Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kom við á “Mini-skeið í PCB kanningum”

Hevur tú hug at vita, hvussu PCB kanningar kunnu fremjast við tóli, sum er á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Tórshavn?

Høvi verður at kunna seg um kanningarháttin gasskromatografi við tandem massaspektrometri tann 1. juni 2018. Tá kemur Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlislívfrøði at greiða frá um kanningarháttin, ið verður nýttur at kanna PCB og dioksin.

Hvar: Fróðskaparsetur Føroya, Sjóvinnuhúsið, høli U407 
Nær: 1. juni kl 13 -16, sama dag sum Mentanarnáttin 2018 er 

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava nakað av skili fyri evnafrøðiligum kanningum, men øll eru vælkomin at koma at lurta.

Skrá:
kl 13:00 Hvat snýr verkætlanin “PCB í fiski” seg um. Introduktión frá verkætlanarleiðara Mariu Dam, deildarleiðara á Gransking, Umhvørvisstovan
kl 13:20 Kanningarhátturin GC-MS/MS, gasskromatografi við tandem massaspektrometri. Svein-Ole Mikalsen, professari Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
kl 16:00 Mini-skeiðið endar

Skeiðið er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.
Fyriskiparar eru verkætlanarbólkurin, sum stendur fyri at seta í verk “PCB og dioksin-kanningar í fiski”. Verkætlanin verður stuðlað av luttakandi stovnum og virkjum, og Fiskivinnugransking.

 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Mariu Dam, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo