Landbúnaður
Á leið 87.000 tons av CO2 eindum verða leidd út frá landbúnaði um árið, sum svarar til eini 7-8 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi. Myndin niðanfyri vísir, hvørjar keldurnar eru. Meira enn tveir triðingar (67 %) er láturgass frá ‘Landbúnaðarjørð’. Tess fleiri djór ganga á beiti og tess meira verður taðað og dyrkað, størri er útlátið av láturgassi.
Nærum ein triðingur (28 %) av útlátinum frá landbúnaði er metan frá ‘Sodning’, sum er metan, sum verður til í sodningarleiðini á seyði og neytum. Restin (5 %) er láturgass og metan, sum stavar frá handfaring av tøðum. Øll hesi tølini eru mest sum tey somu ár um ár.
Myndin niðanfyri vísir gongdina síðani 1990. Av tí, at talið av seyði og neytum er nærum óbroytt frá ári til árs, er útlátið eisini rættiliga støðugt.
- Metan (CH4) er eitt vakstrarhúsgass, sum m.a. verður til í sodningarleiðini hjá neytum og seyði. Hvørt ár verða á leið 1.000 tons av metani leidd út frá neytum og seyði.
- Láturgass ella dinitrogenoxid (N2O) verður til í lendi, sum er taðað við N (antin frá taðing ella frá djórum). Tað hendir t.d. tá bakteriur í jørðini gera nitrat um til láturgass, eisini nevnt denitrifikatión. Á hvørjum ári gevur føroyskt lendi á leið 225 tons av láturgassi frá sær út í lofthavið.