Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dálkingarevni í spillivatni í fýra arktiskum býum – er spillivatnsviðgerðin nøktandi?

Um frágreiðingina “Micropollutants in wastewater in four arctic cities – is the treatment sufficient?” sum nýliga varð givin út av Norðurlanda Ráðharraráðnum og samskipað av Umhvørvisstovuni. 

Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Tórshavnar kommunu, Tromsø kommunu, Reykjavíkar kommunu umboðað av Nýsköpunarmiðstöð Íslands og Qeqqata kommunu, og lýsir frágreiðingin úrslitini av hesi verkætlan. 
Frágreiðingin kann heintast av alnótini her.

Frágreiðingin lýsir kanningar sum seinastu árini hava verið gjørdar í fýra býum norðarlaga í norðurlondum. Býirnir sum vóru við, vóru Tromsø, Tórshavn, Reykjavík og Sisimiut. Endamálið við kanningunum var at greina um spillivatnsreinsingin á støðunum var nøktandi, og hvørji átøk hóskandi kunnu verða gjørd fyri at betra um reinsingina. Fyrsti partur av frágreiðingini lýsir kanningar av dálkingarstøðuni í sjónum rundanum spillivatnsútlátini. Seinni partur av frágreiðingini lýsir uppskot til hvussu  bøtast kann um spillivatnsreinsingina á útvaldum spillivatnsleiðum. Seinni partur er gjørdur við støði í úrslitum frá fyrra parti, og frá serfrøði á økinum.

Býirnir, sum eru fevndir av kanningini, eru sera ymiskir í mun til veðurlag og fólkatal, frá oceaniskt tempererað í Tórshavn á 62,0° N til arktiskt í Tromsø á 69,7° N, og við fólkatalið á minni enn 6000 í Sisimiut til nærri 120 000 í Reykjavík. Býirnir eru ymiskir, og stór frástøða er ímillum; men felags fyri hesar býir er, at tilfeingi úr sjónum hevur verið grundarlag undir búskapinum og samfelagsmenningini. Tískil eigur handfaringin av spillivatninum at sampakka við eitt reint og heilsugott marint umhvørvi. Spillivatnsviðgerðin er ymisk, frá sílan á fínmeskaðum dúki, umvegis reinsan grundað á rottangar, til onga reinsan yvirhøvur. Vit mátaðu dálkingarevni í spillivatnsrenslum og á sjónum har spillivatnið verður leitt út. Við støði í hesum varð mett, um spillivatnsviðgerðin tyktist nøktandi, og um ikki, hvørjar bøtandi atgerðir eru hóskandi fyri at betra um spillivatnsreinsanina á staðnum. 

Kanningin vísti, at har sum spillivatnsútlát eru, verða serliga vatnloysilig dálkingarevni funnin aftur í sjónum. Hesi eru bæði av natúrligum slag, so sum tøðevni frá mannatrekki, men eisini mannagjørd evni, eitt nú frá sápu og øðrum evnum, sum verða nýtt til yvirflatuviðgerð. Nøkur av hesum evnum niðurbrótast seint.  

Kanningarnar vístu, at í nærumhvørvinum í Tórshavn eru vatnloysilig evni helst størsta avbjóðingin fyri livandi verur í økinum rundanum spillivatnsútlátini. 

Í Tórshavn, har spillivatnsreinsingin er grundað á mekaniska reinsing í rottangum, ber til at fáa betri reinsing av spillivatninum, við lívfrøðiligari reinsiviðgerð. Við lívfrøðiligari viðgerð, eini sokallaðari “sekunderri spillivatnsviðgerð”, kunnu vatnloysilig evni takast upp ella niðurbrótast og harvið takast úr vatninum. 

Smáverur, so sum bakteriur sum gera biofilm, verða gagnnýttar til slíkar sekunderar reinsiskipanir. Hesar eru serliga týðandi, har neyðugt er at reinsa spillivatni fyri tøðevni, heilivágsleivdir og hormonir, sum annars kunnu blíva ein hóttan fyri  vistskipanir í sjónum. 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Mariu Dam, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo