Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Avgerð í sambandi við ætlanir hjá Sunda kommunu um at víðka bátahylin í Hósvík

Umhvørvisstovan hevur 11. juni 2026 tikið avgerð um, at tað sambært § 21, stk. 4 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum ikki er neyðugt við góðkenning sambært § 21, stk. 1 og tilhoyrandi árinsmeting sambært § 21, stk. 2 í somu lóg viðvíkjandi verkætlanini hjá Sunda kommunu um at víðka um bátahylin í Hósvík.

Avgerðin er almenn, og kann síggjast her.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og kæran skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 9. juli 2026.

Møgulig kæra skal sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Kunngerðir