Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

F-gass

Tá talan er um nýtslu av F-gassi er ikki talan er um útlát, sum stavar frá brenning av olju, men um útlát av serliga sterkum vakstrarhúsgassi, sum verða brúkt til køling og onnur endamál í ídnaðinum.

Á leið 5 %  av samlaða útlátinum í 2024 stava frá nýtslu av F-gassi, sum er ein bólkur av sterkum vakstrarhúsgassum. Nærum 99 % av øllum F-gassi, sum verða brúkt í Føroyum, eru HFC-gass, sum serliga verða brúkt í køliskipanum, men eisini í hitapumpum og luftskiftis­skipanum. Tann størsta nýtslan er til køliskipanir umborð á skipum. Nógvar smærri køliskipanir á landi brúka eisini HFC-gass. Tess meira skipanirnar leka, størri verður útlátið. Umleið 1 % av samlaðu nýtsluni av F-gassi (í CO2 eindum) er nýtsla av SF6-gassi, sum verður brúkt í elútgerð hjá SEV. Sí mynd niðanfyri.

Nýtslan av HFC tók seg upp mitt í 90’árunum, tá hesi kølievni vórðu tikin í nýtslu í staðin fyri ozonoyðandi HCFC-køli­evnini. Vøksturin í útlátinum seinnu árini kemst av øktum innflutningi av HFC-507a (blandingur av HFC143a og HFC-125), sum verður brúkt í køliskipanum umborð á fiskiskipum ístaðin fyri ozonoyðandi evnið HCFC-22, sum ikki er loyvt at innflyta longur. 

Hóast F-gass verða brúkt í afturlatnum skipanum, gera lekar og óhapp, t.d. undir áfylling, at nakað av gassinum fer út í umhvørvið. Útrokningar vísa, at í 2024 lóku á leið 13 tons av HFC-gassi og 15 kg av SF6-gassi út í umhvørvið, sum svara til ávikavist 50 túsund tons og 350 tons av CO2-eindum.

Tað eru hesir útroknaðu lekarnir – tað aktuella útlátið – sum vera tiknir við í samlaða útlátið.

Myndin niðanfyri vísir hvussu útlátið av HFC-gassi er broytt frá 1990-2024 (í tonsum av CO2 eindum).

Kunngerðir