Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting fyri vindmyllulund, Klivaløkshagi, Sandur

Vindmyllur í Klivaløkshaga, Sandur

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 21. juni 2024, við heimild í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um el og fjarhita (elveitingarlógini), við seinni broytingum, hevur góðkent 

Umhvørvisárinsmeting hjá SEV um at seta upp fimm til sjey vindmyllur í Klivaløkshaga, Sandoy.

Góðkenningarskrivið sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 9. august 2024.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda ein teldupost til us@us.fo