Metylkyksilvur í grindahvali
Meginparturin av tí samlaða kyksilvurinum í grindahvalatvøsti er lívrunnið kyksilvur. Tó er parturin ikki støðugur, men kann variera ímillum uml. 50% og 100%. í seinastu kanningunum hevur at kalla alt kyksilvurið í grindahvalatvøsti verið lívrunnið kyksilvur.
Nógv hava hoyrt um kyksilvur í grindahvali, men færri vita kanska, at kyksilvur ikki altíð er eins, men kemur fyri í fleiri tilbrigdum, sum tó stutt kunnu bólkast sum antin lívrunnið ella ólívrunnið, har lívrunnið kyksilvur er meira skaðiligt fyri menniskju. Vanligt er at rokna mestsum alt kyksilvur í fiski fyri lívrunnið kyksilvur, men í náttúruni annars er ólívrunnið kyksilvur ofta vanligari. Kanningar hava víst, at ólívrunnið kyksilvur kann umskapast til lívrunnið kyksilvur bæði umvegis bakteriur og umvegis kemiskar tilgongdir, og hinvegin kann lívrunnið kyksilvur broytast til ólívrunnið kyksilvur t.d. í livrini á hvali. Tá talan er um kyksilvur í mati, er tað serliga tað lívrunna slagið, serliga metylkyksilvur, sum vit eru áhugað í, og sum er støði undir markvirðunum, sum eru ásett fyri fisk. Men vanliga verður bert samlað kyksilvur kannað, sum er samlaða nøgdin av lívrunnum og ólívrunnum kyksilvuri. Metylkyksilvurið eins og samlaða kyksilvurið í grindatvøsti, stavar frá tí, sum hvalurin hevur etið, og tað er millum annað høgguslokkur, men eisini fiskur sum t.d. gullaksur og svartkjaftur.
Fyrstu ferð metylkyksilvur varð kannað í grindatvøsti var í sýnum frá 1977 og 1978. Aðru ferð var í 2009. Av tí, at úrslitini frá 2009 viku nógv frá tí, sum varð funnið í 1977 og 1978, varð gjørt av at gera fleiri kanningar. Tískil blivu nøkur sýnir av grindini, sum legði beinini í Vestmanna 24. juni 2010, send til kanningar á somu kanningarstovu sum sýnini frá 2009.
Ár | 1977 | 1978 | 2009 | 2009 | 2010 |
Grindavág | Hvalba | Hvannasund | Hvannasund | Hvalvík | Vestmanna |
Dagfesting grindadráp | jun-77 | mar-78 | jan-09 | mai-09 | jun-10 |
Tal av hvalum kannaðir | 10 | 18 | 15 | 15 | 15 |
Miðal samlað kyksilvur, mg/kg tvøst (standard frávík) | 3,3 (1,7) | 1,5 (0,7) | 1,4 (0,8) | 0,9 (0,6) | 2,2 (0,8) |
Miðal metylkyksilvur, mg/kg tvøst (standard frávík) | 1,6 (0,4) | 0,8 (0,4) | 1,4 (0,7) | 1,2 (0,6) | 2,0 (0,7) |
Miðal lutfall ml. Metylkyksilvur og samlað kyksilvur, % | 48 | 52 | 101 | 104 | 98 |
Lutfallið millum metylkyksilvur og samlað kyksilvur í sýnunum frá 2009 er roknað til at vera meir enn 100%. Tað kann sjálvandi ikki vera rætt, t.v.s. at hetta er ein ábending um, at her er ein ávís mátióvissa. Men munurin millum kanningarúrlitini frá 1977 og 1978 øðrumegin og 2009 og 2010 hinumegin sum fortelur okkum, at ávíkavíst helvtin ella alt kyksilvuri kemur fyri sum metylkyksilvur, er ov stórur til, at tað kann greinast sum kanningaróvissur. Tí staðfesta vit, at í seinastu kanningunum hevur at kalla alt kyksilvurið í grindahvalatvøsti verið lívrunnið kyksilvur. Sostætt vísa úrslitini, at tann parturin av samlaða kyksilvurinum, sum er metylkyksilvur í grindahvalatvøsti, ikki er støðugur, men kann vera ímillum uml. 50% og 100%.
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo