Næmingur í starvsvenjing
Jóhannes Martin av Kambsdali sigur frá síni tíð í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni
Eg eiti Jóhannes Martin Hansen og búgvi á Kambsdali. Tær síðstu tvær vikurnar havi eg verið í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni, har eg havi vitja á trimum ymiskum deldum, Vernd, Matrikul og Gransking.
Fyrstu dagarnar skuldi eg vera á deildini Vernd. Men av tí at eg fyrsta dagin møti alt for tíðliga, kom Maria, deildarleiðari á Gransking, og gav mær gummihandskar, og so fóru vit bæði niður í reinsiverkið í Sersjantvíkini. Har tóku vit nakrar vatnprøvar, tí vatnið skuldi kannast um hvussu reint tað er.
Tá ið vit komu aftur, fór eg til Vernd, har eg var við Ingvard at vitja bryggjaríið hjá Okkara, har vit hugdu eftir um tey dálkaðu óneyðuga nógv.
Næsta dagin fór eg við Lenu á skjótivøllin í Sandvíkum. Áðrenn vit fóru, las eg nakrar treytir sum skjótivøllurin skal halda, og eftir at hava verið á skjótivøllinum skuldi eg meta um tey hildu tær treytir sum Umhvørvisstovan hevur sett teimum.
Á mínum síðsta degi á Vernd, fór eg við Mariu G.H. á fund um Umhvørvisátakið 2014 í Kvívík. Eg væntaði ikki at eg fór at vera nøkur hjálp, men eg kom við einum uppskoti og fólkini á fundinum tóku væl ímóti tí.
Teir næstu dagarnar skuldi vera á Matrikul. Fyrsta dagin bleiv ikki gørt nógv, men eg fekk nøkur pappír at lesa um hagar, og fekk at vita at eg næsta dagin skuldi við til Svínoyar til ein útskiftingarfund, so eg skuldi møta tíðliga morgunin eftir. Tað var myrkt og kalt, tá vit fóru av Argjum kl. 7 fríggamorgunin. Vit koyrdu norð til Hvannasunds, haðani vit fóru við Rituni til Svínoyar. Í Svínoy var fundur hildin um at býta hagan Eysturhøvda í tveir hagapartar. Góður fundur, har eigararnir kjakaðust um hvussu skal býtast. Seinnapartin fóru við í hagan saman við eigarunum. Útskiftingarnevndin avgjørdi at fremja útskiftingina, og eigararnir fáa kunnu nú seta fram ynski og viðmerkingar. Tað var myrkt tá vit fóru av oynni aftur.
Teir síðstu dagarnar á Umhvørvisstovuni var eg á deildini Gransking. Eg fór ein túr við Rakul á seiðaberg her í havnini. Vit skuldu fáa fisk, sum skuldi brúkast í eini verkætlan um dálkingarevni sum m.a. koma frá reingerðarevnum. Vit royndu í gott hálvan annan tíma, men av tí at ikki beit á, og tí verðrið var ringt, góvust vit. Í staðin fóru vit ein biltúr út í Havnadal, har Rakul fortaldi um at Umhvørvisstovan tíðliga komandi ár fer at seta luftkanningartól upp har. Eisini prátaðu vit um veðurlagsbroytingar o.s.fr.
Eisini vóru eg og Rakul á laboratoriinum hjá Gransking ein dag. Vit tóku prøvar av ungum havhesti t.v.s. opnaðu fuglin, og tóku prøvar av brystvødda, livur, nýra, maga, fjaðrum og feitti. Harafturat vigaðu vit havhestarnar og vitaðu hvat kyn teir vóru. Havhestarnir skulu kannast fyri dálkandi evni.
So gjøgnum vikurnar havi eg gjørt nógv ymiskt, møtt fleiri fólkum og ferðast um í Føroyum.