Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj frágreiðing um bleytgerarar og eftirgjørd søtievni í umhvørvinum í Norðurlondum

Í føroyskum sýnum varð í summum førum ávíst eitt høgt innihald av ftalatum, sum verður nýtt sum bleytgerari í plasti.

Ein frágreiðing samskipað av granskarum úr Finlandi, Svøríki, Danmark, Norra, Íslandi og Føroyum er nú tøk. Kannað vórðu sýni úr spillivatnsleiðingum og yvirflatuvatni í sjónum, og eisini sýni av fiski og fuglaeggum. Úr Føroyum vórðu toskur, bleikja og teistaegg kannað. Bleytgerarir sum kanningin fevndi um, vóru lang-ketaði ftalat og adipat. Søtievnini, sum vórðu kannað, vóru aspartam, cyclamat og sucralose.  
 
Ftalat vórðu ávíst í fleiri av kannaðu sýnunum, og tey ftalat, sum komu fyri í hægst konsentratiónum vóru DEHP, DINP og DIDP. Kanningin vísti á, at onkrastaðni var innihaldið av teimum kannaðu ftalatunum antin á markinum ella omanfyri markið fyri nær roknað verður við, at tey hava skaðilig árin á umhvørvið. Sostatt varð staðfest, at tørvur er á nærri kanningum. Eisini vísti kanningin, at eftirgjørd søtievni komu fyri í spillivatni, og at hesi søtievnini ikki savnast upp í evju.
 
Í føroysku sýnunum vórðu partvís sera høgar nøgdir av ftalat ávíst, og var tað serliga í spillivatni og botntilfari at nøgdirnar vóru høgar. Innihaldið av ftalat var høgt í spillivatni frá Landssjúkrahúsinum, Sersjantvíkini-reinsiverkinum í Tórshavn og Klaksvíkar sjúkrahúsið. Serliga spillivatn frá Landssjúkrahúsinum hevði høgt innihald av DEHP. Millum alt botntilfarið, sum varð kannað í hesi norðurlendsku kanningini, var hægst innihald av ftalat í 8 út av 9 førum funnið í Havnarvág, nær við bátabrúgvarnar. Í Havnavág vórðu hesi ftalatini funnin í minkandi raðfylgju: DIDP>DINP>DEHP>BBP>isoflex L79P>DBP>DUP>DEHA>DOP. Munurin millum ftaltið í hægst konsentratión, DIDP, og í lægstu konsentratión, DOP, var umleið ein faktor 3000. Kannað varð eisini spillivatn úr m.a. Esbjerg, Odense, Vordingborg, Turku, Helsinki og Gøteborg, og á øllum hesum støðum var ftalatinnihaldið í spillivatni lægri enn í føroysku sýnunum. Botntilfar úr m.a. Limfjorden, Kolding fjord, Turku, Helsinki, Gøteborg og Reykjavík varð eisini kannað, og høvdu tey øll lægri innihald av ftalat samanborið við Havnavág. Hinvegin var ftalatinnihaldið í botntilfari úr Kollafirði og Klaksvík lægri enn á fleiri av nevndu støðunum í hinum Norðurlondunum, og nógv lægri enn í Havnarvág. 
 
Tað er ikki greitt, hví so høgar nøgdir av ftalatum eru í Havnarvág í mun til aðrastaðni. Partur av orsøkini kann vera, at reinsiskipanin ikki er nóg væl egnað til at fanga ftalatir, ella at sýnini í hinum londunum hava verið tikin longur burtur frá dálkingarkeldunum. Kanningarúrslitini benda tó á, at neyðugt er at fáa nærri útgreina, hvørjar keldurnar eru til ftalat í Havnarvág, og um útlátini av ftalatum framhaldandi eru høg. Um so er, má støða takast til, hvat kann gerast fyri at avmarka útlátið.
 

Les frágreiðingina her

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo