Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagsdagur 2024 – Er føroyska veðurlagið broytt?

At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta? 

Undir heitinum “Er føroyska veðurlagið broytt?” varð skipað fyri einum veðurlagsdegi , har ljós varð varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar. Dagurin varð fyriskipaður av Umhvørvisstovuni, Havstovuni, Jarðfeingi, Landsverki, Tjóðsavninum, Hagstovu Føroya og Veðurstovu Føroya.

Á veðurlagsdegnum, sum varð hildin 19. Mars 2024 á Hotel Hafnia, vórðu dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.

Ein samanumtøka av degnum er skrivað, har til ber at síggja skránna og samandráttir frá øllum framløgunum. Framløgurnar eru eisini niðanfyri á hesi síðuni.

Samandráttur

Framløgur

Almenn hagtøl um veðurlagsbroytingar

Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovu Føroya.

Fráboðan til ST-sáttmálan um veðurlag

Maria Gunnleivsdóttir Hansen, lívfrøðingur á Umhvørvisstovuni.

Veðurstøða Føroya, ein tænasta í menning

Bárður A. Niclasen, deildarleiðari á Veðurstovu Føroya.

The Faroe Islands – a climate tale

John Cappelen, veðurfrøðingur.

Vindatlas fyri Føroyar

Turið Poulsen, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya.

Vatnstøðan

Sølvi Sjúrðarson, forritari á Landsverki.

Vatnstøðubroytingar kring Føroyar

Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni.

Tyngdarmátingar sum amboð at fylgja einum skiftandi veðurlagi

Hergeir Teitsson, PhD-lesandi á DTU Space.

Tíðarseriur í føroyskum sjógvi

Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni.

Veðurlagsbroytingar og havsediment

Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur og Lis Mortensen, náttúrulandsfrøðingur, báðar Jarðfeingi.

Omanlop í Føroyum

Ási Mikkelsen, Landsverk og Lis Mortensen, Jarðfeingi

Verkætlan um føroyskar skriður

Anton Grønfeld Wille og Gustav Launtoft Pedersen, geografilesandi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.