Veðurlagsdagur 2026
Á ársins Veðurlagsdegi í Kongshøll 22. apríl 2026 varð ljós aftur varpað á veður og viðurskifti viðvíkjandi veðurlagsbroytingum, og hvat vit vita ítøkiliga um støðuna í Føroyum.
Í 2026 var ávirkan valt sum tema, og snúðu fleiri av framløgunum seg tí um júst ávirkan. Í hvønn mun eru Føroyar raktar av veðurlagsbroytingum? Hvør ávirkan er væntandi? Hvussu viðkvæmar eru Føroyar?
Við orðinum ávirkan (en: impact) meinast vanliga við ávirkan á lív, lívsgrundarlag, heilsu, vistfrøði, búskap, samfeløg, mentanir, tænastur, undirstøðukervi og árin, sum stava frá sínámillum ávirkan millum veðurlagsbroytingar – ella ógvusligum veðurlagshendingum – og viðbrekni hjá skipanunum. Les nærri í frágreiðingini um øll hesi viðurskifti.
Niðanfyri finnur tú eina Samanumtøku frá degnum við samandrátti av øllum framløgunum. Eisini eru allar framløgurnar lagdar út her, umframt at tú finnur skránna og myndir frá tiltakinum.
Skrá
| Kl. | Evni |
| 13:00 | Vælkomin Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýrisfólk í umhvørvismálum |
| Innleiðing | |
| 13:07 | Um Veðurlagsdagin 2026 Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan |
| 13:10 | Veðrið í 2025 – samanborið við seinasta klimanormal Turið Laksá, Veðurstova Føroya |
| 13:30 | Globale klimaforandringer – fra forskning til handling Adrian Lema, leiðari á Nationalt Center for Klimaforskning, Danmarks Meteorologiske Institut |
| 14:00 | Steðgur 15 min. |
| 14:15 | Veðurlagsbroytingar og lív í havinum Sólvá Jacobsen, Havstovan |
| 14:30 | Um hvussu ein heitari heimur ávirkar regn í tí Norðuratlantiska økinum Andrea Vang, PhD-lesandi á Niels Bohr Institutt, Københavns Universitet og Danmarks Meteorologiske Institut |
| 14:50 | Tilmæli um hækkandi vatnstøðu Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan |
| 15:05 | Steðgur 15 min. |
| 15:20 | Metadátur um náttúru- og umhvørvisdátur Halla Weihe Reinert, Umhvørvisstovan |
| 15:30 | Útlát av vakstrarhúsgassi 1990-2025 Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan |
| 15:45 | Høvi at seta spurningar |
| Samanumtøka | |
| 15:55 | Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya |
Samanumtøka
Her er ein samanumtøka frá degnum. Ein frágreiðing, sum tekur samanum Veðurlagsdagin 2026.
Framløgur
Niðanfyri eru framløgur frá veðurlagsdegnum 2026.
Veðrið í 2025 – samanborið við seinasta klimanormal
Turið Laksá, Veðurstova Føroya
Globale klimaforandringer – fra forskning til handling
Adrian Lema, leiðari á Nationalt Center for Klimaforskning, Danmarks Meteorologiske Institut
Veðurlagsbroytingar og lív í havinum
Sólvá Jacobsen, Havstovan
Um hvussu ein heitari heimur ávirkar regn í tí Norðuratlantiska økinum
Andrea Vang, PhD-lesandi á Niels Bohr Institutt, Københavns Universitet og Danmarks Meteorologiske Institut.
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu
Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan
Metadátur um náttúru- og umhvørvisdátur
Halla Weihe Reinert, Umhvørvisstovan
Útlát av vakstrarhúsgassi 1990-2025
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu
Eingin ivi er um, at globala miðal vatnstøðan hækkar, og at hækkingin tekur dik á seg. Hetta er greitt frá teimum mátingum og eygleiðingum, sum heimsins leiðandi veðurlagsgranskarar, umboðandi eina ørgrynnu av ymiskum vísindagreinum, vísa á og miðla m.a. í IPCC AR6 -frágreiðingini. Út frá vatnstøðumátingum hjá DMI í meira enn 50 ár í Tórshavn og fylgisveina-mátingum seinastu 30 árini sæst, at vatnstøðan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini. Sambært IPCC verður vatnstøðan í Føroyum millum 38 og 68 cm hægri í 2100, t.e. um 75 ár, sí fylgiskjal.
Við støði í vitanini um hækkandi vatnstøðu er greitt, at land og kommunur mugu taka størri atlit til framtíðar veðurlagsbroytingar, tá avgerðir verða tiknar í málum um bygging og infrakervi. Føroyskir myndugleikar hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at Føroyar eru fyrireikaðar til framtíðar veðurlagsbroytingar. Við at virka proaktivt og samstarva kunnu vit minka um framtíðar skaðar og tryggja eitt haldført og trygt samfelag fyri komandi ættarlið. Tí hevur arbeiðsbólkurin, sum fyriskipar Veðurlagsdagin, orðað hetta tilmælið um bygging og hækkandi vatnstøðu.
Myndir


































