Avgerð um mál hjá Sunda kommunu um at víðkað bátahylin í Hósvík

Umhvørvisstovan hevur viðgjørt umsókn frá Sunda kommunu um loyvi til at víðka bátahylin í Hósvík (sí mynd omanfyri).
Ætlanin er at flyta pirin longur út og gera hann beinan við einum knekki. Pirurin verður bygdur sum ein grótútfylling, og kemur grótið til útfyllingina lutvíst frá verandi piri og lutvíst frá útstykking omanfyri bátahylin. Tað er íalt 5.146 m3 av gróti til at gera nýggja pirin.
Í sambandi við verkætlanina hevur Biofar gjørt eina lívfrøðiliga kanning og frágreiðing um umhvørvi og djóralív niðanfyri sjóvarmálan í økinum (sí mynd 2). Dentur er lagdur á at kanna tann partin av økinum, sum er natúrligt búlendi.
Kannaða økið er vart fyri havaldu og brimi. Botntilfarið er fínur sandur, íblanda silt og lívrunnið tilfar. Botnurin er klæddur við sukurtara.
50 djórasløg blivu staðfest við sýnistøku við grabba, og 52 sløg blivu staðfest við eygleiðing av kavarum, 8 av hesum sløgum eru staðfest í báðum kanningum. Sostatt eru minst 94 sløg staðfest í kanningunum. Størsti partur av djórasløgunum búleikast niðri í botntilfarinum.

Mynd 2 Yvirlit yvir kannaða økið og støðirnar, har botnsýnir hjá Biofar eru innsavnað
Kanningin staðfesti eitt búlendi í økinum, Laminaria saccharina and Chorda filum on sherltered upper infralittoral muddy sediment (SS.SMP.KSwSS.LsacCho), sum er flokkað sambært altjóða skipanini hjá JNCC[1].
Niðurstøðan í kanningini hjá Biofar er, at búlendi í økinum er vanligt bæði í altjóða og føroyskum høpi. Mett verður at búlendi SS.SMP.KSwSS.LsacCho óivað eisini fevnir um økið uttanfyri víðkaða bátahylin í Hósvík, og somuleiðis at djóralívið við tíðini fer at koma aftur í skráan frá útfyllingini av nýggja pirinum. Onki sjáldsamt slag ella fyribrigdi kundu staðfestast í sambandi við kanningina hjá Biofar
Grundað á umsókn og aðrar upplýsingar frá Sunda kommunu metir Umhvørvisstovan, at ætlaða útbyggingin av havnarlagnum ikki fer at hava munandi ávirkan á náttúru og umhvørvi.
Avgerð er tí tikin um, at sambært § 21, stk. 4 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, er ikki neyðugt við góðkenning sambært § 21, stk. 1 og tilhoyrandi árinsmeting sambært § 21, stk. 2 í somu lóg.
Treytir fyri avgerðini er, at:
- verkætlanin verður framd, sum greitt er frá í umsóknartilfarinum frá Sunda kommunu
- loyvið er tíðaravmarkað til 1. september 2028
Almenna kunngerðin um góðkenning sambært lóg um vernd av havumhvørvinum sæst her.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 9. juli 2026.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, ella senda teldupost til us@us.fo

