Hannis og Kristian hava mátað kring alt landið
Í 10 mánaðar hava Hannis Ritter og Kristian Debes Kúrberg verið starvslesandi á Matrikuldeildini hjá Umhvørvisstovuni. Hesa tíðina hava teir verið runt landið við uppmátingartólum, í øllum veðri.
– Vit hava verið úti í øllum veðri. Bæði fantastiskar dagar, og so eisini sovorðnar sum í januar, tá tað bleiv við at kava, og vit bara máttu út kortini at fáa okkurt burturúr. So er bara at fara í heitastu klæði, man eigur, sigur Hannis Ritter.
Teir starvslesandi hava gjørt uppmátingar av gomlum mørkum, bygningum, og mátingar, sum skuldu brúkast til at áseta nýggj mørk.
– Vit hava eisini viðgjørt upplýsingarnar, gjørt kort burtur úr teimum, skrivað góðkenningarskriv eitt nú til kommunur, tosað við kundar – vit hava í veruleikanum gjørt alt tað, sum tey á deildini arbeiða við, sigur Kristian.
Teir báðir halda seg hava fingið væl burtur úr hesum lítla árinum, teir hava verið starvslesandi.
– Vit hava fingið nógv innlit í fyrisiting, og sjálvandi í landmáting og hvussu Matrikul fungerar. Hetta hevur verið stuttligt, eru teir samdir um.
Hannis hevur søkt á Fróðskaparsetrið, meðan Kristian ætlar sær út at ferðast. Við sær hava teir nú førleikar, sum bert fá í Føroyum hava.
– Starvstíðin hjá Hannis og Kristian á Matrikuldeildini er ein liður í eini strategiskari ætlan hjá Umhvørvisstovuni um at breiða út kunnleika um landmátarafakið. Hetta var triðja árið at starvslesandi hava verið á deildini, og vit hava verið sera fegin um at hava havt teir báðar saman við okkum hesa tíðina, sigur Ronnie Thomassen, ráðgevi og virkandi deildarleiðari.