Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting fyri vindmyllulund, Klivaløkshagi, Sandur

SEV hevur tilevnað eitt uppskot um at seta millum fimm og sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. Staðsetingin í uppskotinum er ein lutfalsliga breiður fjallaryggur ella kambur millum Klivarnar og Vørðuna.

Verkætlanin verður bjóðað út. Tann, sum vinnur útboðið hevur innan givnar karmar ávíst frælsi til at avgera slag og stødd og staðseta myllurnar, soleiðis at størst møguligur máttur fæst burturúr. Eftirgerðir (simuleringar) av myllunum í lendinum, vindviðurskiftum og framleiðslu taka støði í staðsetingum úr 168 upp í 277 metra hædd og 4 ymiskum myllum við tvørmáti á 82-117 metrar, hæddin á tornum á 78,3-97 metrar, og samlaða hædd á 119,3-155 metra hædd. Samlaði mátturin er 21 til 21, 6 megawatt (MW).

Eitt uppskot er gjørt til atkomuveg, ið ætlandi verður bundin í vegin millum Sand og Skopun, nakað norðan fyri íbindingina frá undirsjóvartunlinum millum Sandoy og Streymoy.

Samlaði lendistørvurin til ætlaða vindmylluvirksemið er mettur til 30.000 fermetrar, íroknað til vindmyllufundament, kranaøki, atkomuveg og vegir millum myllurnar.

Ætlaða vindmyllulundin verður bundin í koplingsstøðina heima á Sandi, sannlíkt við tveimum kaðalum. Fyri at ávirka hagan og umhvørvið sum minst, verða kaðalar so vítt møguligt lagdir í vegirnar.

SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger hvørja ávirkan vindmylluverkið kann hava á náttúru og umhvørvi. Hugt verður eftir, hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum, og mett verður, um vindmyllurnar fara at elva til ampa orsakað av óljóði, skuggakasti og endurskini. Gjørd er frágreiðing um lívfrøðiliga margfeldið í økinum, har mett verður um ávirkan á djóra- og plantulív. Árinsmetingin viðgerð eisini, hvørji atlit verða tikin til náttúru og umhvørvi í økinum.

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna óljóð, skuggakast ella endurskin. Vindmyllurnar verða sjónligar frá Sands bygd, frá Gróthúsvatni og frá vegnum til Søltuvíkar og frá lendinum har um vegir. Vindmyllurnar kunnu fáa neiligt árin, serliga á búfuglin í økinum. Umhvørvisstovan hevur sett ávísar treytir til SEV og til felagið, sum vinnur útboðið, ið skulu tryggja, at árinini á náttúru og umhvørvi verða minst møgulig, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum.

Umhvørvisárinsmetingin sæst her.

Góðkenningingarskriv sæst her.

Fylgiskjølini síggjast her.

Almenna kunngerðin um góðkenning av árinsmeting sæst her.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 9. august 2024.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.