Umhvørvisvernd á sjógvi
Umhvørvisstovan fremur eftirlit á sjónum sambært kapitul 17 í havumhvørvislógini.
Eftirlitið innan havumhvørvið er býtt millum Umhvørvisstovuna, Sjóvinnustýrið og VØRN.
Aftursøkking
Tað er ikki loyvt at søkkja (dumpa) evni ella tilfar av landi í havið. Forboðið fevnir eitt nú um søkking av burturkasti, skipum, bátum og øðrum.
Eitt undantak er tó: tilfar av havbotninum, sum verður tikið upp í sambandi við t.d. dýping av havnum. Vit tosa tá um aftursøkking.
Aftursøkking er ikki loyvd uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni, sum kann veita loyvi, um mett verður, at søkkingina ikki hevur týðandi dálking við sær.
At søkja um aftursøkkingarloyvi
Umsókn um loyvi at aftursøkkja skal latast Umhvørvisstovuni í góðari tíð, áðrenn arbeiðið skal gerast. Ofta skulu kanningar gerast av botntilfarinum, umframt, at aðrir myndugleikar skulu hoyrast um málið. Áðrenn eitt loyvi fær endaligt gildi, er ein kærufreist uppá fýra vikur. Tí má roknast við eini samlaðari viðgerðartíð uppá í minsta lagi 2-3 mánaðir.
Botnkanningar í.s.v. aftursøkking
Loyvi til aftursøkking av botntilfari, sum verður tikið upp, t.d. í sambandi við havnargerð, kann bert verða givið, um mett verður, at hetta ikki hevur týðandi dálking við sær.
Fyri at kunna meta um, hvørt tilfarið kann hava dálking við sær á aftursøkkingarstaðnum, verður kannað um dálkandi evni eru í tilfarinum.
Leiðreglur hjá eitt nú OSPAR og norskum og donskum umhvørvismyndugleikum verða nýttar fyri at meta um, hvørt tilfarið kann verða aftursøkt uttan vanda fyri dálking.
Aling
Alivinnan hevur í nógv ár verið høgt raðfest tá talan er um umhvørvisvernd.
Allar alistøðir hava umhvørvisgóðkenning, sum m.a. innihalda treytir um umhvørviseftiransing (serliga at gera botnkanningar), innaneftirlit, skráseting av rakstrarupplýsingum og handfaring av burturkasti.
Alivinnan hevur ment seg munandi seinastu árini og er í dag ein vinna, sum í størri mun tekur atlit at umhvørvinum, m.a. við at øll aliøkir liggja brakk millum útseting av fiski. Einans ein árgangur av fiski gongur á hvørjum aliøki og ger hetta, at smittutrýstið ikki er so høgt. Lági sjúkutíttleikin viðførir, at munandi minni verður brúkt av heilivági og kemur tað sjálvandi eisini umhvørvinum tilgóðar. Hinvegin er nýtslan av evnum at basa laksalús øktur nógv seinnu árini. Tó eru nøkur alifeløg, sum eru farin at brúka reinsifisk ímóti laksalús.
Botnkanningar
Aling fer fram á flestu firðum í Føroyum, og tí er neyðugt at fylgja við dálkingarstøðuni á aliøkjunum, serliga á botninum undir aliringunum og í økinum rundanum.
Botnkanningar er liður í innaneftirlitinum hjá alifeløgum. Tað er tí alifelagið sjálvt, sum syrgir fyri at botnkanning verður gjørd.
Kanningarskrá
Áðrenn fyrsta botnkanningin verður gjørd á einum aliøki, skal ein kanningarskrá gerast, sum lýsir kanningarstøðirnar, m.a. hvussu nógvar og staðseting. Fyri at kunna samanbera, skulu kanningar eisini gerast av ódálkaðum botni á sama firði, á sokallaðu samanberingarstøðunum.
Kanningarskráirnar skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni áðrenn farið verður undir kanningarnar. Um alifelagið ynskir at broyta kanningarskránna, skal nýggja kanningarskráin eisini góðkennast.
Botnkanningar á aliøkunum skulu vanliga gerast í aug/sept á hvørjum ári. Botnsýnini skulu kannast sensoriskt, sum t.d. fevnir um at staðfesta lit og lukt og um bløðrur eru í botninum/evjuni. Sýnini skulu somuleiðis kannast fyri pH, redoxpotentiali, zink, kopar og gløðitap. Triðja hvørt ár skulu djóralívskanningar gerast á øllum aliøkjum.
Tá aliøki er dálkað
Vísir úrslit frá botnkanning, at dálkingin á aliøki er yvir ásett markvirði, skal alifelagið umleggja raksturin á aliøkinum, t.d. við at leggja aliøkið, ella partar av aliøkinum brakk. Um alifelagið ikki sjálvt setur tiltøk í verk fyri at minka um dálkingartrýstið, setir Umhvørvisstovan bann fyri, at fiskur verður settur út aftur á aliøkið, inntil nýggjar kanningar vísa, at botnurin er komin fyri seg aftur.
Vegleiðingar
Botnkanningar á aliøkjum skulu gerast í samsvari við hesum vegleiðingunum.
Vegleiðing 19/2018 galdandi fyri útseting áðrenn 10-10-23
Vegleiðing 21/2023 útg. 1.10 galdandi fyri útsetingar frá 10-10-2023
Inntappingarskjal fyri fisk ið settur út áðrenn 10. oktober 2023.
Inntappingarskjal fyri fisk ið er settur út 10. oktober 2023 ella seinni.
Botnkanningar
Botnkanningar eru kanningar, sum verða gjørdar av havbotninum, fyri at fáa nærri kunnleika um botnin. Endamálið við botnkanningum er ofta at kanna um botnurin er dálkaður ella at fylgja við dálkingarstøðuni á botni, ofta yvir styttri ella longri áramál.
Botnkanningar skulu gerast eftir einum leisti, sum er ásettur av Umhvørvisstovuni. Kanningarskrá fyri botnkanningarnar skal góðkennast av Umhvørvisstovuni áðrenn kanningarnar verða gjørdar.
Burturkast frá skipum
Einaferð var havið mett sum ein køstur, ið ongantíð fyltist upp. Í dag vita vit, at ikki ber til at blaka alt í havið, uttan at tað fær avleiðingar.
Tíbetur taka skip alt meiri burturkast við til lands, men enn verður rusk tveitt fyri borð, sum dálkar hav og strendur.
Á føroyskum sjóumveldi er ikki loyvt at burturbeina olju, oljudálkað vatn og burturkast á sjógv. Á øllum havleiðum er útblaking av øllum lutum úr plasti bannað.
Oljudálking
Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki, bæði út frá landi, men serliga inni í havnum. Ein vanlig orsøkin er, at olja rennur yvir, tá bunkrað verður.
Ábyrgd
Tað eigur ikki at koma fyri, at olja rennur á sjógv. Orsøkirnar til flestu óhappini eru ósketni og vantandi mannagongdir. Tað eru tey, sum fáast við bunkring ella annað virksemi við olju, sum hava ábyrgd av, at einki rennur á sjógv.
Fráboðan
Øll, sum varnast oljudálking, skulu beinanvegin boða frá:
Oljudálking á sjónum skal fráboðast til:
- MRCC-Tórshavn, tlf. 351300, teldupostur: mrcc@mrcc.fo
Oljudálking á landi skal fráboðast til:
- Løgregluna, tlf. 351448, teldupostur: fo-vagtcentral@politi.dk
MRCC-Tórshavn og løgreglan fráboða síðani øðrum myndugleikum, eitt nú kommununi, sløkkiliðinum, Landsverk, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskiveiðueftirlitið og Umhvørvisstovuni.
Revsing
Oljudálking er revsiverd, bæði á sjónum og landi. Eisini um tað ikki verður gjørt við vilja. Rennur olja á sjógv vegna ósketni, t.d. undir bunkring, kunnu tey, sum hava ábyrgdina, verða revsað. Fyri oljudálking á sjónum eru hesar vegleiðandi bótarstøddir: 25.000 kr. fyri 50 litrar av olju, 150.000 kr. fyri 500 litrar av olju og 250.000 kr. fyri 1.000 litrar av olju. Eru meiri enn 1.000 litrar farnir á sjógv, verður bótin samsvarandi hægri. Umframt bótina, skal dálkarin eisini rinda fyri at basa dálkingini. Er oljudálking framd við vilja ella av grovum ósketni, kann verða talan um væl hægri bøtur ella fongsulsrevsing í upp til tvey ár.