Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Elveitingareftirlit

Elveitingareftirlitið, ið er skipað sum myndugleikaeind á Umhvørvisstovuni, virkar sambært løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum.

Endamálið hjá Elveitingareftirlitinum er at tryggja, at elveitingin í Føroyum verður løgd til rættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, og at stimbra nýtslu av varandi orkukeldum, tó við neyðugum atliti til veitingartrygdina.

Tað er harumframt eitt aðalendamál, at prísurin á ravmagni ikki verður hægri enn neyðugt.

Á hesi síðu kanst tú lesa meira um Elveitingareftirlitið. Við at trýsta á eina leinkju á innihaldsyvirlitinum, kemur tú til júst tað tú leitar eftir. 

Á hesi síðu

Lóggáva

Løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum

Arbeiðsuppgávur

Eftirlitsuppgávurnar kunnu býtast upp í eitt nú fíggjar- , roknskapar- og kappingareftirlit í mun til útbygging innan elorkuøkið av ávikavist netvirkseminum, framleiðsluvirkseminum, prísáseting fyri elflutning, prísáseting fyri framleiðslu, prísáseting til endabrúkaran.

Uppgávurnar eru:

  • At viðgerða umsóknir um loyvi sambært elveitingarlógini – framleiðsluloyvi, netloyvi o.o. loyvi sambært elveitingarlógini
  • At hava eftirlit við, at loyvistreytir v.m. verða hildnar á loyvum, veitt sambært elveitingarlógini
  • At gera kostnaðargreinginar av árligu fíggjarætlanunum og roknskapunum hjá el-framleiðarum og netveitara (SEV) og harundir góðkenna elprísir til elframleiðara og endabrúkarar
  • At lýsa útboð av loyvum til elframleiðslu úr m.a. vindorku og viðgerða umsóknir um loyvi í tí sambandi
  • So vítt gjørligt skapa karmar fyri virknari kapping innan elveitingarøkið
  • At útvega dagførda vitan innan elveitingarøki og í tí sambandi at samstarva við útlendskar myndugleikar
  • At viðgera viðkomandi tekniskar, samfelags- og rakstrarbúskaparligar greinginaruppgávur innan elveitingarøkið
  • At taka lut í øðrum viðkomandi arbeiðsuppgávum innan elveitingarøkið

Aktørar

Yvirskipað strategisk mál eru at tryggja aktørum á elveitingarøkinum neyðugu rættartrygdina við sakligari og gjøgnumskygdari umsiting og málsviðgerð. Arbeitt verður miðvíst við at útinna tænastusinnaða málsviðgerð í góðum samskifti við viðkomandi aktørar.

Elframleiðsla í Føroyum

Interkommunali felagsskapurin SEV, sum hevur skyldu at framleiða og veita øllum íbúgvum í Føroyum streym, eigur og rekur føroyska elkervið og stendur í løtuni fyri størsta partinum av elframleiðsluni. Sundsverkið og hini oljurikni verkini eru enn ein neyvturviligur partur av elveitingini í Føroyum.

SEV hevði fram til 2013 einkarrætt at nýta vatnmegina til elmegi. Loyvið varð upprunaliga veitt í 1963. Einkarrætturin er nú avloystur við ítøkiligum loyvum at gagnnýta vatnorkuna, avmarkað til tann ítøkiliga framleiðslumáttin á teimum ymsu vatnorkuverkunum. Vatnorka verður framleidd á vatnorkuverkunum í Vestmanna, í Botni, á Eiði og á Strond.

Umframt oljuriknu og vatnorkuverkini hevur SEV tríggjar vindmyllulundir og eina sólorkulund. SEV keypir eisini el frá øðrum veitarum, t.e. úr vindorku frá Sp/f Vindrøkt og P/F Flatnahaga og frá biogassverkinum Førka. Eisini keypir SEV el frá smærri elorkuverkum, serliga sólkorku- og vatnorkuverk.

Myndin niðanfyri vísur elframleiðsluverk í Føroyum (juli 2023).

Aftrat verkunum á myndini eru eisini onnur, smærri verk, sum framleiða inn á elnetið, t.d. sólpanel á tekjum bæði hjá privatum og fyritøkum.


Smáverk

Hugar tú um at fáa tær egið smáverk?

Allir elkundar kunnu seta upp smáverk á í mesta lagi 200 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá Sev.

Skipanin fyri smáverk er ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 200 kW.

Skipanin fyri smáverk er ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 200 kW.

Trýst her og les víðari á heimasíðuni hjá SEV

Niðanfyri eru ymsar aðrar frágreiðingar og annað tilfar, sum eru viðkomandi fyri Elveitingareftirlitið:

Starvsfólk á Elveitingareftirlitinum

Ari Johanneson

Leiðari

AriJ@us.fo +298 282860

Cand.merc og master í løgfrøði

Birgit Johannessen

Elveitingareftirlit

BirgitJ@us.fo +298 234386

Búskaparfrøðingur (MSc.)

Bjarti Thomsen

Elveitingareftirlit

BjartiT@us.fo +298 211008

Civilverkfrøðingur, MBA, MScHE