US sett kós fyri 2009
Vit hava gjørt 2008 upp og sett okkum nýggj mál fyri 2009
Umhvørvisstovan er nú liðug við ársfrágreiðingina fyri 2008 og ársætlanina fyri 2009.
Fremstu avrikini í 2008 eru m.a.:
– Gjørt uppskot til broytingar í matrikullóggávuni
– Uppmáting av fixpunktanetinum í samstarvi við hini Norðurlondini
– Sett upp permanenta GPS referencustøð (á Umhvørvisstovuni)
– Framt átak um órudd
– Givið út frágreiðingina “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”
– Givið út faldaran “Børn og kemisk evni”
– Plantingin í viðarlundini Trongisvági
Sí meira í Ársfrásøgnini fyri 2008 her
Raðfestingarnar fyri 2009 eru millum aðrar hesar:
– Fremja fakligar útgreiningar um mál av týdningi
– Nútímansgera geodætiska grundarlagið
– Útbjóðing at gera nýggja skrá fyri landsfólkayvirliti
– Málsviðgerðartíðin fyri matrikulmál skerast niður til tríggjar mánaðir
– Umhvørvisgóðkenna fleiri virki
– Gera fleiri umhvørvishagtøl
– Tiltøk at minka útlátið av veðurlagsgassi
– Gera ætlan fyri føroyska umhvørviseftiransing
– Menna sýnisbankan
– Gera kunningartilfar um plantur, plantuhandfaring og val av plantutilfari til viðskiftafólk
– Menna alingina av føroyskum upprunaviðarvøkstri
Sí meira á Ársætlanini fyri 2009 her
Nýggj tøkni
Á Umhvørvisstovuni hendir eisini nógv á tøkniliga økinum. Í farna ári fingu vit nýggja talgilda tinglýsingarskipan, nýggja heimasíðu, og fluttu yvir á felags teldunetið – Landsnet.
Í 2009 verður arbeitt víðari við at menna tøkniligar skipanir á Umhvørvisstovuni. Serliga er tað tinglýsingarskipanin, sum skal víðarimennast, eins og vit fara at taka nýggju journalskipanina 360 í nýtslu. Felags GIS (Geographic Information System) virksemið á stovninum skal eisini uppbyggjast.
Betri hølisumstøður = betri tænasta
Í farna ári vórðu hølisumstøðurnar á stovninum betraðar. Granskingarparturin fekk eina starvsstovu og móttøkan varð gjørd heilt av nýggjum.
Í hesum árinum verður arbeitt víðari við ætlanini um nýggjar rakstrarbygningar til Gróðurstøðina í Hoydølum, og annars at styrkja um kunningar- og viðskiftatænastuna á stovninum sum heild.
Bæði ársfrágreiðing 2008 og ársætlan 2009 eru tøkar á heimasíðuni.