Føroyar nú partur av altjóða sáttmála um umhvørviseiturevnievni
Føroyar eru nú partur av altjóða sáttmálanum um seintniðurbrótilig organisk umhvørviseiturevni, vanliga nevndur Stockholmsáttmálin. Endamálið við sáttmálanum er at banna nýtslu av einum bólki av umhvørviseiturevnum, vanliga kallaður “skitna dusinið”, ið vórðu nógv brúkt í seksti- og sjeytiárunum.
Stockholm POP sáttmálin (Persistent Organic Pollutants) fevndi upprunaliga um 12 evni, sum vórðu nevnd “skitna dusinið”, ið skuldu bannast ella avmarkast mest møguligt. Skitna dusinið fevnir um íðnaðarevnini PCB og HCB, umframt eina røð av skordýraeiturevnum sum DDT, Mirex klordanir, toksafen og dioksin umframt fleiri onnur mannagjørd evni, ið eru seint niðurbrótilig, og sum upphópast í livandi verum. Seinni er sáttmálin víðkaður til eisini at fevna um onnur evni.
Hóast vit í Føroyum ikki framleiða ella brúka hesi evni, hevur tað týdning at vit nú hava tikið undir við sáttmálanum, og fyrivarnið fyri Føroyar er avtikið. Eiturevnini finna vit aftur í mati úr havinum, sum er so týðandi fyri okkum, eitt nú fiski, fugli og grind. Tað er tí umráðandi, at vit eru aktivur viðspælari í sáttmálanum, sum sendir eini greið boð út til øll um, at hesi evni eru óynskt í umhvørvinum, og tí skulu bannast.
Tað er at fegnast um, at vit nú, sum partur av sáttmálanum, formelt eru við í arbeiðinum at avmarka útlát av hesum dálkandi og skaðiligu evnum, sum eru so torfør at fáa burtur úr aftur vistskipanini, tá tey fyrst eru komin. Tað er ein vanlukka um dálking skal avmarka okkara møguleika at gagnnýta ríkidømið í havinum.
Sáttmálin hevur hjálpt.
Kanningar vísa, at innihaldið av eiturevnunum, sum sáttmálin fevnir um, eru minkað munandi seinnu árini. Hetta vísir, at tað ikki er til fánýtis at seta tiltøk í verk, t.d. við at seta bann fyri nýtslu, fyri at avmarka dálking við hesum umhvørvisskaðiligu evnunum.
Sjófuglur, sum til dømis teisti, fær sína føði úr sjónum og kann tí verða kannaður sum ein liður í at meta um dálking í sjónum. Innihaldið av PCB og øðrum kloreraðum lívrunnum dálkingarevnum hevur verið kannað í teistaeggum úr Koltri og Skúvoy síðani 1999. Myndin niðanfyri vísir innihald av lívrunnum dálkingarevnum í teistaeggum. Á myndini er miðalinnihaldi av fýra ávísum dálkingarevnum víst, sum umboða fýra av bólkunum av dálkingarevnum við í Stockholmsáttmálanum.
Miðalinnihald av PCB, her víst sum CB 153, av DDT, her víst sum p,p’-DDE, av HCB og av toxafen, her víst sum parlar 50 í teistaeggum frá Koltri og Skúvoy.
Gongdin í innihaldinum av PCB í teistaeggum sæst at vera fallandi hóast stór variatión er millum árini. Tað er tó ov tíðliga at siga hagfrøðiliga, um PCB í teista er minkandi, ella um broytingarnar millum ár kunnu forklárast sum nátúrlig variatión, møguliga orsakað av ymiskari føði.
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo