í 2023 fór samlaða útlátið eitt sindur upp aftur til 1,170 mió. tons CO2 eindir men minkaði til 1,098 mió. tons CO2 eindir í 2024. Í 2025 var samlaða útlátið aftur 1,103 mió. tons av CO2 eindum, sum er 0,4 % hægri enn í 2024. Hetta svarar til ein vøkstur uppá áleið 5.000 tons av CO2 eindum.

Hóast tað samlaða útlátið ikki er broytt stórvegis frá 2024 til 2025, eru nógvar broytingar í einstøku bólkunum. Eins og ofta áður ávirka útlendsku fiskiskipini heildarmyndina. Um útlát frá útlendskum fiskiskipum ikki verða tald við, er hækkingin í samlaða útlátinum 4,8 %, sum svarar til eini 45.800 tons av CO2 eindum.

Hyggja vit nærri, eru størstu broytingarnar millum 2024 og 2025 hesar:  

Útlátið økt:

  • Elframleiðsla                                      22 %
  • Ídnaður                                                13 %  
  • Føroysk fiskiskip                                  6 %
  • Akfør                                                       5 %
  • Onnur skip                                             6 %
  • Brenning av burturkasti                     2 %

Útlátið minkað:

  • Útlendsk fiskiskip                    – 28 %
  • Húsarhald                                  – 15 %
  • Handlar og stovnar                 – 11 %
  • Nýtslan av F-gassi o.ø.           – 6 %

Keldur og brúkarar

Í Føroyum eru fimm høvuðskeldur til útlát av vakstrarhúsgassi:

Av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava 83 % frá orku, sum er brenning av olju og burturkasti, 4 % frá nýtslu av F-gassi og øðrum ídnaðargassi, 8 % frá landbúnaði, 3 % frá lendisnýtslu og 1 % frá burturkasti. Sí mynd niðanfyri.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í samlaða útlátinum og útlátið frá teimum fimm høvuðskeldunum: Orka (nýtsla av brennievni), Nýtsla av F-gassi o.ø., Landbúnaður, Lendisnýtsla og Burturkast í tíðarskeiðinum 1990-2025. Fyrst í 90 árunum var samlaða útlátið knapt 800 túsund tons av CO2-eindum um árið. Búskaparkreppan í 90’unum elvdi til eitt munandi fall í útlátinum, niður á góð 660 túsund tons, men sum so líðandi øktist aftur, soleiðis at samlaða útlátið frá 2001 til 2016 var rímiliga støðugt á áleið 900 túsund tons av CO2-eindum um árið.Í orku-politiskum høpi hevur 2010 verið brúkt sum støðisár. Í 2010 var útlátið 1 mió. tons av CO2e við lendisnýtslu og 952 túsund tons CO2e uttan lendisnýtslu íroknað. Í 2017 øktist útlátið ógvusliga við 17 %, og helt vøksturin áfram til 2021, tá útlátið var 1,3 mió. tons av CO2 eindum, sum er hægsta árliga útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum. Økt oljunýtsla, serliga hjá útlendskum fiskiskipum, var høvuðsorsøkin til vøksturin árini 2017-21.

Sum myndin eisini týðiliga vísir, vendi gongdin í 2022, tá samlaða útlátið minkaði heili 14 % í mun til 2021. Hetta serliga orsakað av, at útlendsk fiskiskip bunkraðu munandi minni av olju. Eisini føroysku fiskiskipini bunkraðu nakað minni í 2022 í mun til 2021. Aðrar orsøkir vóru fallandi oljunýtslan hjá húsarhaldum og hjá SEV. Hetta seinna tí at meira vindorka var á elnetinum í 2022. Síðani 2021 hevur útlátið mest verið minkandi ella óbroytt. Í 2023 øktist samlaða útlátið aftur 2 %. Í 2024 fall tað 6 %, og sum tølini í hesi frágreiðing vísa, var samlaða útlátið at kalla óbroytt í 2025 í mun til 2024; ein vøkstur á á leið 0,5 %. Tá útlendsk fiskiskip ikki verða tald við, vaks útlátið 5 %.

Vilt tú vita meira: les frágreiðingina um uppgerðin fyri 1990-2025

Kunngerðir