Kanningar av per- og polyfluoroalkyl evnum frá dustsúgvararoyndum
– vísa at vit hava relativt høgt innihald av fluorevnum heima við hús
Í 2013 vóru dustsúgvararoyndir tiknar úr heimunum hjá 10 starvsfólkum á Umhvørvisstovuni. Sýnini vóru send til kanningar fyri per- og polyfluoroalkyl evni, PFAS. Kanningarnar vóru gjørdar á Universitetinum í Örebro og eru partur av einari doktararitgerð. Kanningarnar vístu, at innihaldið av PFAS í hesum føroysku húskjunum var samanberligt við tað sum hevur verið ávíst í Japan, Kanada og Australia.
PFAS evni verða nýtt til yvirflatuviðgerð (impregnering) og sum hjálparevni til serlig endamál, eitt nú í nøkrum sløgum av skúmsløkkjara og í nøkrum sløgum av skorðdýraeituri. Heima í vanligum húskjum er tað helst yvirflatuviðgjørd klæði, teppir, papp og pappír sum eru keldur til hesi evnini. Nøkur dømi um hvar hesi evni kunnu verða nýtt eru: all weather yvirklæði, skógvar og onnur PFAS yvirflatuviðgjørd sportsútgerð, gardinur, sofur, gólvteppir og líknandi sum er yvirflatuviðgjørd klæði (tekstil). Hesi evnini eru eisini nýtt til yvirflatuviðgerð av pappi og pappíri sum eru at finna í køkinum, eitt nú í hamburgarawrappings, pizzabakkum, muffinsformum o.s.fr.
Kanningarúrslitini eru sera áhugaverd í samband við at kunna útgreina møguligar keldur til tað høga og vaksandi innihaldi av tí slagnum av perfluoreraðum evnum sum nevnast perfluoroalkyl karboksylsýrur.
Áhugavert er at evni PFOS, sum upp hópast í djórum og tískil vanliga finst í høgum konsentratiónum í eitt nú sjófugli og hvali, bert er til staðar í heilt lágum konsentratiónum í húsadusti her heima, samanborið við mono- og diPAPir.
Um úrslitini er annars at siga, at tey benda á, at innihaldið av fluoreraðum evnum í føroyskum húskjum eru í hægra endanum tá ið sammett verður við húski úr hinum londunum sum hava luttikið í hesi kanning (Australia, Kanada, Grikkaland, Japan, Nepal, Spania og Svøríki (sí Mynd)). Eisini samanborið við sjey húski í Norra, sum vóru kannaði fyri stuttum,1 er innihaldi í teimum 10 føroysku húskjunum høgt.
Innihald av diPAP í Føroyskum húskjum er víst samanborið við húskjum úr øðrum londum. Myndin er gjørd av Ulrika Erikson og er grundað á tilfar gjørt í samband við kanningina hjá Ulrika Eriksson og Anna Kärrman, sí undir.
Kanningarnar eru tær fyrstu av sínum slag her heima á tveir hættir; fyri tað fyrsta eru fleiri av hesum evnunum ikki áður kannaði í føroyskum sýnum, og harnæst hava samsvarandi kanningar av innandura dusti ikki áður verið gjørdar í føroyskum heimum.
Les meira í vísindaligu greinini hjá Ulrika Eriksson og Anna Kärrman, “World-Wide Indoor Exposure to Polyfluoroalkyl Phosphate Esters (PAPs) and other PFASs in Household Dust” í Environ. Sci. Technol. 2015, 49, 14503−14511.
1 Padilla-Sánchez og Småstuen Haug, 2016. Journal of Chromatography A, 1445, 36–45
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo