Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Náttúruvernd

Verja av føroyskari náttúru er skipað eftir lóg um náttúrufriðing og verður hon umsitin av lokalum friðingarnevndum og einari yvirfriðingarnevnd. 

Á hesi síðu

Ramsar

Í 2010 fór táverandi Innlendismálaráð undir at fyrireika útnevningar av Ramsar-økjum í Føroyum. Hetta sambært skyldu í Ramsar-sáttmálanum. Undan tilnevningini høvdu serliga HavstovanNáttúrugripasavnið og Føroya fuglafrøðifelag gjørt eitt drúgt fyrireikingararbeiði at savna og skipa neyðugar dátur og upplýsingar, sum skuldu nágreinast í umsóknarbløðunum til Ramsar-skrivstovuna. Umsóknin varð tilevnað í kjalarvørrinum á einum stórum Ramsar-fundi í Tinganesi, har umboð frá Ramsar-skrivstovuni, fólk úr Danmark, Grønlandi, Íslandi og umboð fyri føroyskar myndugleikar, kommunur og felagsskapir greiddu frá, hvussu farast skuldi fram fyri at útpeika øki.

Náttúrugripasavnið og Havstovan tilevnaðu umsóknina til Ramsar-skrivstovuna, har Nólsoy, Mykines og Skúvoy vórðu innstillaðar til at gerast Ramsar-øki. Á Ramsar-partsfundi í Bukarest í juli 2012 vórðu tilnevningarnar av Nólsoy, Mykines og Skúvoy góðkendar.

14. mars 2013 fingu borgarstjórarnir í teimum trimum tilnevndu Ramsar-økjunum heiðursskjal fyri tilnevningina.
 

Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður í Innlendismálum saman við Suna Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu, Harry Jensen, borgarstjóra í Skúvoyar kommunu og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, beint eftir handanina av Ramsar-heiðursbrøvum.

Í juni 2013 legði táverandi Innlendismálaráð uppgávuna at fyrisita tilnevndu Ramsar-oyggjarnar til Umhvørvisstovuna, herundir at standa fyri arbeiðinum at gera Ramsar-ætlanir fyri Nólsoy, Mykines og Skúvoy.

Rotta

Vit hava øll skyldu at boða frá rottu. Kommunan eigur ábyrgdina at týna rottu. Tí skal kommunan hava fráboðanina sum skjótast, so týningin kann setast í verk.

Tú kanst lesa meira um millum annað tekinum rottu, fyribyrging av rottu og týning av rottu.