Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum á vitjan

Týsdagin 2. juni vitjaði landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, á Umhvørvisstovuni.
Í sambandi við vitjanina varð framløga hildin, har umboð fyri Umhvørvisstovuna greiddu frá arbeiðsøkjunum hjá stovninum, virkseminum á teimum ymisku deildunum og teimum raðfestingum, sum stovnurin arbeiðir við.
Eftir framløguna fekk landsstýriskvinnan møguleika til at heilsa upp á starvsfólkini á Umhvørvisstovuni. Vitjanin gav høvið til góðar samrøður og innlit í fjølbroytta arbeiðið, sum verður framt á Umhvørvisstovuni hvønn dag.
Landsstýriskvinnan fekk handað eina plantu av slagnum Drimys winteri, sum er framleidd á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
Umhvørvisstovan takkar fyri vitjanina og ynskir landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum til lukku við landsstýrissessinum. Samstundis sær Umhvørvisstovan fram til eitt gott og gevandi samstarv komandi árini.

