Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Matrikul

Uppgávurnar hjá Matrikul eru m.a. at umsita matrikulmál og útskifting av jørð innangarðs og uttangarðs.  Málsviðgerðatíðin kann vera ymisk, alt eftir teim ítøkiligu umstøðunum í málinum. Á innihaldsyvirlitinum niðanfyri sært tú, hvørja kunning tú finnur á hesi síðu. Tú kanst eisini nýta leititeigin, at finna ta kunning tú leitar eftir.

Á hesi síðu

Um oyðubløð og umsóknir

Í umsóknunum skal tilskilast:

  1. Hvør skal gjalda
  2. Undirskrift frá tinglýstum eigara ella fullmakt frá eigara – eigari sæst á Tinglýsing.fo.
    • Fyri partafeløg skal váttan, fyri hvør myndar/bindur felagið, fylgja við – sí Skráseting Føroya
  3. Kort við mátum, sum vísir ognina áðrenn og aftaná. Eisini kann tilskilast um møguliga garður ella annað í lendinum skal vera mark.

Neyðugt kann vera at søkja um fleiri broytingar í einum, sum t.d. marknaumskipan og sundurbýti.

Oyðubløð skulu sendast við telduposti til us@us.fo.

Sundurbýti

Eitt matr. nr. verður til tvey ella fleiri t.d. grundstykkir, neyst og landbúnaðajørð.​

Matrikul skrásetur nýggju matr. nr. á matrikulkortinum og í matriklinum, og boðar Tinglýsing frá um at upprætta nýggj matr. nr. í tingbókini.

Eigaraíbúður

Hvør eigaraíbúðin er at skilja sum egin føst ogn. ​

Bygningurin skal verða bygdur til endamálið. Ummæli og brunaváttan skal fyriliggja frá kommununi ella øðrum myndugleika, áðrenn bygningurin kann frábýtast í eigaraíbúðir.  ​

Síðani ger Matrikul yvirlit og skjøl yvir hvørja íbúð og felagsøkið. ​

Matrikul sendur yvirlit og váttaðu skjølini til eigara.  ​

Hesi váttaðu skjølini skulu síðani sendast Tinglýsing við áheitan um, at ognin verður skrásett sum eigaraíbúðir, antin áðrenn ella samstundis sum skeyti, pantibrøv o.l. fyrstu ferð verða tinglýst.

Marknaumskipan

Tá talan er um ymiskir eigarar:​

Skulu mark rættast upp ella flytast, ella uttangarðsjørð flytast, kann hetta gerast, uttan at skeyti verðu skrivað. Matrikul skrásetur broytingina og boðar Tinglýsing frá.​

Virðið má ikki vera størri enn kr. 50.000,-. Er virðið størri, má søkjast um Sundurbýti til samanlegging.

Tá talan er um somu eigarar er eingin virðisáseting.

Sundurbýti við treyt um samanlegging

Hetta verður gjørt, tá økið, sum skal flytast til annað matr. nr., ikki líkur krøvini til egið matr. nr., ella virðið er størri kr. 50.000,-.​

Hetta hevur við sær, at økið verður frábýtt við treyt um samanlegging við annað matr. nr.​

Umsøkjari skal sjálvur fáa:

  1. tinglýst skeytið til frábýtta økið, soleiðis at tað fær sama tinglýsta eigara sum matr. nr., tað skal leggjast saman við.​
  2. strikað møguligt veð.

Samanlegging

Um tú eigur tvey ella fleiri matr. nr. og vilt hava tey til eitt.  ​

Fyri at leggja saman skal: ​

Marknaseting

Tann, ið ynskir, kann fáa markið móti grannaogn staðfest og merkt. Tá er at venda sær til Umhvørvisstovuna.

 Rættindi til marknaseting kunnu bólkast í tveir bólkar.

1) Tá mørk eru burtur, og eigararnir ynskja at fáa tey sett av nýggjum.

2) Um markini eru ivasom, ella partarnir eru ósamdir um, hvar tey eiga at ganga. Tá kann koma uppá tal at reisa marksetingarmál eftir reglunum í matrikuleringslógini.

Mannagongdin er tá henda:

1) Landmátari innkallar eigararnar við innskrivaðum brævi í seinasta lagi eina viku frammanundan.

2) Landmátari ella eigari kann – í seinasta lagi fjórða dagin eftir innkallanina – biðja um at fáa 2 av hegnsýnismonnunum, uppnevndir av hegnsýnisformanninum í kommununi, at vera við.

3)  Um semja ikki fæst á staðnum, skal markið setast kortini, og partarnir fáa álit sendandi frá landmátaranum, har m.a. stendur, at setta markið er at rokna sum fyribilsmark. Um eigararnir ikki áðrenn 4 vikur, eftir at teimum er sent álitið, stevna grannaeigara fyri rættin at fáa staðfest annað mark, verður fyribilsmarkið endaligt.

Máliblað

Er eitt útgreinað kort, sum vísir longdir, hvørji marknamerkir eru sett , hvat er vinkulrætt o.s.v. 

Mannagongd – matrikuler broyting

Fyrsta stigið hjá tí, sum ynskir eina matrikulera broyting, er at skriva eina umsókn. Umsóknarbløð takast niður av heimasíðuni.​

Umsóknin og kort sum vísir broytingina, skal latast Umhvørvisstovuni, sum siðani bíður viðkomandi kommuna ummæla málið. ​

Umhvørvisstovan kannar ognarviðurskifti hjá Tinglýs­ingini og ansar eftir, um møguligt pant, úttøka og/ella servittuttar eru lýstir á ognina, sum forða avgreiðslu av málinum ella sum skulu umskipast, áðrenn málið kann fremjast.​

Verður mett, at umsóknin skal noktast, fær umsøkjarin bræv, har grundgivið verður fyri avgerðini, og kæru­veg­leiðing givin. Avrit verður sent til kommununa.​

Í førum, har tað er neyðugt at søkja aðrar myndug­leikarnar um loyvi, verður málið at bíða, til útsøgn er komin frá teimum.​

Vanliga verða uppmátingar og avmerkingar gjørdar á staðnum, og máliblað teknað. At enda verður høvuðskort teknað, at rættað matrikulkortið eftir og yvilit skrivað at rætta matrikulin eftir.​

​Góðkenningarskriv, høvuðskort og evnt. máliblað verður sent eigara og kommunu. Tinglýsing fær góðkenningarskriv.

Tú kanst lesa meira um lóg um matrikulering og sundurbýti, umframt kunngerð um gjøld eftir matrikullógini her

Útskifting

Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum. Uttangarðs er talan um uppbýti av høgum, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar.

Tað krevst, at eigarar og/ella festarar, ið umboða minst 1/10 av markatalinum í bygdini, skrivliga boða frá til sýslumannin, at teir vilja hava útskiftingarmál til viðgerðar á komandi grannastevnu. Ein slík fráboðan skal vera sýslumanninum í hendi í seinasta lagi 1. november, fyri at málið kann koma fyri á grannastevnu, ið vanliga verður hildin í februar mánað.

Um minst ein fjórðingur av markatalinum og minst ein fjórðingur av eigaratalinum atkvøður fyri útskifting á grannastevnuni, er útskiftingin lógliga viðtikin. Annars er málið fallið.

Gjógv áðrenn útskifting: Tilsamans 2150 stykkir í bønum, harav átti ein eigari 72 stykkir (víst við reyðum)

Gjógv aftaná útskifting: Tilsamans 175 stykkir. Sami eigari eigur nú 3 stykkir (víst við gulum)

Matrikulgjøld

Sundurbýti

Grundgjald4.000 kr.
Fyri hvønn frábýttan lut3.000 kr.
Gjald fyri virðið á lutinum 2% av marknaðarvirðinum.
Fyri teir 3 fyrstu lutirnar er gjaldið 100% av upphæddunum eftir stk. 1.
Fyri teir eftirfylgjandi lutirnar til og við 10 er gjaldið 95% av upphæddunum eftir stk. 1.
Fyri teir eftirfylgjandi lutirnar til og við 20 er gjaldið 90% av upphæddunum eftir stk. 1.
Fyri teir eftirfylgjandi lutirnar er gjaldið 85% av upphæddunum eftir stk. 1.

Samanlegging

Grundgjald800 kr.
Fyri hvørt matr.nr, ið verður strikað600 kr.
Verður samanleggingin framd í sambandi við sundurbýti, fellur grundgjaldið burtur.

Umbýti og marknaumskipan

Grundgjald2.000 kr.
Fyri hvørja vídd, ið flutt verður800 kr.
Verður broytingin gjørd uttan uppmáting, verður gjaldið ásett til helvtina.
Verður broytingin gjørd í sambandi við sundurbýti, fellur grundgjaldið burtur.
Fyri umskipan uttangarðs, verður goldið 800 kr. fyri hvørja flyting.

Marknaseting

Grundgjald5.000 kr.
Arbeiði útyvir 10 arbeiðstímar verður gjørt eftir rokning.

Váttað kort, skriv v.m.

Fyrsti lutur500 kr.
Hareftir300 kr.
Váttað skriv, átekning á veðskuldarbrøv v.m.300 kr.
Óskalisváttan300 kr.
Kort og aðrar váttanir, sum krevja uppmáting, verða gjørd eftir rokning.

Hesi gjøld eru heimilað í Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009 um gjøld eftir matrikullógini.

Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009 um gjøld eftir matrikullógini.