Burturkast
Burturkast fevnir um útlát frá trimum keldum, sum tilsaman leiða út 10.384 tons av CO2 eindum um árið, sum svarar til á leið 0,9 % av samlaða útlátinum. Keldurnar eru:
- Spillivatn
- Tyrvingarpláss
- Biogassverk
Brenning av burturkasti á brennistøðum verður í hesum føri ikki roknað upp í Burturkast, men í útlát frá El- og hitaframleiðslu.
Á leið 65 % av útlátinum frá burturkasti stavar frá spillivatni, har størri parturin er útlát av CH4 og minni parturin er N2O. Bæði gassini stava frá niðurbróting av proteinum og øðrum lívrunnum evnum í skarnvatni
Næst eftir spillivatni eru tyrvingarplássini, sum standa fyri á leið 25 % av útlátinum frá burturkasti. Meira ítøkiliga frá anaerobari niðurbróting av lívrunnum tilfari, sum seinastu 70-75 árini er tyrvt á tyrvingarplássum kring landið, t.d. viður, urtagarðsburturkast og evja. Tá onki súrevni sleppur til, verður lívrunnað tilfarið brotið niður til CH4 heldur enn CO2. Samlaða útlátið av metani frá tyrvingarplássum varð roknað til at vera eini 94 tons í 2024, sum svarar til knøpp 2.620 tons av CO2-eindum. Av tí at tøl fyri tyrving í 2025 ikki eru tøk enn, verða tøl fyri 2024 flutt yvir í 2025.
Restin av útlátinum frá Burturkasti, á leið 10 %, stavar frá, at á leið 35 tons av metan lóku úr verkinum í 2025. Lekin verður roknaður til at vera 2,5 % av árligu metanframleiðsluni.
Gongdin fyri útlát av metani og láturgassi frá spillivatni er tengd at fólkatalinum. Tess fleiri fólk, meira lívrunnið evni er í spillivatninum. Til saman verða útivið 7.000 tons av CO2 eindum árliga leiddar út frá spillivatnsskipanum og útleiðingum.
Útlátið av metani frá tyrvingarplássum økist líðandi ár um ár og er nú 2.500 tons av CO2 eindum um árið. Útlátið er nærum trífaldað síðani 1990.
Meira lívrunnið tilfar hevur verið og verður tyrvt, jú meira metan verður latið út nú og komandi ár. Fyri at kunna rokna útlátið er ein meting gjørd av nøgdunum av lívrunnum tilfari, sum er tyrvt síðan 1970. T.v.s. nøgdir av urtagarðsburturkasti, pappíri, viði, mati o.ø. Metingar eru eisini gjørdar av, hvussu djúpt og væl er tyrvt.
Metanframleiðsla á biogassverkum elvir til útlát av metani. Útlátið er tengt at, hvussu tøtt verkini eru. Í hesi uppgerð er roknað við at 2,5 % av framleiðsluni lekur út. Hetta er sum eitt miðal biogassverk av líknandi slagi í Danmark. Í ár er fyrstu ferð, at útlát frá biogassverki er við í uppgerðini.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í útlátinum frá burturkasti árini 1990-2025. Gev gætur: tølini fyri 2024 eru flutt yvir í 2025.
Vilt tú vita meira: les frágreiðingina um uppgerðin fyri 1990-2025

