Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Orka – nýtsla av brennievni

Brenning av olju er nógv tann størsta keldan til útlát av vakstrarhús­gassi í Føroyum. Veksur sølan av olju, veksur útlátið, og øvugt, minkar sølan, minkar útlátið. Myndin vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2025.

Myndin niðanfyri vísir útlátið av vakstrarhúsgassi í 2025, býtt millum høvusðkeldurnar. Útlát frá nýtslu av brennievni, er skipað í brúkarabólkar (bláan lit).

Niðanfyri ber til at lesa meira um einstøku útlátsbólkarnar.

Fiskiskip

Sum áður nevnt, brúktu øll fiskiskip 8 % minni av olju í 2025 enn í 2024. Føroysk fiskiskip bunkraðu 6 % meiri olju og útlendsk fiskiskip heili 28 % minni olju enn í 2024.

Føroysk fiskiskip keyptu eini 80 túsund tons av olju um árið í tíðarskeiðinum 2002-2007. Nýtslan minkaði niður í 60 túsund tons um árið í 2008, tá oljuprísurin fór upp. Síðani 2011 er nýtslan so við og við økt aftur upp ímóti 80 túsund tonsum. Í 2025 bunkraðu føroysk fiskiskip útivið 74 túsund tons av olju í Føroyum, sum er góð 4 túsund tons meira enn í 2024. Sí myndina omanfyri.

Í 2023 og 2024 keyptu útlendsk fiskiskip á leið 45 túsund tons av olju í Føroyum, sum er á leið helvtin av tí, sum varð keypt í 2020-21. Í 2025 keyptu útlendsk fiskiskip á leið 32.500 tons av olju. Ein orsøk til minkingina síðani 2022 er, at ávísir veitarar, vegna revsitiltøk móti Russlandi, ikki lata olju til russisk skip.

Javnan verður spurt, um tað er rætt, at útlát frá brenning av olju, sum útlendsk fiskiskip hava keypt í Føroyum, er við í føroysku uppgerðini. Sambært vegleiðingini hjá IPCC, skal olja hjá fiskiskipum teljast við í útlátsuppgerðini hjá tí landinum, har skipini bunkra. Hetta uttan mun til hvar skipini royna, ella undir hvørjum flaggi tey eru skrásett. Olja, sum russisk fiskiskip keypa í Føroyum, er við í føroysku uppgerðini. Hinvegin, verður tað roknað upp í norsku uppgerðina, tá føroysk fiskiskip bunkra olju í Noreg.

Ein annar afturvendandi spurningur er, hvussu nógva olju føroysk fiskiskip bunkra uttanlands, og hvussu stóran mun tað hevði gjørt, um henda olja varð bunkrað í Føroyum. Hetta er ein viðkomandi spurningur, tí við at rokna alla olju, sum føroysk fiskiskip bunkra yvirhøvur, fáa vit eina rættari mynd av útlátinum, sum stavar frá virksemi við rót í føroyska samfelagnum. Tøl fyri hvussu nógva olju føroysk skip keypa uttan fyri Føroyar eru ikki tøk, men við støði í tølum, sum Umhvørvisstovan hevur fingið frá Hagstovuni [1], sær út til, at føroysk fiskiskip árini 2018-2023 hava bunkrað eini 40-50 túsund tons av olju uttanlands um árið. Tó minni í 2022. Um henda oljan hevði verið bunkrað í Føroyum, hevði oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum verið á leið 50 % hægri árini 2018 – 2023.


[1] Talan er um tøl, sum vísa útreiðslur, sum reiðarí hesi árini hava haft av at keypa olju uttanlands, og sum Hagstova Føroya fær til vega í sambandi við, at Hagstovan roknar handilsjavnin fyri Føroyar. Við støði í einum mettum miðal árligum oljuprísi, umroknar Umhvørvisstovan samlaðu oljuútreiðslurnar til tons av olju. Hesi útroknaðu tøl fyri bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum uttanlands skulu takast við fyrivarni.

El- og hitaframleiðsla

Útlátið frá bólkinum El- og hitaframleiðsla fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av olju á elverkum hjá SEV og frá brenning av burturkasti á brennistøðum. Síðst nevnda verður flokkað sum hitaframleiðsla orsakað av, at avlopshiti frá brennistøðunum verður gagnnýttur (partvíst).


Tilsamans er útlátið hjá SEV og brennistøðunum 17 % av samlaða útlátinum – SEV eigur 15 % og brennistøðirnar 2 %. Útlátið í 2025 var 23 % hægri enn í 2024, bæði samlað og serskilt fyri elframleiðslu, og nærum aftur á sama høga støði, sum tað var í 2021. Tað sama er galdandi fyri SEV, sum hevur 2021 sum metár fyri oljunýtslu.

Í 2022, tá útlátið fall munandi, brúkti SEV á leið 10.500 tons minni av tungolju (8 %). Hetta hóast, at elframleiðslan vaks við tveimum prosentum. Minkingin kom av, at munandi meira av varandi orku varð framleidd í 2022 enn í 2021. Serliga vaks vindorkan heili 67 %.

Síðani 2020 er elframleiðslan økt við nærum 5 % á hvørjum ári, undantikið í 2022. Sama tíðarskeið er orkan úr vindi trífaldað, úr 50.000 kWt til 150.000 kWt. Orkan úr vatni er rættiliga jøvn á 100 túsund kWt, okkurt ár hægri. Av tí at minni av varandi orku fekst til høldar í 2025, 8 % minni av vatni og 4 % minni av vindi, varð neyðugt hjá SEV at brenna 20 % meira av olju í mun til 2024, fyri at nøkta vaksandi tørvin á streymi. Ein týðandi partur av øktu streymnýtsluni skyldast elektrifisering av upphiting av sethúsum, íbúðum o.ø. bygningum.[1] Sambært SEV skyldast afturgongdin í vatnorkuframleiðsluni neyðugar dagføringar á fleiri av vatnorkuverkunum, meðan minkingin í vindorkuni er tí vindmyllur standa stillar í Húsahaga. SEV arbeiðir við einum leisti fyri umvæling av myllunum í Húsahaga.[2]


[1] Hagstova Føroya. UO03030 El-sølan hjá SEV í MWh skift á brúkarabólkar (1997-2024). PxWeb
[2] Tíðindi á www.sev.fo 26. januar 2026. ”Elnýtslan øktist góð 5% í 2025”


51 % av elframleiðsluni í 2025 kom frá varandi orkukeldum. Hetta er 6 % minni enn í 2024.

Brenning av burturkasti

Í 2025 vórðu knøpp 40 túsund tons av burturkasti brend. Hetta er á leið 2 % meira enn í 2024. Nøgdin av brendum burturkasti hevur ligið rættiliga støðugt á leið 40 túsund tons um árið seinastu 4 árini.

Onnur skip

Onnur skip – ið fevnir um skip, ið ikki eru fiskiskip – brúktu 1.138 tons meira av olju í 2025 enn í 2024, útivið tað sama sum í 2023, tó oljunýtslan var metstór fyri bólkin. Talan er um eina øking uppá 6 %, sí myndina niðanfyri.

Útlendsk farmaskip, sum bunkra í Føroyum, verða ikki tald við her, men í altjóða bólkinum International bunkers. Heldur ikki føroysk farmaskip, sum sigla upp á havnir uttan fyri danska kongaríkið, verða tald við. Norrøna bunkrar uttanlands, og er tí heldur ikki við í føroysku tølunum.

Húsarhald

Oljan, sum verður flokkað undir Húsarhaldum og Handlum og stovnum, verður brúkt til at hita bygningar. Húsarhaldini eiga 8 % og handlar og stovnar 3 % av samlaða útlátinum.

Sum tað sæst á myndini omanfyri, hevur oljunýtslan hjá húsarhaldum árini 2010 til 2021 verið rættiliga støðug. Minkingin í útlátinum síðni 2021 bendir á, tað nú gerst alt meira týðiligt, at átøk eru gjørd fyri at minka um tørvin at hita hús upp við olju. At alt fleiri húsarhald hita býli við hitapumpu heldur enn oljufýri er, saman við betri bjálving, óivað ein høvuðsorsøk til, at oljunýtslan minkar. Sveiggj í oljuprísinum kann eisini hava týdning fyri gongdina.

Ídnaður

Ídnaður, t.d. byggivirksemi og matvøru- og fóðurframleiðsla, stendur fyri 10 % av samlaða útlátinum.

Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði minkaði heili 15 % í 2024 í mun til 2023, øktist útlátið aftur við 13 % og til nærum somu nøgd sum í 2023, sí mynd. Orsøkin er, at oljunýtslan hjá Havsbrún vaks við nærum 3.500 tonsum í 2025. Yvirhøvur er tað ofta, at oljunýtslan hjá stóra virkinum í Fuglafirði sæst aftur í tølunum, og sum tí eisini er orsøk til sveiggj í útlátinum frá ídnaðinum, tó aðrar orsøkir eisini eru. Sum dømi var orsøkin til stóra vøksturin í útlátinum í 2023 í mun til 2022 serliga, at nýtslan av olju til fiskamjøl-framleiðsluna á Havsbrún í Fuglafirði vaks tilsamans eini 8 túsund tons, og at byggivinnan brúkti eini 1.500 tons meira av olju.

Akfør

Akfør eiga fyri 10 % av samlaða útlátinum. Akfør fevna um alt útlát, sum stavar frá brenning av olju, sum er keypt á “bensinstøðum” kring landið, eitt nú til bilar, bussar, lastbilar og motorsúkklur.

Samlaða oljunýtslan hjá akførum í 2025 var á leið 34 túsund tons, sum er eini 5 % meira enn í 2024. Eftir at nýtslan av brennievni til akfør samlað sæð hevur verið fallandi, sást í 2025, at sølan av diesel er økt aftur, sí mynd og av somu orsøk vaks útlátið av vakstrarhúsgassi frá ferðslu á vegum samsvarandi. Eftir at útlátið frá akførum er minkað á leið tað sama á hvørjum ári síðani 2021, er tað í 2025 hækkað til á leið sama virði sum í 2023.

Sambært Hagstovuni vaks talið av skrásettum motorakførum við 1.300 – 1.600 bilum á hvørjum ári í tíðarskeiðinum 2017-2022[1], sum var ein munandi øking í mun til undanfarnu tíggju árini. Síðani tá er vøksturin steðgaður, sí Mynd 18 (ovast).  

Støðgur í vøkstrinum í samlaða talinum av akførum saman við, at talið av elbilum økist, hevur fram til í fjør gjørt sítt til, at útlátið av vakstrarhúsgassi frá akførum var minkandi.


[1] Kelda: Hagstova Føroya (Talva:  Skrásett motorakfør skift á slag og sýslur)  

Kunngerðir