Økisvernd
Í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd (náttúruverndarlógini) er í kapitli 4 (§§ 18-33) heimild at skipa ymisk sløg av verndarøkjum við kunngerð.
Ásetingarnar um økisvernd fevna bæði um vernd á landi, eisini í áum, vøtnum, ósum og løkum, og vernd í sjónum á føroysku landleiðini.
Økisvernd
Í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd (náttúruverndarlógini) er í kapitli 4 (§§ 18-33) heimild at skipa ymisk sløg av verndarøkjum við kunngerð.
Ásetingarnar um økisvernd fevna bæði um vernd á landi, eisini í áum, vøtnum, ósum og løkum, og vernd í sjónum á føroysku landleiðini.
Økisvernd verður býtt í fimm verndarflokkar: tjóðgarðar, landslagsverndarøki, náttúrufriðøki, lívøkisvernd og sjóvernardøki.
Tjóðgarðar
- Stór náttúruøki
- Hava ikki verið fyri munandi náttúruinntrivum
Landslagsverndarøki
- Verja landslagið sum heild
- Náttúrulandslag ella røktarlandslag
- Virksemi, sum er í gongd, kann oftast halda fram
Náttúrufriðøki
- Bera í sær hótta, sjáldsama ella viðkvæma náttúru
- Umboða eitt ávíst náttúruslag
- Hýsa serstøk jarðfrøðilig fyribrigdi
- Hava serstakt náttúruvísindaligt virði
- Økir, sum ikki eru órørd, men hava týdning fyri margfeldið
- Virksemi kann í stóran mun avmarkast
Lívøkisvernd
- Verja tørvin hjá einstøkum dýra- ella plantusløgum
- Hava ella kunnu fáa serligan týdning sum vistfrøðilig nyttuøki
Sjóverndarøki
- Verndarvirðir í sjónum
- Virðir í sjónum, sum eru vistfrøðiligar fyritreytir fyri sløgum, sum liva á landi
Skúgvoy
Les faldaran Skúgvoy – Byrjan av verndarmáli her.
Saksun
Les faldaran Saksun – Byrjan av verndarmáli her.
Friðingar sambært náttúruverndarlógini
Mølheyggjarnir Heima á Sandi

Mølheyggjarnir Heima á Sandi eru friðaðir sambært áður galdandi § 6 í náttúrufriðingarlógini. Endamálið við friðingini er at varðveita økið í sínum natúrliga líki. Friðingin ber við sær, at plantur, djór og jarðfrøðilig fyribrigdi skulu varðveitast óbroytt. Myndin vísir friðaða økið.
Tí er forboðið at fremja tiltøk, sum kunnu broyta ella misprýða økið. Hetta fevnir millum annað um bygging og uppseting av steyrum, búðum ella øðrum líknandi, eins og tað er forboðið at taka grót, mold, sand, eyri, leir, plantur ella djór úr økinum.
Sambært áður galdandi § 9, stk. 3, í náttúrufriðingarlógini kann landsstýrið tó, til frama fyri stovnar og einstakar persónar, víkja frá galdandi friðingaravgerðum, um vísindaligar kanningar gera tað neyðugt.
Hetta merkir, at einki kann fara fram í økinum, sum kann broyta ella misprýða náttúruvirðini, uttan so, at undantak verður givið sambært lógini í sambandi við vísindaligar kanningar.
Tá ið vitjað verður í økinum, eigur tí at verða farið fram við fyrivarni og virðing fyri friðingini. Millum annað er ikki loyvt at koyra ella parkera í friðaða økinum, herundir við ATV ella øðrum motorførum.

Leynavatn

Økið Frammi við Gjónna við Mjáuvøtn og Leynavatn, sum samanlagt er 10,98 km2, er friðað sambært áður galdandi § 6 í náttúrufriðingarlógini. Myndin vísir friðaða økið.
Friðingin ber í sær at økið skal varðveitast í sínum natúrliga líki og við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðisligum fyribrigdum skal varðveitast óbroytt. Øll bygging, setan av steyrum, búðum ella øðrum líknandi er ikki loyv, eins og tað er forboðið at taka grót, mold, sand, eyri, leir, plantur ella djór. Fiskaslagið bleikja (Salvelinus alpinus) hevur verið í Leynavatni síðani seinastu ístíð.
Friðingin ber tó ikki í sær avmarkingar av nýtsluni av økinum til landbúnaðarendamál, herundir uppdyrking, sum var í økinum tá friðingin bleiv lýst í 1983. Umhvørvisstovan kann eisini gera frávik frá forboðnum um bygging, tá talan er um bygging til landbúnaðarendamál.
Fjallavatn

Fjallavatn er Føroya næst størsta vatn, og liggur norðarlaga í Vágum.
Fjallavatn er friðað sambært áður galdandi § 6 í náttúrufriðingarlógini. Friðaða økið er samanlagt 2,11 km2. Myndin vísir friðaða økið.
Friðingin ber í sær at økið skal varðveitast í sínum natúrliga líki og við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðisligum fyribrigdum skal varðveitast óbroytt. Øll bygging, setan av steyrum, búðum ella øðrum líknandi er ikki loyv, eins og tað er forboðið at taka grót, mold, sand, eyri, leir, plantur ella djór
Friðingin ber tó ikki í sær avmarkingar av nýtsluni av økinum til landbúnaðarendamál, herundir uppdyrking, sum var í økinum tá friðingin bleiv lýst í 1988. Tó verður sambært áður galdandi § 9, stk. 2, í náttúrufriðingarlógini nýggj uppdyrkan av tí friðaða bannað.
Avveiting av mýrilendinum við landsynnings- og útnyrðingssíðuna má bert fara fram við loyvi frá Umhvørvisstovuni.
Tað er ikki loyvt at pumpa ella á annan víðfevnandi hátt taka vatn úr Fjallavatni.

