Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Væl eydnað Vísindavøka

Fríggjadagin luttók Umhvørvisstovan á Vísindavøku 2023 í Kongshøll. Granskarar á Umhvørvisstovuni hildu fyrilestur um granskingarverkætlanir, sum fara fram í løtuni, og eisini varð skipað fyri einum bási til bæði børn og vaksin.

Gethin Roberts helt fyrilestur um, hvussu tað ber til at gera eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum.
Johan H. Funder Castenschiold er innritaður á PhD-skeiði á Aarhus Universiteti, og granskar í havhesti í samstarvi við Umhvørvisstovuna. Johan helt fyrilestur um hvussu hann kannar støðuna hjá føroyska havhestastovninum við nýtslu av dronumyndum og GPS-sporing.

Rúna Hoydal Brimnes vann snarrøðukappingina á Vísindavøku við heitinum: Nýggj vindorka, nýggir møguleikar. Rúna gjørdi sína bachelor ritgerð í samstarvi við Umhvørvisstovuna. Hans Andrias Sølvará grundgav soleiðis vegna dómsnevndina: Snarrøðan lýsti væl eina avbjóðing, røðan var væl skipað, loysn varð kunngjørd og ein ítøkilig ætlan løgd fram. Umhvørvisstovan ynskir Rúnu hjartaliga til lukku.


Á básinum hjá Umhvørvisstovuni var skipað fyri eini træ-eyðkenniskapping. Endamálið var at læra um ymisk trø og runnar, og hvussu hesi kunnu kennast aftur.

Básurin var væl vitjaður og hepnir vinnarar av træ-eyðkenniskappingini vunnu eitt træ.
Eisini var møguleiki fyri at læra at telja áraringar, fyri at kunna seg um aldurin á trøum.

Umhvørvisstovan luttók harumframt á Vísindavøku á ferð.

Mánadagin 18. september helt Katrin Hoydal ein fyrilestur á bókasavninum í Sørvági um gransking sína í dálkandi evnum. Framløgan viðgjørdi dálkandi evni í móður og fostri á grindahvali. Nógv fólk vóru og lurtaðu, og áhugin var stórur millum møttu fólkini, har nógvir spurningar vórðu settir.
Irena Áarberg helt ein fyrilestur í Miðnám í Vestmanna 20. september, har hon greiddi frá, hvussu tað ber til at gera eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum.