Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisgóðkenning, oljugoymsla hjá P/F Effo í Søldarfirði, í Runavíkar kommunu

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 13. mai 2026, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:

Oljugoymslu hjá P/F Effo niðri á Sandi í Søldarfirði, í Runavíkar kommunu.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrisfólkið í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 10. juni 2026 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.

Kunngerðir