Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ískoyti til umhvørvisgóðkenning hjá P/F Förka á Skarðshjalla

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 4. november 2026, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur veitt P/F Förka ískoyti til umhvørvisgóðkenningina frá 24. apríl 2019.

Ískoytið fevnir um ein nýggjan tilbúgvingar- og goymslutanga til K2-súrløgu á matr. nr. 139ai á Skarðshjalla.

Ískoytið er alment og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni her.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 2. desember 2026 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.

Kunngerðir