Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

CO2-roknarin fyri 2024

At stórar eins væl og smærri fyritøkur rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi er vorðið rættiliga vanligt. Eins og undanfarin ár gevur Umhvørvisstovan í dag út ein nýggjan CO2-roknara, hesuferð fyri 2024.

CO2-roknarin er eitt rokniamboð, á føroyskum og lagaður til føroysk viðurskifti, sum ger tað lættari hjá fyritøkum o.ø. at rokna sítt útlát av vakstrarhúsgassi.

CO2-roknarin fyri 2024 er ein dagføring av roknaranum frá í fjør. Í ár er roknarin víðkaður og tí kunnu fyritøkur nú kunnu roknað enn fleiri sløg av útláti og fáa enn fleiri upplýsingar, sum tær kunnu seta í ESG-frágreiðingina hjá fyritøkuni. Til dømis er við nýggju dagføringini lættari at rokna út útlát frá ognum, sum fyritøkan ávikavist leiga frá øðrum ella leiga út til onnur. Eisini eru nýggj rokniørk um orkuútrokningar sett inn í CO2-roknaran, sum gera tað nógv lættari hjá fyritøkum at fáa tøl fyri samlaðu orkunýtsluna og eisini fyri, hvussu stórur partur av samlaðu orkunýtsluni stavar frá varandi orkukeldum. Eisini er nýtt, at fyritøkan, við tá hon brúkar nýggjasta CO2-roknaran, fær betri yvirlit yvir burtukasti hjá fyritøkuni, serliga um hvussu nógv fer til víðari viðgerð t.d. brenning, endurvinning og tyrving.

Ein vegleiðing um CO2-roknaran verður í dag útgivin fyri fyrstu ferð. Vegleiðing er ætlað fyritøkum, stovnum og feløgum, sum brúka CO2-roknaran at rokna útlátið av CO2. Vegleiðingin er eitt hjálp til at brúka CO2-roknaran og tekur hon serligt atlit til føroysk viðurskifti. Vegleiðingin er ein útgreining av vegleiðiandi tekstunum í sjálvum roknaranum. 

Umhvørvisstovan og Vinnuhúsið hava samstarvað um vegleiðingina, sum vit eisini útgeva í felag. Umhvørvisstovan og Varandi Vinna, eitt átak hjá Vinnuhúsinum hava somuleiðis, eisini í felag, verið við til at menna nýggju útgávuna av CO2-roknaranum.

CO2-roknarin fyri 2024 og nýggja Vegleiðingin um CO2-roknaran eru tøk á hesi síðuni

Vilt tú vita nærri um CO2-roknaran, ring til tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna, us@us.fo. Vit vegleiða fegin.