Orka
Yvirskipaða endamálið á orku- og elveitingarøkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Orkupolitikkurin snýr seg tískil einamest um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.
Aðalmálið er, at Føroyar skjótast gjørligt gerast óheftar av jarðrunnum brennievnum og í størri mun nýta varandi orkukeldur, eins og umráðandi er, at Føroyar sjálvar hava ræðið á hesum so týðandi luti, bæði búskaparliga og umhvørvisliga.
MVG-endurgjald
Fært tú tær hitapumpuskipan, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið á útbúnaðinum og arbeiðinum at seta hann upp sambært §3 d. í MVG-lógini. Gev gætur, at tú fært ikki endurgoldið meirvirðisgjaldið á tí útbúnaði og arbeiði, sum skal til fyri at knýta skipanina víðari inn í húsini.
Frá 1. januar 2025 er endurgjaldsstigin soleiðis:
Í 2025 verður 75% endurgoldið, í 2026 50% endurgoldið og í 2027 25% endurgoldið.
Í 2028 og fylgjandi ár verður einki meirvirðisgjald endurgoldið.
Til ber at søkja um MVG-afturbering umvegis Vangan.
Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið skulu m.a. hesar treytir vera loknar:
- Talan skal vera um sethús ella bygning, har hitapumpan letur í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni til upphiting og heitt vatn. Restin av nýtsluni skal eisini vera grundað á el.
- Arbeiðið at seta upp hitapumpuskipanina skal vera gjørt av góðkendum installatøri. Er talan um jarðhitaskipan, skal arbeiðið harumframt vera gjørt av góðkendum brunnborara.
- Er arbeiðið gjørt eftir 1. januar 2024, skal avrit av móttøkuváttan frá IRF ella Kommunalu brennistøðini um burturbeining av oljufýrsútbúnaði, sendast inn saman við umsóknini. Hetta er galdandi, tá talan er um uppsetan av hitapumpuskipan í hús og bygningar, sum áður hava brúkt oljufýrsútbúnað til upphiting. Oyðublað kann takast niður her.
- Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, skal arbeiðið verða gjørt og og goldið tað árið.
- Verður arbeiðið gjørt yvir eitt ársskifti, verður tað seinna endurgjaldstigið, ið verður galdandi.
- Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2027.
Eru serligar umstøður, sum gera, at tú ikki hevur Samleikan, kanst tú seta teg í sambandi við okkum á tel. 342400 ella senda okkum ein teldupost á us@us.fo.
Vegleiðing um hitapumpuskipan
Ætlar tú at fáa tær eina hitapumpuskipan, so er at seta seg í samband við ein ella fleiri góðkendar hitapumpuveitarar, og fá góð ráð. Allir hitapumpuveitarar veita ráðgeving um jarðhita og hitapumpur.
Listi av góðkendum hitapumpuinstallatørum er at finna á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, her.
Tá ið tú hevur valt ein góðkendan hitapumpuveitara, virkar hesin í flest øllum førum sum bindilið millum teg, kommunu og borifelag. Hitapumpuveitarin letur umsókn við øllum viðkomandi upplýsingum inn til kommununa. Tað er kommunan sum veitir endaligt loyvi til eina jarðhitaskipan.
Effo Helluorka spf
Óðinshædd 3, FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 343500
Teldupostur:
Heimasíða:
Brunnboring spf
Mylnuvegur 1, FO-620 Runavík
Telefon: +298 2082200
Teldupostur: torkil@brunnboring.fo
Heimasíða: brunnboring.fo
Hitaboring spf
Frammi í Gerði, FO-340 Kvívík
Telefon:
Teldupostur:
Heimasíða:
MS Grevstur
Fossávegur 9, FO-730 Norðdepil
Telefon +298 227626
Teldupostur:
Heimasíða:
Bora spf
Geilin 38
700 Klaksvík
Telefon: +298 288433
Teldupostur: oh@bora.fo
Heimasíða: bora.fo
Jarðhiti pf
Akranesgøta 6
FO-100 Tórshavn
Telefon 278400
jardhiti@jardhiti.fo
Gott at vita:
- Lóg og kunngerð um elriknar hitapumpuskipanir komu í gildi 2012, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 11. apríl 2025. Lógin setir krøv um at bæði brunnborari og hitapumpuveitari eru góðkend. Staðseting til borihol ger hitapumpuveitarin í samráði við teg og brunnborifelag.
- Kommunan sendir umsókn til ummælis hjá Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan sendir ummæli til kommununa.
- Tað er lógarkrav at brunnborifelagið sendir upplýsingar um jarðhitaboringina til kommununa og Umhvørvisstovuna. Hesar dátur verða brúktar í samband við skráseting av jarðhitaholi á kortal.fo
- Tað er eisini lógarkrav, og ábyrgd umsøkjarans, at finna góðkendan hitapumpuveitara til at undirskriva eina viðlíkahaldsavtalu av hitapumpuskipanini.
- Fyri at fáa mvg afturgoldið fyri eina elrikna hitapumpuskipan, er lógarkrav at hitapumpuveitarin er góðkendur.
Orkurenslið í Føroyum
Hvørt ár verður gongdin á orkuøkinum gjørd upp fyri undanfarna árið. Hagtøl verða savnað saman frá oljufeløgunum, Sev, brennistøðunum, Fjarhitafelagnum og øðrum aktørum. Tølini verða síðani viðgjørd og sett inn í eina serliga mynd, sum verður víst niðanfyri.

Norðurlendskt samstarv
Umhvørvisstovan luttekur í Norðurlendskum samstarvið innan orkuskifti.
Frágreiðingar um orkuviðurskifti
Orkuútbyggingarætlan fyri Føroyar
Orkugoymslukanningar
Balancing a 100% renewable electricity system
Teknisk opsamlings rapport – Energilagring på Færøerne
Høring vedrørende fremtidsscenarier for energisystemet på Færøerne
Sammenfatning af scenarier for energilagring på Færøerne
Fleksibelt elforbrug på Færøerne
Stabilitet og udbygning af nettet
Orkupolitikkur
Endamálið við orkupolitikkinum er at gera okkum óheftari at olju við at økja um nýtsluna av varandi orkukeldum og við at gagnnýta orkutilfeingið á besta hátt, tá ið hugsað verður um búskap, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.
Orka.fo
Orka.fo er ein óheft síða. Vit savna royndir og vitan, og royna ikki at selja tær nakað. Vit taka fegin ímóti spurningum. Teir verða svaraðir av fólki, sum arbeiða við orku á Umhvørvisstovuni.
Á orka.fo er vitan tøk hjá teimum, sum umhugsa, hvussu húsini skulu hitast. Hvør besta loysnin er, veldst um hús og umstøður. Vit savna tí royndir frá ymsum húskjum við ymsum tørvi, sum hava valt ymisk sløg av hitapumpum. Eisini ber til at gera orkumetingar og samanberingar fyri tíni egnu hús, umframt at síggja mátingar fyri nøkur hús.

