Orka – nýtsla av brennievni
Brenning av olju er nógv tann størsta keldan til útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum. Veksur sølan av olju, veksur útlátið, og øvugt, minkar sølan, minkar útlátið. Myndin vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2024.
Myndin niðanfyri vísir útlátið av vakstrarhúsgassi í 2024, býtt millum høvusðkeldurnar. Útlát frá nýtslu av brennievni, er skipað í brúkarabólkar (bláan lit).
Niðanfyri ber til at lesa meira um einstøku útlátsbólkarnar.
Fiskiskip
Frá at føroysk fiskiskip keyptu eini 80 túsund tons av olju um árið í tíðarskeiðinum 2002-2007, minkaði nýtslan niður í 60 túsund tons um árið í 2008, tá oljuprísurin fór upp. Síðani 2011 er nýtslan so við og við økt aftur upp ímóti 80 túsund tonsum. Í 2024 bunkraðu føroysk fiskiskip útivið 70 túsund tons av olju í Føroyum, sum er 8 % minni enn í 2023. Ein orsøk er, at nótaskipini hava bunkrað minni av olju. Orsøkin er, at veiðan eftir makreli var óvanliga stór í 2023.
Myndin vísir eisini, at sveiggini í samlaðu søluni av olju til fiskiskip gjøgnum árini fyri tað mesta kemur av sveiggi í søluni til útlendsk skip. So var tó ikki í 2024.
Bæði í 2023 og 2024 keyptu útlendsk fiskiskip á leið 45 túsund tons av olju í Føroyum, sum er á leið helvtin av tí, tey keyptu í 2020-21. Ein orsøk til minkingina er, at ávísir veitarar, vegna revsitiltøk móti Russlandi, ikki lata olju til russisk skip.
Javnan verður spurt, um tað er rætt, at olja hjá útlendskum fiskiskipum er við í føroysku uppgerðini. Sambært vegleiðingini hjá IPCC skal olja hjá fiskiskipum teljast við í uppgerðini hjá landinum, har skipið bunkrar, óansæð, hvar skipið roynir, ella hvørjum flaggi skipið er skrásett undir. T.d. telur olja, sum russisk fiskiskip keypa í Føroyum, við í føroysku uppgerðini. Hinvegin, verður tað roknað upp í norsku uppgerðina, tá føroysk fiskiskip bunkra í Norra.
Ein annar afturvendandi spurningur er, hvussu nógva olju føroysk fiskiskip bunkra uttanlands og hvussu stóran mun tað hevði gjørt, um henda olja varð bunkrað í Føroyum. Hetta er ein viðkomandi spurningur, tí við at rokna alla olju, sum føroysk fiskiskip bunkra yvirhøvur, fáa vit eina rættari mynd av útlátinum, sum stavar frá virksemi, sum hevur rót í føroyska samfelagnum. Tøl fyri hvussu nógva olju føroysk skip keypa uttan fyri Føroyar eru ikki tøk, men við støði í tølum, sum Umhvørvisstovan hevur fingið frá Hagstovuni [1], sær út til, at føroysk fiskiskip seinnu árini hava bunkrað eini 40-50 túsund tons av olju uttanlands um árið. Um henda oljan hevði verið bunkrað í Føroyum, hevði oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum verið á leið 50 % hægri árini 2018 – 2022.
[1] Talan er um tøl, sum vísa útreiðslur, sum reiðarí hesi árini hava haft av at keypa olju uttanlands, og sum Hagstova Føroya fær til vega í sambandi við, at Hagstovan roknar handilsjavnin fyri Føroyar. Við støði í einum mettum miðal árligum oljuprísi, umroknar Umhvørvisstovan samlaðu oljuútreiðslurnar til tons av olju. Hesi útroknaðu tøl fyri bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum uttanlands skulu takast við fyrivarni.
El- og hitaframleiðsla
Útlátið frá bólkinum El- og hitaframleiðsla fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av olju á elverkum hjá SEV og frá brenning av burturkasti á brennistøðum. At brenna burturkast verður flokkað sum hitaframleiðsla, orsakað av, at avlopshiti frá brennistøðunum verður gagnnýttur (partvíst).
Tilsamans er útlátið hjá SEV og brennistøðunum 15 % av samlaða útlátinum – SEV eigur 13 % og brennistøðirnar 2 %. Útlátið í 2024 var smá 9 % lægri enn í 2023 og aftur á sama støði, sum tað var í 2022. Hetta kundi bent á, at útlátið frá elframleiðslu hevur lagt seg í eina lægri legu, enn tað var árini 2019-2021.
Orsøkin til minkingina í oljunýtsluni í 2022 var, at SEV brúkti á leið 10.500 tons minni av tungolju. Oljunýtslan minkaði 8 %. Hetta hóast at elframleiðslan vaks við tveimum prosentum. Minkingin komst av, at munandi meira av varandi orku varð framleidd í 2022 enn í 2021. Serliga vaks parturin úr vindi heili 67 %. Men jaliga gongdin helt ikki fram inn í 2023, tá elframleiðslan eisini øktist 5 % í mun til 2022. Av tí at lutfalsliga minni av varandi orku fekst til høldar í 2023, varð aftur neyðugt hjá SEV at brenna meira av olju fyri at nøkta vaksandi tørvin á streymi. Sambært SEV var 2023 eitt gott vindorkuár, men eitt vánaligt vatnorkuár.[1]
[1] Ársrokniskapur hjá SEV 2024
Í 2023 stavaðu 50 % av orkuni, sum varð brúkt til at framleiða el, frá varandi orkukeldum. Hetta er 2 % minni enn í 2022. Í 2024 vendi gongdin aftur við 57 % varandi orku í skipanini, sum er ein vøkstur á 7 % í mun til 2023. Sí reyðu strikuna í myndini omanfyri.
SEV hevur sett sær mál um, at í 2030 skal øll streymframleiðslan stava frá varandi orku.
Brenning av burturkasti
Í 2024 vórðu góð 39 túsund tons av burturkasti brend. Hetta er á leið 3 % minni enn í 2023 og stórt sæð tað sama sum í 2022, men minni enn tað, sum annars er brent síðani 2020, sí mynd 16.
Onnur skip
Onnur skip, ið eru onnur skip enn fiskiskip, t.d. strandfaraskip, rannsóknarskip og sandbátar, brúktu 1.725 tons minni av olju í 2024 enn í 2023, men tó framvegis meira enn árini frammanundan. Talan er um eina minking uppá 8 %, sí myndina niðanfyri.
Orsøkin til minkingina er millum annað, at Teistin ikki longur siglir millum Gomlurætt og Skopun. Hetta samsvarar væl við, at Sandoyartunnilin lat upp 21. des. 2023.
Útlendsk farmaskip, sum bunkra í Føroyum, verða ikki tald við her, men í altjóða bólkinum International bunkers. Heldur ikki føroysk farmaskip, sum sigla upp á havnir uttan fyri danska kongaríkið, verða tald við. Norrøna bunkrar uttanlands, og er tí heldur ikki við í føroysku tølunum.
Húsarhald
Oljan, sum verður flokkað undir Húsarhaldum og Handlum og stovnum, verður brúkt til at hita bygningar. Húsarhaldini eiga 8 % og handlar og stovnar 3 % av samlaða útlátinum.
Sum tað sæst á myndini omanfyri, hevur oljunýtslan hjá húsarhaldum árini 2010 til 2021 verið rættiliga støðug. Minkingin í útlátinum síðni 2021 bendir á, tað nú gerst alt meira týðiligt, at átøk eru gjørd fyri at minka um tørvin at hita hús upp við olju. At alt fleiri húsarhald hita býli við hitapumpu heldur enn oljufýri er, saman við betri bjálving, óivað ein høvuðsorsøk til, at oljunýtslan minkar. Sveiggj í oljuprísinum hevur sjálvandi eisini týdning fyri gongdina
Ídnaður
Ídnaður, t.d. byggivirksemi og matvøru- og fóðurframleiðsla, stendur fyri 9 % av samlaða útlátinum.
Útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði minkaði heili 15 % í 2024 í mun til 2023, sí mynd, tó at útlátið framvegis er hægri enn undanfarin ár. Orsøkin er, at oljunýtslan hjá Havsbrún minkaði við nærum 6.500 tonsum. Yvirhøvur er tað oljunýtslan hjá stóra virkinum í Fuglafirði, sum er orsøk til sveiggj í útlátinum frá ídnaði, tó aðrar orsøkir eisini eru. Sum dømi var orsøkin til stóra vøksturin í útlátinum í 2023 í mun til 2022 serliga, at nýtslan av olju til fiskamjølframleiðsluna á Havsbrún í Fuglafirði vaks tilsamanseini 8 túsund tons, og at byggivinnan brúkti eini 1.500 tons meira av olju.
Akfør
Akfør eiga fyri 10 % av samlaða útlátinum. Akfør fevna um alt útlát, sum stavar frá brenning av olju, sum er keypt á “bensinstøðum” kring landið, eitt nú til bilar, bussar, lastbilar og motorsúkklur.
Samlaða oljunýtslan hjá akførum í 2024 var á leið 32.555 túsund tons, sum er eini 3 % minni enn í 2023. Nýtslan av diesel lækkaði 5 %, meðan nýtslan av bensini var óbroytt. Av somu orsøk minkaði útlátið av vakstrarhúsgassi frá ferðslu á vegum samsvarandi. Á myndini sæst eisini, at útlátið frá akførum er minkað á leið tað sama á hvørjum ári síðani 2021. Sambært Hagstovuni vaks talið av skrásettum motorakførum við millum 1.300 – 1.600 bilum á hvørjum ári í tíðarskeiðinum 2017-2022, sum var ein munandi øking í mun til undanfarnu tíggju árini. Í 2023 vóru 448 fleiri motorakfør skrásett enn í 2022. Í 2024 – fyri fyrstu ferð í 12 ár – lækkaði talið av skrásettum motorakførum frá 41.844 í 2023 til 41.833 akfør í 2024, altso 11 akfør færri[1]. 1. mai 2025 vóru 42.374 motorakfør skrásett í Føroyum. Av hesum vóru 2.477 elbilar[2]. Færri nýggir bilar og steðgur í vøkstrinum í samlaða talinum av akførum saman við, at talið av elbilum gerst lutfalsliga størri, ger sítt til, at útlátið av vakstrarhúsgassi frá akførum er minkað.
[1] Kelda: Hagstova Føroya (Talva: Skrásett motorakfør skift á slag og sýslur)
[2] Kelda: Akstovan, https://akstovan.fo/akstovan/hagtoel/hagtoel-yvir-akfoer-greina%C3%B0-a-drivmegi