Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

F-gass

Tá talan er um nýtslu av F-gassi er ikki talan er um útlát, sum stavar frá brenning av olju, men um útlát av serliga sterkum vakstrarhúsgassi, sum verða brúkt til køling og onnur endamál í ídnaðinum.

Á leið 4 % av samlaða útlátinum í 2025 stava frá nýtslu av ídnaðargassi, einamest av F-gassi, sum er ein bólkur av sterkum vakstrarhúsgassum, og vørum. Undirbólkarnir eru:

Á leið 96 % av allari nýtslu av ídnaðargassi er nýtsla av HFC-gassum, sum verða brúkt í køli-skipanum, í hitapumpum og í luftskiftis­skipanum. Tann størsta nýtslan er í køliskipanum umborð á skipum. Nógvar smærri køliskipanir á landi brúka eisini HFC-gass. Eisini fleiri sløg av hitapumpum brúka HFC-gass sum kølievni. Hitapumpur eru fyri fyrstu ferð við í uppgerðini. Tess meira hesar skipanir og vørur leka, størri verður útlátið. Trý prosent av útlátinum í hesum høvuðskeldum er útlát í.s.v. nýtslu av smyrjiolju, voksi og parafini. Umleið 1 % av samlaðu nýtsluni av F-gassi (í CO2 eindum) er nýtsla av SF6-gassi, sum verður brúkt í elútgerð hjá SEV.

Nýtslan av HFC tók seg upp mitt í 90’árunum, tá hesi kølievni vórðu tikin í nýtslu í staðin fyri ozonoyðandi HCFC-køli­evnini. Vøksturin í útlátinum seinnu árini kemst av øktum innflutningi av HFC-507a (blandingur av HFC143a og HFC-125), sum verður brúkt í køliskipanum umborð á fiskiskipum ístaðin fyri ozonoyðandi evnið HCFC-22, sum ikki er loyvt at innflyta longur. 

Hóast F-gass verða brúkt í afturlatnum skipanum, gera lekar og óhapp, t.d. undir áfylling, at nakað av gassinum fer út í umhvørvið. Útrokningar vísa, at í 2025 lóku á leið 13 tons av HFC-gassi og 15 kg av SF6-gassi út í umhvørvið, sum svara til ávikavist 42 túsund tons og 350 tons av CO2-eindum.

Tað eru hesir útroknaðu lekarnir – tað aktuella útlátið – sum vera tiknir við í samlaða útlátið.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu útlátið av HFC-gassi er broytt frá 1990-2025, í tonsum av CO2 eindum.

Vilt tú vita meira: les frágreiðingina um uppgerðin fyri 1990-2025

Kunngerðir