Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggjur altjóða kyksilvursáttmáli

Í síðstu viku varð ein altjóða avtala um at avmarka dálking frá kyksilvuri samtykt. Umleið 140 lond hava tikið undir við sáttmálanum, harímillum Danmark, Noreg og Svøríki, men eisini lond sum Kina og Japan.

Nýggi sáttmálin kallast Minamatasáttmálin. Heitið stavar frá japanska býnum Minamata, har eitt ídnaðarvirki í 50’unum var atvold til víðfevnda kyksilvurdálking, sum hevði stórar avleiðingar fyri fólkið í økinum. 
 
Minamatasáttmálin fevnir m.a. um nýtslu og framleiðslu av kyksilvuri í ídnaðarvørum, og um útlát í luft, jørð og vatn. Í sáttmálanum stendur eisini, at ikki má farast undir nýggj kyksilvurnám, og at virkandi kyksilvurnám skulu stigvíst avtakast. Samráðingarnar um innihaldið í sáttmálanum endaðu 19. januar í ár.
 
Kyksilvur er sera eitrandi og ferðast langt við luftini og vatni. Sostatt er kyksilvur ein alheims trupulleiki, og útlát ymsa staðni á jarðarknøttinum kunnu enda í Føroyum.  
 
Tað er sera trupult at gera upp tað nágreiniliga lutfallið millum natúrligar og mannaskaptar keldur til kyksilvur. Kyksilvur er eitt grundevni, sum finst natúrliga í jørðini og verður av natúrligum ávum leitt út við tæring av gróti og við eldgosum, men eisini við skógareldum. Mannaskaptar keldur til kyksilvur í umhvørvinum eru til dømis kyksilvur-innihaldandi tilfar vunnið úr jørðini og viðgjørt til handilsvørur. Ella sum við lívrunnum brennievni, tilfar brent fyri at framleiða orku og hita. Serliga brenning av koli verður roknað sum ein týðandi kelda til útlát av kyksilvuri.
 
Kyksilvur kann hópast upp í djórum og menniskjum, t.d. í fiski, grindahvali og í fólki. Kyksilvur kann millum annað elva til skaða á nervalag og heila. Eitt høgt innihald av kyksilvuri í blóðinum hjá kvinnum, ið eru við barn, kann elva til skaða á fosturið. 
 
Les um kyksilvur í fiski, grindahvali og sjófugli her
Sí kort yvir lond, sum hava tikið við kyksilvursáttmálanum her 
Les meira um kyksilvur her 
 

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo