Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendskt samstarv

Norðurlendska ráðharraráðið og Norðurlandaráðið (Norðurlendska samstarvið) hava sett sær fyri, at Norðurlond skulu vera burðardyggasta økið í heiminum í 2030. Til tess at røkka hesum máli er gongd sett á fleiri verkætlanir á umhvørvisøkinum. Hesar verkætlanir koma afturat tí áhaldandi arbeiðinum, sum teir ymisku norðurlendsku arbeiðsbólkanir undir ráðharraráðnum umsita.

Á Umhvørvisstovuni raðfesta vit luttøku í norðurlendskum samstarvi. Tað gevur okkum íblástur og vitan, samstundis sum norðurlendsku starvsfelagar okkara verða kunnaðir um føroysk viðurskifti og tað arbeiðið, vit gera á Umhvørvisstovuni.

Starvsfólk á Umhvørvisstovuni eru limir í arbeiðsbólkum og stýrisbólkum innan til dømis lívmargfeldi, kemikaliu, grøna orku og hav og strendur. Harafturat hava samskipararnir fyri ávikavist norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívfrøðiligt margfeldi og norðurlendska visiónsprogrammið um náttúruloysnir skrivstovu á Umhvørvisstovuni.

Á hesi síðu

Arbeiðsbólkurin fyri lívmargfeldi

Norðurlendski arbeiðsbólkurin fyri lívmargfeldi (NBM) hevur til endamáls at steðga tapinum av lívmargfeldi í Norðurlondum og harvið tryggja, at vistskipanir okkara eru haldgóðar og kunnu veita neyðugu tænasturnar, sum skulu til, skulu vit hava somu vælferð og burðardyggan vøkstur í framtíðini.  

Arbeiðsbólkurin verður umsitin av Fíu N. Niclasen á Umhvørvisstovuni.

Fía Niclasen

Samskipari fyri Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi, NBM

Náttúruloysnir

Sum liður í at røkka visiónini um at Norðurlond gerast burðardyggasta økið í heiminum, hevur Norðurlendska ráðharraráðið sett 26 milliónir av til eitt fýra ára programm um náttúruloysnir í Norðurlondum. Programmið er samansett av fimm verkætlanum, sum hava til endamáls at gera tað lættari hjá politikarum og fyrisitingum í Norðurlondum at verkseta náttúruloysnir.

Programmið verður umsitið av Jónu Ólavsdóttir á Umhvørvisstovuni.

Jóna Ólavsdóttir

Samskipari fyri norðurlendska programmið náttúruloysnir

JonaO@us.fo +298 234345

Cand.scient.adm.

Les meira

Sosialir miðlar

Fylg Nordisk Miljø og Klima Samarbejde á LinkedIn og Twitter