Útskifting
Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum. Uttangarðs er talan um uppbýti av høgum, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar. Á hesi síðu kanst tú lesa meira um útskifting innangarðs og uttangarðs. Eisini kanst tú síggja prísir fyri útskifting og lesa um hví farið var undir útskifting.
Um útskifting
Tað eru útskiftingarnevndirnar sum sambært lóg ráða fyri og taka avgerðir í útskiftingarmálum. Útskiftingar eru sum meginregla ikki fevndar av fyrisitingarlógini. Umhvørvisstovan er ikki myndugleiki í útskiftingarmálum, men matrikul- og landmátingarkøn starvsfólk á stovninum taka sær av tí praktiska í hesum málum.
Tú vendir tær til Umhvørvisstovuna, hevur tú ørindi í sambandi við útskiftinginar.
Innangarðs
Innangarðsútskifting er ein samanlegging av mongu bølutunum, ið eigari eigur kring um í eini bygd, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum.
Uttangarðs
Uttangarðs er talan um uppbýti av høgum, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar.
Áðrenn farið verið undir útskifting
Tað krevst, at eigarar og/ella festarar, ið umboða minst 1/10 av markatalinum í bygdini, skrivliga boða frá til sýslumannin, at teir vilja hava útskiftingarmál til viðgerðar á komandi grannastevnu. Ein slík fráboðan skal vera sýslumanninum í hendi í seinasta lagi 1. november, fyri at málið kann koma fyri á grannastevnu, ið vanliga verður hildin í februar mánað.
Um minst ein fjórðingur av markatalinum og minst ein fjórðingur av eigaratalinum atkvøður fyri útskifting á grannastevnuni, er útskiftingin lógliga viðtikin. Annars er málið fallið.
Tá ið farið verður undir útskifting
Tá útskiftingarmál viðtikið á grannastevnu, sendir sýslumaðurin hetta til Búnaðarstovuna, ið kannar eftir, um málið er lógliga viðtikið. Um so er, sendir Búnaðarstovan málið til Føroya landsstýri, ið uppnevnir formannin fyri útskiftingini. Umhvørvisstovan fær síðani málið, og skipar hon saman við formanninum fyri praktisku spurningunum í sambandi við útskiftingina, t.d. uppmáling, korttekning og rokniarbeiði.
Hægsti myndugleiki í eini útskifting er útskiftingarnevndin, ið er skipað av formanninum, og tveimum nevndarlimum, ið Sorinskrivarin uppnevnir fyri hvørja útskifting sær.
Høvuðsarbeiðini hjá nevndini eru:
- Virðismeting (bonitering) av jørðini
- Avgerð í trætumálum um mark, ognarrætt v.m.
- Uppskot til útskiftingarplan
- Endaligur úrskurður
Umframt hetta skal nevndin eisini viðgera onnur viðurskifti, eitt nú garðsskylda og húsaflyting.
Eigarar, festarar og leigarar fáa høvi til undir útskiftingini at seta fram uppskot ella ynski um, hvussu og hvar teirra jørð skal leggjast. Útskiftingarnevndin roynir so vítt gjørligt at ganga hesum ynskjum á møti, men hetta er sjálvsagt bert gjørligt í ein vissan mun.
Sambært útskiftingarlógini kann kommunan ognartaka upp til 2 % av veltu og upp til 4 % av óveltu jørðini innangarðs í bygdini. Eru ásettu prosentir ikki nøktandi kann kommunan eisini ognartaka eftir aðrari lóg.
Kommunalu myndugleikarnir avgera í samráð við útskiftingarnevndina innan fyri hesar karmar, hva og
hvussu nógv skal leggjast út til t.d. sethúsabygging. Eisini verður lagt lendi út til nýggjar vegir og til reiðkan av verandi vegum. Soleiðis verða kommunalu ætlanirnar arbeiddar inn í útskiftingarplanin.
Í mun til ognartøku annars er vert at leggja til merkis, at við ognartøku eftir útskiftingarlógini er tað í fyrstu atløgu allur eigindómurin sum so, ið letur lendi, og ikki einstakir eigarar. Eigari kann tó krevja, at tað, ið ognartikið verður ítøkiliga frá honum, verður endurrindað honum, og ikki luttekur í útskiftingini.
Kæra til yvirútskifting
Tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, verður tað latið til ákæru. T.v.s. at eigararnir kunnu kæra útskiftingina til yvirútskifting. Í yvirútskiftingarnevndini er sorinskrivarin formaður og harumframt eru fýra nevndarlimir. Úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini er endaligur og kann ikki kærast til hægri rætt.
Útskifting uttangarðs
Sum nevnt frammanfyri gevur útskiftingarlógin nú eisini heimild fyri útskifting uttangarðs.
Mannagongdin er hin sama sum fyri innangarðsútskiftingar. Í lógini verður orðið innmørk býtt um við orðið útmørk. Lýsingarfreistin er tó bert 14 dagar, meðan hon er 3 mánaðir fyri útskifting innangarðs.
Uttangarðsútskifting viðgerð nógv størri víddir enn innangarðsútskifting, og tí verður máliborðsblaðið (stødd 1:20.000) nýtt sum kortgrundarlag. Er bygdin býtt í hóskandi hagapartar, verður roynt at halda gomlu markini í stóran mun, og verður høvuðsbroytingin tá tann, at hvør eigari verður savnaður í ein hagapart. Í øðrum førum verða størri hagar býttir í smærri partar, eitt nú, tá ið bóndi, ið eigur í felagskapi saman við øðrum, hevur møguleika at fáa einbýttan haga.
Kostnaður
Landskassin rindar lønina hjá útskiftingarformanninum. Allar aðrar útreiðslur av útskiftingini verða býttar í helvt millum landskassan og eigararnar. Útskiftingarnevndin ger av, hvussu parturin hjá eigarunum skal býtast millum teir. Vanligt er at við innangarðsútskifting verður býttur eftir boniteringsvirði, og við uttangarðsútskifting eftir markatali.
Útskifting er ikki fyrisiting
Tað eru útskiftingarnevndirnar sum sambært lóg ráða fyri og taka avgerðir í útskiftingarmálum. Umhvørvisstovan er ikki myndugleiki í útskiftingarmálum, men matrikul- og landmátingarkøn starvsfólk á stovninum taka sær av tí praktiska í hesum málum.
Verandi lóggáva á útskiftingarøkinum er væl eldri enn fyrisitingarlógin. Skipanin við útskiftingarnevndum og serligu reglurnar í útskiftingarlógini gera, at útskifting ikki kann roknast sum partur av almennari fyrisiting. Fyrisitingarlógin og lóg um alment innlit eru tí bert í avmarkaðan mun galdandi fyri útskiftingar. Hetta er niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Útskifting í semju
Taka allir eigarar undir við tí, og gera teir skrivligan sáttmála sínámillum um býti av einum haga, kann hetta fremjast sum útskifting í semju eftir kap. 12 í útskiftingarlógini. Sáttmálin verður tá tinglýstur, og neyðugu rættingarnar gjørdar í matrikulinum.
Framdar útskiftingar
Omanfyri ber til at síggja eitt yvirlit av bæði innangarðs og uttangarðs útskiftingum. Umframt gerðabøkur, útskiftingarætlanir, góðskumetingar og annað í samband við útskiftingar.
Markatalsbygd | Framd tann | Markatalsbygd | Framd tann |
---|---|---|---|
Fámjins bygd | 01-11-1930 | Trongisvágs bygd | 17-02-1931 |
Froðbiar bygd | 01-01-1933 | Vestmanna bygd | 01-03-1933 |
Hvalbiar bygd | 08-12-1933 | Nes bygd (Suðuroy) | 01-03-1935 |
Porkeris bygd | 01-01-1936 | Hovs bygd | 11-10-1947 |
Norðragøtu bygd | 15-05-1950 | Vágs bygd | 01-05-1955 |
Sumbiar bygd | 07-10-1959 | Sørvágs bygd | 26-06-1961 |
Miðvágs bygd | 14-04-1965 | Sandavágs bygd | 15-11-1966 |
Skálavíkar bygd | 22-02-1967 | Nólsoyar bygd | 11-06-1970 |
Dals bygd | 17-05-1973 | Húsavíkar bygd | 17-05-1973 |
Svínoyar bygd | 17-05-1973 | Norðoyrar bygd | 20-05-1974 |
Sands bygd | 19-09-1975 | Skarvanes bygd | 25-10-1975 |
Kirkju bygd | 01-03-1978 | Hattarvíkar bygd | 14-09-1978 |
Húsa bygd | 01-11-1978 | Trøllanes bygd | 12-06-1981 |
Árnfjarðar bygd | 27-10-1981 | Funnings bygd | 22-06-1982 |
Eiðis bygd | 28-12-1982 | Skúvoyar bygd | 01-06-1984 |
Múla bygd | 06-12-1984 | Saksunar bygd | 13-06-1986 |
Syðrugøtu bygd | 11-11-1986 | Skælings bygd | 01-01-1987 |
Gásadals bygd | 24-07-1989 | Elduvík | 15-02-1993 |
Hoyvíkar bygd | 28-07-1993 | Depil | 28-02-1995 |
Gjáar bygd | 13-07-1995 | Strond | 05-01-1999 |
Norðtoftir | 16-04-1999 | Mykines | 23-07-1999 |
Bø | 01-11-2003 | Hvalvík | 19-11-2003 |
Kunoy | 28-01-2004 | Syðradalur K. | 23-06-2005 |
Hestur | 14-12-2011 | Norðskáli | 15-12-2012 |
Strendur | 24-03-2017 | ||
Markatalsbygd | Framd tann | Markatalsbygd | Framd tann |
---|---|---|---|
Fámjin | 1950 | Haldarsvíkar bygd | 01-01-1954 |
Kirkjubøar bygd | 01-10-1954 | Vágs bygd | 01-05-1955 |
Streymnes bygd | 19-03-1957 | Elduvíkar bygd | 22-10-1957 |
Sumbiar bygd | 07-10-1959 | Norðskála bygd | 13-12-1959 |
Tjørnuvíkar bygd | 10-02-1960 | Lamba bygd | 19-05-1960 |
Vestmanna bygd | 10-01-1961 | Oyrar bygd | 07-07-1961 |
Skálavíkar bygd | 15-01-1962 | Syðrugøtu bygd | 09-03-1963 |
Oyndfjarðar bygd | 02-03-1965 | Norðragøtu bygd | 02-03-1965 |
Leirvíkar bygd | 15-08-1968 | Hvalbiar bygd | 18-06-1969 |
Selatraðar bygd | 06-08-1969 | Velbastaðar bygd | 07-08-1970 |
Miðvágs bygd | 07-09-1972 | Húsavíkar bygd | 17-05-1973 |
Sandavágs bygd | 17-05-1973 | Norðoyrar bygd | 30-11-1973 |
Skarvanes bygd | 17-05-1974 | Klaksvíkar bygd | 12-05-1975 |
Skála bygd | 21-05-1975 | Sørvágs bygd | 10-09-1975 |
Sands bygd | 19-09-1975 | Funnings bygd | 22-10-1975 |
Froðbiar bygd | 14-09-1976 | Kaldbaks bygd | 24-09-1976 |
Søldfjarðar bygd | 21-03-1977 | Mykines bygd | 14-06-1978 |
Porkeris bygd | 30-06-1978 | Hattarvíkar bygd | 14-09-1978 |
Húsa bygd | 01-11-1978 | Svínoyar bygd | 20-06-1979 |
Árnfjarðar bygd | 09-09-1979 | Glyvra bygd | 17-06-1980 |
Trøllanes bygd | 12-06-1981 | Dals bygd | 01-11-1981 |
Tofta bygd | 07-06-1983 | Skúvoyar bygd | 01-06-1984 |
Múla bygd | 06-12-1984 | Viðareiðis bygd | 28-08-1985 |
Mikladals bygd | 07-03-1986 | Saksunar bygd | 13-06-1986 |
Bíggjar bygd | 01-10-1986 | Eiðis bygd | 01-11-1986 |
Skælings bygd | 01-01-1987 | Stranda bygd | 10-07-1987 |
Nólsoyar bygd | 01-11-1987 | Hovs bygd | 18-04-1988 |
Gásadals bygd | 24-07-1989 | Hvannasunds bygd | 23-01-1990 |
Skarðs bygd | 07-10-1993 | Kunoy | 23-05-2002 |
Syðradalur K. | 23-05-2002 | Froðba | 01-09-2009 |
Fyri oman Rætt, Gjógv | 05-10-2010 | Millum Húsanna, Depil | 10-10-2011 |
Hesthagi, Hestur | 29-03-2012 | Eysturhøvdið, Svínoy | 24-07-2014 |
Strandahagi, Strond | 23-03-2015 | Múla hagi, Múli | 29-06-2015 |