Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

CO2-roknarin fyri 2023

At fyritøkur rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi er vorðið alt vanligari. Í fjør útgav Umhvørvisstovan í samstarvi við Burðardygt Vinnulív á fyrsta sinni CO2-roknaran, sum er eitt rokniamboð, á føroyskum og lagaður til føroysk viðurskifti, sum ger tað lættari hjá fyritøkum o.ø. at rokna sítt útlát av vakstrarhúsgassi.

Ein fyritøka, sum ynskir at rokna sítt útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum, má miðvíst skráseta tøl um virksemi, sum elvir til útlát. Eitt nú tøl fyri nýtslu av olju, streymi, fjarhita og av ávísum sløgum av kølievni. Eisini er neyðugt at kenna sokallaða útlátsfaktorin, t.v.s. eitt virði fyri, hvussu stórt útlát stendst av ymsum virksemi. Eitt nú hvussu nógv CO2 verður latið út fyri hvønn litur av olju ella fyri hvønn kWh av el. Útlátsfakturin fyri el er ymiskur, alt eftir um virkið er í Suðri ella á meginøkinum. Nógvir ymiskir útlátsfaktorar eru fyri ymiskt virksemi. At gera upp útlát av vakstrarhúsgassi kann soleiðis lættliga gerast bæði torført og tíðarkrevjandi. Tá er tað, at CO2-roknarin kemur inn í myndina, sum ein hjálp fyri at seta upp og rokna út útlátið.

Fleiri fyritøkur hava seinasta árið roynt seg við nýggja CO2-roknaranum. Í fyrsta umfari serliga fyritøkurnar handan Burðardygt Vinnulív, men nú eisini fleiri aðrar fyritøkur. Eitt nú skipaði Vinnuhúsið í fjør fyri arbeiðsfundum fyri sínum limum um at gera frágreiðing um burðardygd, har CO2-roknarin var nógv umrøddur. Afturmeldingarnar hava sum heild verið góðar.

CO2-roknarin fyri 2023 er tøkur á hesi síðuni

CO2-roknari fyri 2023 er ein dagførd útgáva av CO2-roknaranum fyri 2022.

Fyritøkurnar handan Burðardygt vinnulív fíggjaðu menningina av CO2-roknaranum meðan Umhvørvisstovan stóð fyri verkætlanini, í tøttum samstarvi við BV. Bretsk ráðgevingarfyritøka stóð fyri menningini.

Vilt tú vita nærri um CO2-roknaran, ring til tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna, us@us.fo. Vit vegleiða fegin.