Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan á Vísindavøku 2023

Fríggjadagin 22. september 2023 verður Vísindavøka 2023 í Kongshøll, har Umhvørvisstovan er væl umboðað.

Gethin Roberts og Johan H. Funder Castenschiold fara at leggja fram teirra gransking.

Gethin Roberts fer kl. 9:40 at halda fyrilestur um, hvussu tað ber til at gera eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum.

Johan H. Funder Castenschiold fer kl. 10.40 at halda fyrilestur um, hvussu hann við GPS-sporing og dronu yvirvøku avdúkar loyndarmálini hjá havhesti í Føroyum.

Rúna Hoydal Brimnes luttekur í snarrøðukappingini á Vísindavøku við heitinum: Nýggj vindorka, nýggir møguleikar. Rúna gjørdi sína bachelor ritgerð í samstarvi við deildini Orka á Umhvørvisstovuni, og nú skal Rúna megna at leggja fram granskingina á einum postara innan einans 150 sekundir.

Í samband við Vísindavøkuna 2023 fer Umhvørvisstovan eisini at hava eitt tiltak á Svalanum. Á básinum hjá Umhvørvisstovuni verður møguleiki at luttaka í eini træ-eyðkenniskapping. Endamálið er at læra um ymisk trø og runnar, og hvussu hesi kunnu kennast aftur.

Eisini verður høvi at læra at telja áraringar, fyri at kunna seg um aldurin á trøum, umframt eitt gott prát við fittu og vitugu starvsfólkini á Umhvørvisstovuni.

Øll eru vælkomin.

Skráin fyri Vísindavøkuna er tøk her.