Umhvørvisvernd á landi
Umhvørvisvernd snýr seg um at verja umhvørvið ímóti dálking og at varðveita og brúka náttúruna á ein skynsaman og burðardyggan hátt. Á hesi síðu kanst kunna teg um umhvørvisvernd á landi. Á yvirlitinum niðanfyri kanst tú lesa meira um til dømis bál, flogfenaðhald og einnýtisíløt. Tú kanst nýta yvirlitið til at koma til tað kunning tú leitar eftir.
Við støðið í umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini arbeiðir deildin Vernd við umhvørvismálum í breiðum høpi.
Endamálið er at verja umhvørvi móti dálking.
Best er at fyribyrgja, men annars at minka mest møguliga um dálkingina.
Aling á landi
Aling á landi fevnir um lívfiskastøðir og smoltstøðir, og skulu hesi virki hava umhvørvisgóðkenning, har treytir m.a. verða settar til umhvørviseftiransing, spillivatn, innaneftirlit, handfaring av burturkasti, goymslu av kemikalii og skráseting av rakstrarupplýsingum.
Bál
At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða, ampar og dálking. Tí er neyðugt, at rætt verður borið at.
Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna bál. Tó einans um talan er um størri bál, so sum jóansøkubál og nýggjársbál.
Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar, men er ætlað sum brenni. Dømi uppá hvat kann verða brent er træplattar, trækassar og greinar. Ikki er loyvt at brenna burturkast.
Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
Vegleiðing um brenning av báli ella eldstaði.
Burturkast og órudd
Burturkast skal beinast burtur til kommunalu skipanirnar fyri burturkast, tvs. latast til IRF ella Kommunalu Brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu. Øll hava skyldu til at brúka kommunalu skipanirnar fyri burturkast.
Órudd á almennum plássum
Kommunustýrið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein og ruddilig.
Órudd á privatum øki
Avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein og ruddilig.
Um privatur persónur ikki heldur egin øki ruddilig, kann kommunustýrið geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað.
Burturkast frá skipum
Einaferð var havið mett sum ein køstur, ið ongantíð fyltist upp. Í dag vita vit, at ikki ber til at blaka alt í havið, uttan at tað fær avleiðingar.
Tíbetur taka skip alt meiri burturkast við til lands, men enn verður rusk tveitt fyri borð, sum dálkar hav og strendur.
Á føroyskum sjóumveldi er ikki loyvt at burturbeina olju, oljudálkað vatn og burturkast á sjógv. Á øllum havleiðum er útblaking av øllum lutum úr plasti bannað.
Burturkast / ringbúskapur
Frá at burturkast stórt sæð antin varð tveitt á sjógv ella brent á opnum báli, er burturkastøkið í dag nógv betur skipað.
Allar kommunur hava innsavningarskipan til húsarhaldsburturkast, pappír og papp og serliga dálkandi burturkast, umframt at bingjupláss eru í øllum kommunum, har borgarar kunnu sleppa av við burturkast.
Nýtsluskylda
Øll skulu brúka innsavningarskipanirnar hjá kommuni ella teir avhendingarmøguleikar, ið kommunan vísir á.
Meginreglur fyri nýtslu og burturbeining av burturkasti
- Minka um nøgdina av burturkasti – er t.d. at brúka minni av pakkitilfari
- Endurnýtsla – er t.d at endurnýta glasfløskur
- Endurvinning av tilfari – er t.d. at umsmelta alminiumsdósir
- Orkuendurvinning – er t.d. tá hiti frá brennistøðum verður brúktur til upphiting av húsum
- Burturbeining – er t.d. tyrving og brenning uttan orkuendurvinning
Góðkendir móttakarar av burturkasti
IRF og Tórshavnar kommuna hava umhvørvisgóðkenning til at taka ímóti burturkasti.
Í kommunum, ið eru limir í IRF, skulu borgarar lata burturkast inn á kommunala bingjuplássi, meðan borgarar í Tórshavnar kommunu skulu lata burturkast inn á Endurnýtsluna á Hjalla.
Umframt IRF og Tórshavnar kommunu, eru fýra privatar fyritøkur eisini góðkendir móttakarar av burturkasti, sí talvu niðanfyri. Góðkenningin er tó avmarkað til tey í talvuni tilskilaðu sløgini av burturkasti.
Lóggáva
- Løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
- Kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
- Kunngerð nr. 40 frá 9. apríl 1992 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Einnýtisíløt
Ein og hvør, sum ætlar at framleiða ella innflyta drykkir í einnýtisíløtum, skal søkja um loyvi.
Returskipan
Fyri at fáa loyvi krevst, at framleiðarin ella innflytarin hevur eina vælvirkandi returskipan og at tóm íløt, sum verað latin inn aftur, verða send til endurvinningar. Tann, sum selur drykkir í einnýtisíløtum, hevur skyldu til at taka ímóti tómu íløtunum, eins og tað er ein skylda at krevja pant við sølu og at lata pant tá íløt verða latin inn aftur. Sama pantupphædd, sum verður kravd við sølu, eigur at verða latin tá tómu íløtini verða latin inn aftur.
Pantupphæddir
Pantið, sum við sølu og móttøku eigur at verða kravt og latið, er:
- 0,5 litur ella minni: kr. 2,00 (v/ mvg)
- størri enn 0,5 litur: kr. 4,00 (v/ mvg)
Kravdar skrásetingar hjá loyvishavarum
Loyvið útgreinar, hvørjar skrásetingar loyvishavarin skal gera um sølu og móttøku av íløtum. Einaferð um árið skulu skrásetingar um innflutt, seld og móttikin íløt, umframt skrásetingar um kravt og útgoldið pant, latast Umhvørvisstovuni.
Tølini frá øllum loyvishavarum verða gjørd upp, og retur-%’ið fyri alt landið verður útroknað. Tess hægri retur-%, tess betri virkar returskipanin.
Umsóknarblað at brúka fyri at søkja um loyvi at innflyta og selja einnýtisíløt.
Ársuppgerð – einnýtisíløt
Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007 tá tey fyrstu loyvini til at selja, framleiða og innflyta einnýtisíløt vórðu givin. Í 2022 er sølan farin uppum 13 milliónir íløt um árið. Tað er serliga sølan av einnýtisíløtum úr plasti og metali, ið er nógv økt, meðan sølan av einnýtisíløtum úr glasi er lutfalsliga lítil.
Flogfenaðhald
Nú alt fleiri fáa sær hønur, er umráðandi at kommunur hava sett reglugerðir í gildið fyri flogfenaðhald. Endamálið við reglugerðunum er m.a. at fyribyrgja, at flogfenaður er til ampa fyri fólk í grannalagnum og at fyribyrgja rottu í nærumhvørvinum. Reglugerðin ásetur m.a. treytir fyri hús, búr, girðingar og tílíkt. Eisini eru krøv um, hvussu fóður skal goymast og gevast fyri at fyribyrgja, at flogfenaðhald dregur rottu at sær.
Umhvørvisstovan mælir kommunum til at seta reglugerð um flogfenaðhald í gildi. Reglugerðin kann gerast sambært § 23 í kunngerð um umhvørvisreglur, og skal góðkennast av Umhvørvisstovuni.
Av tí at Umhvørvisstovan hevur gjørt ein leist fyri reglugerð um flogfenaðhald, er tað ómakaleyst hjá kommunum at gera og seta í gildið egna reglugerð um flogfenaðhald.
Reglugerðin um flogfenaðhald kann gerast eftir hesum leisti
Oljutangar
Hóast alt fleiri bygningar verða hitaðir við varðandi orku, er tað framvegis so, at meginparturin av føroysku húsarhaldunum enn hava oljutanga.
Kunngerðin um fyribyrging av dálking frá oljutangum kommunum inniheldur reglur um eitt nú skráseting og um útskifting av oljutangum. Kunngerðin er eitt amboð, sum kommunur kunnu brúka at tryggja, at oljutangar hjá borgarum og virkjum verða skiftir út áðrenn teir gerast ótættir og fara at leka og dálka umhvørvi.
Skráseting av oljutangum
Allar kommunur skulu innan 1. januar 2022 hava skrásett allar oljutangar í kommununi.
Eigarar av oljutangum skulu lata kommununi hesar upplýsingar um oljutangan, í tann mun teir eru tøkir:
1) Navn og bústað hjá framleiðara.
2) Tangasnið og tangarúmd.
3) Framleiðslunummar og framleiðsluár.
4) Sniðgóðkenningarnummar (les meira her).
5) Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.
6) Um rørskipanin er einstreingjað.
7) Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.
8) Byggialdur á húsinum.
Útskifting av oljutangum
Oljutangar hava avmarkaða livitíð og skulu tí skiftast út eftir ávíst áramál, sí §§ 11-13 í kunngerðini, um tíðarfreistir fyri útskifting. Les meira um livitíð hjá oljutangum í vegleiðingi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Plattar
Virki, sum framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli, skulu hava góðkenning til hesa framleiðslu.
Virki skulu søkja um góðkenning ella endurnýgging av góðkenning hjá Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða, umvæla, endurnýggja og merkja plattar, pakkitilfar o.a. Harafturat setir Umhvørvisstovan treytir um góðskustýring, innaneftirlit og skjalprógv.
Umsóknarblað um góðkenning at framleiða plattar og annað pakkitilfar
Vegleiðing til virkið sum framleiða ella umvæla pakning, plattar o.a. úr innfluttum, viðgjørdum, viði
Rottangar og reinsiverk
Vatn frá vaskum og vesikummum skal leiðast gjøgnum ein rottanga áðrenn tað verður leitt út á sjógv, antin tað fyrst fer í eina kloakkskipan ella tað fer beinleiðis á sjógv.
Áður var vanligt, at hvørt húsarhald hevði egnan rottanga. Nú gerst tað alt meira vanligt, serliga í nýggjum útstykkingum, at fleiri hús eru felags um ein stóran rottanga.
Hvussu virkar ein rottangi?
Ein rottangi reinsar spillivatn mekaniskt. Tað vil siga, at tilfar og evni, sum antin eru tyngri enn vatn (evni, sum fella niður á botn) ella lættari enn vatn (evni, sum flóta) verða hildin aftur í rottanganum. Vatnið, sum rennur frá rottanganum er tá reinari enn tað, sum rann í tangan.
Rottangar reinsa betri tá støddin á tanganum er lutfalsliga stór í mun til nøgdina av spillivatni, sum rennur í tangan. Ov smáir og ov fyltir tangar reinsa ikki væl.
Rottangar skulu tømast eina ferð um árið, ella so ofta sum neyðugt, fyri at tangin skal virka til fulnar. Um tangin er fullur, rennir spillivatni beint ígjøgnum tangan, og fer óreinsað á sjógv.
Hvørjir rottangar kunnu brúkast?
Kommunur skulu altíð tryggja sær, at rottangar, sum verða tiknir í nýtslu, lúka krøvini í vegleiðingini um krøv til rottangar. Munur er tó á, um talan er um um húsarhaldsrottangar (2 m3) ella um rottangar, sum eru størri enn 2 m3.
Einans húsarhaldsrottangar, ið eru góðkendir av Umhvørvisstovuni kunnu brúkast.
Tangar, størri enn 2 m3, kunnu ikki takast í nýtslu, uttan at kommunan hevur tryggjað sær, at tangin lýkur krøvini í hesi vegleiðing. Fyri at meta um hetta, má kommunan biðja framleiðara/seljara/innflytara um at útvega skjalprógv, eitt nú góðkenningar.
Vegleiðing um krøv til rottangar
Henda vegleiðing er ætlað kommunum fyri at gera tað greiðari hjá teimum at seta neyðug krøv til rottangar (størri enn 2 m3), soleiðis, at hesir virka eftir ætlan, og eru lættir at tøma og røkja.
Spillivatn
Spillivatn er eitt felagsheiti fyri alt tað vatn, ið endar í kloakkini. Vanliga kemur spillivatn frá húsarhaldum og virkjum, men summastaðni, kanska serliga í eldri býlingum, rennur eisini regnvatn og távatn frá vegum, parkeringsøkjum og húsatekjum í kloakkina og blandast við spillivatninum.
Handfaring av spillivatni hevur stóran týdning bæði fyri heilsuna og umhvørvi. Tí er umráðandi, at spillivatn ikki verður leitt út í løkir, áir, veitir, vøtn, fjøru o.tíl., men verður leitt út á sjógv, har rákið førir spillivatnið frá landi, og har vatnskiftið áhaldandi er so stórt, at spillivatnsútleiðingar hvørki elva til uppsavnan av evnum ella tilfari.
Kommunurnar hava ábyrgd av, at tryggja, at spillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt syri at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda.
Hvat er spillivatn og hvørji árin kann tað hava?
Spillivatn er eitt felagsheiti fyri alt tað vatn, ið endar í kloakkini. Vanliga kemur spillivatn frá húsarhaldum og virkjum, men summastaðni, kanska serliga í eldri býlingum, rennur eisini regnvatn og távatn frá vegum, parkeringsøkjum og húsatekjum í kloakkina og blandast við spillivatninum.
Spillivatn frá húsarhaldum inniheldur føst lívrunnin evni, so sum skarn frá fólki, matleivdir v.m. og upployst lívrunnin evni og føðslusølt. Eisini inniheldur spillivatn ofta ymisk kemikalii, ið stava frá reingerðarevnum, heilivági, málingarestum og øðrum, sum verður skolað út gjøgnum vøsk ella vesi. Harafturat inniheldur spillivatnið frá húsarhaldum bakteriur, virus og snultarar av ymiskum slagi, sum kunna vera sjúkuelvandi fyri bæði djór og menniskju.
Man kann býta virkisspillivatn sundur í tvey: spillivatn, ið líkist vanligum húsarhaldsspillivatni, og so spillivatn, ið kann innihalda serliga nógv kemikalii, metallir og onnur eiturevni, ið kunnu taka langa tíð at niðurbróta og kunnu skaða og eitra umhvørvið. Virkisspillivatn kann eisini innihalda nógv lívrunnin evnir, t.d. frá fiskavirkjum. Regnvatn inniheldur køvievni (nitrogen), og aftaná at hava runnið á tekjum og vegum, kann regnvatn eisini innihalda metallir, olju og onnur lívrunnin evnir.
Høga innihaldið av føðslusøltum í spillivatni ger, at talið av algum, har spillivatnið verður útleitt, økist. Hetta, tí føðslusøltini, serliga fosfat og køvievni, virka sum tøðevni fyri algur. Vatnið kann gerast brúnt og slímut av teimum nógvu algunum. Sólarljós sleppur tí verri niður til planturnar á botninum, og plantuvøksturin á botninum verður tarnaður.
Tá algurnar doyggja, søkka tær niður á botn. Bakteriur á botni brúka nógv súrevni til at niðurbróta algurnar, og kann hetta føra við sær súrevnistrot. Høgt innihald av øðrum lívrunnum evnum í spillivatni kann á sama hátt eisini elva til súrevnistrot. Úrslitið kann verða, at fiskar og onnur djór rýma, meðan tey dýrini, ið ikki kunnu flyta seg, doyggja. Trot á súrevni kann eisini hava við sær, at bakteriur á botni gera svávulbrintu. Hon luktar illa, og kann botnurin, har spillivatnið verður leitt út, gerast svartur og slímutur.
Handfaring av spillivatn kann hava stóran týdning bæði fyri heilsuna og umhvørvisgóðskuna. Tí er umráðandi, at spillivatn ikki verður leitt út í løkir, áir, veitir, vøtn, fjøru o.tíl., men verður leitt út á sjógv, har rákið førir spillivatnið frá landi, og har vatnskiftið áhaldandi er so stórt, at spillivatnsútleiðingar hvørki elva til uppsavnan av evnum ella tilfari.
Spillivatn og landbúnaður
Frárenning frá landbúnaði
Frárenningar frá fjósum, stallum o.t. skulu førast í køst, mykjubrunn ella tílík í tøttum leiðingum. Køstar, mykjubrunnar, eins væl og súrhoyggjabrunnar skulu verða vatntættir bæði í botninum og til veggirnar, hava tætt lok ella annað, sum forðar fyri avguvan og luktampum.
Sostatt eigur eingin frárenning frá landbúnaði út í náttúruna at koma fyri, tíansheldur ber ikki til at binda frárenning frá landbúnaði í eina kommunala kloakk. Lóggávan loyvir heldur ikki kommunustýrum at geva undantak frá hesum ásetingum.
Í kunngerðini um umhvørvisreglur er ásett, at køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at eingin vandi er fyri, at teir flóta yvir. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing, uttan at tað elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.
Landbúnaður og spillivatnsætlan
Av tí, at frárenningar frá landbúnaði ongantíð eiga at vera íbundnar kommunalu spillivatnsskipanina, er frárenning frá landbúnaði vanliga ikki viðkomandi fyri eina kommunala spillivatnsætlan. Tó so, er støðan tann, at frárenningar frá landbúnaði longu eru bundnar í kommunalu spillivatnsskipanina, so skal hetta sjálvandi tilskilast í spillivatnsætlanini sum ólóglig íbinding. Spillivatn frá WC og húsarhaldi, á t.d. einum bóndagarði, skal sjálvsagt við í ætlanina.
Ein máti at gera vart við, at landbúnaður ikki er partur av eini spillivatnsætlan, er at skriva tað í ætlanina.
Hervið er ikki sagt, at frárenning frá landbúnaði als ikki skal verða umrøtt í eini spillivatnsætlan. Um eitt kommunustýri t.d. ynskir at frárenning frá landbúnaði út í áir og vøtn, skal vera partur av spillivatnsætlanini, so ber til at gera ein serstakan part í ætlanini, sum er um frárenning frá landbúnað og dálking, sum stendst av hesum. Men slík viðurskifti skulu ikki vera partur av korttilfarinum, ei heldur verða tikin við í kommunalu raðfestingunum í spillivatnsætlanini.
Um ein á er dálkað av frárenning frá landbúnaði, er tað brot á kunngerð um umhvørvisreglur. Kunngerðin gevur kommunustýrinum heimild at geva tí, sum hevur ábyrgd av frárenningini, boð um at fáa viðurskiftini í rættlag.
Svimjihyljar
Einans svimjihyljar, sum lúka serlig reinføriskrøv, kunnu hava alment opið.
Umhvørvisstovan hevur ásett reglur um góðskukrøv til svimjihyljar, heitar pottar v.m. fyri at tryggja, at vatngóðskan í hylinum ella pottinum er nøktandi soleiðis, at heilsan hjá teimum, ið nýta svimjihylin, ikki kemur í vanda. Reglugerðin er gjørd við heimild í § 13, stk. 2 í kunngerðini um umhvørvisreglur.
Fyri at sleppa undan heilsuvanda, er týdningarmikið, at svimjihyljar, heitir pottar v.m. hava vælvirkandi reinsiskipan og filtur soleiðis, at góðskan á vatninum er góð, eins og tað er týdningarmikið, at brúsu- og umklæðingarrúm verða hildin rein.
Tey, ið hava ábyrgd av svimjihylum, skulu hava luttikið á serligum skeiði í svimjihylstøkni og -røkt. Umhvørvisstovan skipar fyri skeiðum annað ella triðja hvørt ár, og næsta skeiðið verður í 2024.
Reglugerð fyri svimjihyljar
Vegleiðing frá Miljøstyrelsen
Umhvørvisgóðkend virki
Dálkandi virksemi kann vera ein hóttan ímóti náttúruni og til ampa ella vanda fyri fólk og fæ. Roykur, spillivatn, luktur og larmur eru dømi um útlát frá virkjum, sum kann elva til dálking ella ampar. Náttúran er ofta viðkvom, og tí er neyðugt at fyribyrgja og avmarka dálking. Hetta er staðfest í umhvørvisverndarlógini, sum krevur, at øll serliga dálkandi virki skulu umhvørvisgóðkennast.
Serliga dálkandi virki eru tey, sum eru nevnd í fylgiskjali til løgtingslóg um umhvørvisvernd: Listi yvir fyritøkur, virkir og útbúnaðir, ið koma undir kapittul 5 í umhvørvisverndarlógini.
Sí yvirlit yvir øll umhvørvisgóðkend virki her
Serliga dálkandi virki verða góðkend av Umhvørvisstovuni. Umsókn um umhvørvisgóðkenning skal sendast til Umhvørvisstovuna í góðari tíð áðrenn farið verður undir virksemið. Heldur ikki er loyvt at fara undir byggi- og tilgerðararbeiði fyri enn umhvørvisgóðkenning er endaliga staðfest.
Roknast má við, at tað tekur í minsta lagi tríggjar mánaðir at viðgera eina umsókn um umhvørvisgóðkenning.