Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagsdagur 2025 – hvussu handfara vit veðurlagsbroytingar

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum? Hesir vóru høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittust á veðurlagsdegnum í Kongshøll týsdagin 18. mars 2025.

Við støði í hagtølum og kanningum varð lagt fram og hugleitt um, hvussu vit í Føroyum kunnu handfara veðurlagsbroytingar. Veðurlagsdagurin 2025 var eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum. 

Á hesi síðu

Samanumtøka

Á ársins Veðurlagsdegi í Kongshøll 18. mars 2025 varð ljós serliga varpað á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – fyri veðurlagsbroytingar, sum kunnu brúkast til at vísa og geva grundarlag fyri at samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær. Við útgangsstøði í ST-ávísum um veðurlagsbroytingar løgdu fakfólk fram og hugleiddu um, hvussu vit her á landi í breiðum høpi handfara veðurlagsbroytingar.  

Aðalspurningar á Veðurlagsdegnum 2025: 

Hetta eru stórir spurningar, sum ikki kunnu svarast fult og heilt á einum Veðurlagsdegi ella í einum riti. Tó verður roynt, við støði í dátum og vitan, sum varð løgd fram á Veðurlagsdegnum, at geva boð uppá nøkur svar. Í alt 10 tilhoyrandi tilmæli eru orðað. Les nærri í frágreiðingini um øll hesi viðurskifti.


Framløgur

Veðurmátingar gjøgnum 152 ár  

Turið Laksá, Veðurstova Føroya


Um ávísar fyri veðurlagsbroytingar 

Eyð Maritudóttir Grønadal, Hagstova


Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá tjóðarbúskapinum

Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan 


Hækkandi sjóvarmáli

Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan og Sissal V. Erenbjerg, FIRUM 


Miðalsúrleik í sjógvi (pH)

Ian Salter, Havstovan


Reyðlistavísital

Áki Vang, Tjóðsavnið


Veðurlagsbroytingar og ávirkan á flutning

Sølvi Sjúrðarson, Landsverk


Oyggjar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum

Lis Mortensen, Jarðfeingi


Orku- og veðurlagspolitikkur

Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan 


Umlegging ella avtøka av almennum stuðli til steinrunnin brennievni

Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya 


Skipan av veðurmátingum

Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya 

Myndir

Kunngerðir