Sjókort
Her verður greitt frá ymsum innan sjókortøkið.
Pappírs sjókort
Í dag finnast 8 pappírs sjókort yvir Føroyar, íroknað eitt altjóða sjókort (INT Chart).
Rættingar til sjókortini finnast her.
Pappírs sjókort kunnu keypast á netinum á heimasíðuni www.kobsokort.dk.
Í Føroyum kunnu sjókort keypast her: H. N. Jacobsens bókahandil
Teldutøk sjókort (ENC)
Tað finnast 10 teldutøk sjókort (ENC – Electronic Navigational Chart) yvir havleiðirnar kring Føroyar.
Teldutøk sjókort kunnu keypast á netinum.
Meir kunning fæst á ic-enc.org.
Dýpdardátur
Umhvørvisstovan hevur framleitt eitt 50 metra net av dýpdarpunktum, sum eru ókeypis og tøk at taka niður á Føroyakort. Økið er 124 km ferðir 90 km stórt og sæst á myndini niðanfyri.
Ókeypis dýpdardátur eru eisini tøkar á heimasíðuni hjá European Marine Observation and Data Network, sum nevnist EMODnet. Hesar dátur liggja í lágari upploysn og verða sjáldan dagførdar.
Umhvørvisstovan hevur dýpdardátur av føroyskum sjóøki. Neyvleikin av dátunum er misjavnur, tí mátingarnar fevna um eitt langt áramál, gjørdar við tólum, sum hava ymiskan neyvleika.
Dýpdardátur, sum Umhvørvisstovan hevur, eru ofta ogn hjá øðrum, og tí má Umhvørvisstovan biðja um neyðugu loyvini, áðrenn dáturnar verða latnar. Haraftrat skal danska verjan trygdargóðkenna veitingina av dýpdardátunum, áðrenn tær verða latnar. Umhvørvisstovan skipar fyri at senda umsókn til donsku verjuna. Tó er ikki neyðugt við loyvi frá verjuni, um talan er um dýpdardátur fyri havnarløg.
Um tú ætlar at keypa dýpdardátur ella hevur spurningar um neyvleikan av dátunum, ber til at skriva til sjokort@us.fo.
Arbeiðið at lata dátur, verður gjørt eftir rokning.
Sjóuppmáting
Loyvi krevst fyri at gera sjóuppmátingar kring Føroyar.
Umsóknarskjal um loyvi at gera sjóuppmáting skal sendast Umhvørvisstovuni á teldupost: sjokort@us.fo saman við øðrum viðkomandi upplýsingum.
Tá allar viðkomandi upplýsingar eru móttiknar, sendir Umhvørvisstovan umsóknina til hoyring, og tí má roknast við eini málsviðgerðartíð á í minsta lagi 4 vikur.
Umsókn um loyvi at gera sjóuppmátingar
Sjóuppmáting í Føroyum er bert loyvd, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni. Ásetingar um sjóuppmátingar eru lýstar í ”Anordning nr. 189 af 12. februar 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information” og kann lesast her.
Tað er ikki neyðugt at søkja um loyvi til sjóuppmátingar í havnum frá Umhvørvisstovuni, tí hetta er ábyrgdarøki hjá havnamyndugleikanum.
Um havnin ynskir sjókort dagførd við sjóuppmátingum, so skal søkjast um loyvi, og dátur skulu sendast Umhvørvisstovuni til viðgerðar. Nýggj útgáva av sjókorti verður gjørt, tá Umhvørvisstovan metir tað verða neyðugt.
Treytir fyri Sjóuppmáting
Treytir skulu lúkast áðrenn, undir og eftir sjóuppmáting:
- Sjóuppmáting má bert gerast við farinum, ið er nevnt á loyvinum. Møgulig broyting av fari skal góðkennast av Umhvørvisstovuni. Umsókn um broyting av fari skal sendast til sjokort@us.fo
- Loyvið at gera sjóuppmáting skal vera tøkt umborð á farinum, sum ger uppmátingina, og skal kunna vísast myndugleikunum um neyðugt.
- Neyðugar upplýsingar um sjóuppmátingararbeiðið, skulu sendast til mrcc@vorn.fo & efs@dma.dk
- Um uppmátingin staðfestir dýpi, ið eru minni enn nevnt í sjókortinum, og hesi seta trygdina í vanda hjá skipaferðslu, skal fráboðan beinanvegin sendast til sjokort@us.fo
- Um leivdir av lóðri ella illgrunaverdum lutum verða staðfestir, skal arbeiðið steðga beinanvegin og danska verjan fráboðast á fko@mil.dk (www.forsvaret.dk)
- Sjóuppmátingararbeiði kann til eina og hvørja tíð skoðast av Umhvørvisstovuni.
- Sjóuppmátingarúrslitini mugu ikki latast øðrum enn teimum, sum hava bílagt arbeiðið. Um sjóuppmátingin er partur av útbjóðingartilfari ella líknandi, má greitt tilskilast, at tilfarið ikki má latast óviðkomandi, og at tilfarið bert kann brúkast í samband við nevndu uppgávu.
- Sjóuppmátingardátur skulu sendast Umhvørvisstovuni sambært §7 stk. 2 í “Lov om stedbestemt information”
Dátur skulu sendast talgilt sum uppmáld minsta dýpið í xyz-formati saman við útfyltum metadatalista sum lýsir nýttu útgerð, kalibreringshátt v.m. Meira kunning sæst í ”skabelon for metadata” her.
Talgildu uppmátingardáturnar skulu sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir uppmátingina.
Tíðarfreist
Umsókn um sjóuppmáting skal sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi fýra vikur áðrenn sjóuppmátingin skal byrja.
Umsóknarmannagongd
Umsóknin skal sendast beinleiðis til Umhvørvisstovuna. Sí teldupost niðanfyri.
Dáturnar skulu sendast til teldupostin niðanfyri. Um dátufílurnar eru ov stórar, set teg í samband við okkum.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Sjókort
Sjókortmyndugleiki
Sjókortrættingar
Á hesi síðu síggjast nýggjastu føroysku sjókortrættingarnar og áður útgivnar sjókortrættignar.
Sjókortrættingar í verandi ári: Sjókortrættingar 2024
Undanfarnar sjókortrættingar:
Sjókortrættingar 2023
Sjókortrættingar 2022
Sjókortrættingar 2021
Sjókortrættingar fyri hvørt einstakt sjókort, síðan tað seinast varð prentað:
80 Sjóøkið við Føroyar
81 Føroyar
82 Føroyar, norðari partur
83 Føroyar, sunnari partur
84 Havnir akkerspláss, útnyrðingsøkið
85 Havnir akkerspláss, landnyrðingsøkið
86 Havnir akkerspláss, suðurøkið
F Føroyar við havøkjum
SIGLINGARFRÁBOÐANIR – EFS
Galdandi siglingarfráboðanir (EfS) í Føroyum síggjast hjá Søfartsstyrelsen og ávaringar hjá Vørn.
UM SJÓKORTRÆTTINGAR
Tað er sera týdningarmikið fyri trygd á sjónum, at einans nýggj og dagførd sjókort og siglingarrit verða nýtt.
Sjókort, sum verða keypt, eru bert dagførd til rætting sum sæst niðast í vinstra horni. Brúkarin má dagføra sjókortið við rættingum útgivnar eftir at sjókortið er prenta.
Til ber at skráseta seg til móttøku av teldubrævi frá Søfartsstyrelsen fyri at fáa galdandi siglingarfráboðanir, ávaringar og seinastu sjókortrættingar í Føroyum.
Krav um sjókort
Øll før skulu hava viðkomandi sjókort og neyðug siglifrøðilig rit til tað ætlaðu ferðina.
Á frítíðarførum skulu krøvini fylgjast, í tann mun tað er møguligt.
Á smáum frítíðarførum, so sum kajakk og siglingarfjøl, har tað ikki er møguligt at hava sjókort og siglifrøðilig rit vegna stødd og slag av frítíðarfari, skal skiparin vera kendur við siglingarøkið og allir vandar, reglur og siglingarávaringar, soleiðis at ferðin kann gerast trygt.
Áseting um krav at hava sjókort er í kunngerð um vaktarhald á skipum nr. 90 ár 2000
2.Partur / 5
Skiparin á einum og hvørjum skipi skal frammanundan hvørjari ferð tryggja sær, at tann ætlaða ferðin úr fráfaringarhavn til fyrsu komuhavn er løgt til rættis við at nýtt eru nøktandi og viðkomandi sjókort og onnur siglifrøðilig rit, ið eru neyðug til ta ætlaðu ferðina, og sum innihalda nágreiniligar, fullfíggjaðar og dagførdar upplýsingar viðvíkjandi siglingaravmarkingum og vandum, sum hava týdning fyri skipsins tryggu sigling.
3.Partur / 47
Nýtt skulu verða sjókort við størsta mátistokki yvir siglingarleiðina, sum eru umborð, og sum eru rættað sambært seinastu atkomiligu upplýsingum. Knøttstøðan skal kannast við stuttum millumbilum og á meiri enn ein hátt, tá umstøðurnar loyva tí.
Siglingarrit
Yvirlitið yvir siglifrøðilig rit, ið eru viðkomandi fyri sigling í Føroyum.
- Álmanakkin
- Skipalistin
- Admiralty Sailing Directions NP52
- Vestfallskyrrindi, DMI
- Vitar og siglingarleiðir, Landsverk
- Dansk Fyrliste 2022, Søfartsstyrelsen
- Bag om søkortet
- Kort 1 * INT 1
Søgulig sjókort
Á síðuni Historiske kort, ber til at síggja og taka niður umleið 200 søgulig føroysk sjókort. Sjókortini eru gomul, og mugu ikki brúkast at sigla eftir.
Samband
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
Sjókort
Sjókortmyndugleiki